Út í ES saman við norðurnoregi

Føroyar og norðurnoreg samstarva um at marknaðarføra mat úr norðurhøvum í ES

Í sambandi við stóru altjóða messuna Seafood Expo Global í komandi viku fer Sendistova Føroya saman við umboðsstovuni hjá Norðurnoregi í Brússel at seta sjóneykuna á mat úr norðurhøvum á ES marknaðinum.

 

 

Føroyar og Norðurnoreg eru millum stóru útflytararnar av fiskavørum til ES. Messan er eitt høvi hjá umboðum úr fiskivinnuni at kunna seg um og greiða frá egnum royndum á ES marknaðinum.

 

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fer at hava eina innleiðandi framløgu um føroyskar royndir og ætlanir á fiskivinnuøkinum, eins og norski ráðharrin í ES og EBS málum, Frank Bakke-Jensen, eisini leggur fram.

 

 

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari hjá Varðanum, saman við umboðum úr fiskivinnuni í bæði Norðurnoregi og ES, fara at viðgera spurningar um møguleikar og avbjóðingar við at menna og styrkja ES marknaðin fyri fiskavørum.