Tí fór tyrlan í kalda sjógvin við Svalbard

- Tað var ikki stoyturin, sum tók lívið av teimum átta, sum vóru í tyrluni henda feigdardag á Svalbard, sigur norska skaðanevndin.

 

Nú veit almenningurin, hvat tað var, sum hendi, tá ein tyrla hin 26. oktober í 2017 datt í havið á Svalbard, og átta fólk lótu lív. Tað var ikki stoyturin við havið, ið tók lívið av teimum, sum vóru í tyrluni henda seinnapart. Norska skaðanevndin fekk fráboðan um hendingina klokkan 16.29 henda dagin, og tað var floghavnini í Longyearbýnum sum boðaði frá, at ein tyrla á veg til Barentsburg á Svalbard var saknað.

Herfyri almannakunngjørdi norska skaðanevndin, hvat tað var, sum hendi, tá tyrlan datt í havið og øll tey átta fólkini, sum við vóru, lótu lív. Tyrlan var í holt við innflúgving til Barentsburg, tá vanlukkan hendi. Sýnið í havsbrúnni var umleið ein kilometur, men kavarok gjørdi, at loddrætta sýnið bara var einar hundrað metrar, og tað er minni enn minstakrav til sýn í slíkari flúgving.

Endin var, at tyrlan endaði í kalda havinum, men skaðanevndin sigur, at stoyturin við havið var ikki serliga harður, og øll sluppu livandi út úr tyrluni. Men, eingin var í yvirlivilsisdraktum, sum eru egnaðar til slíkar umstøður. Tískil druknaðu tey øll í kalda havinum. Tyrlan hevði bjargingarvestar til øll, men fólk vóru ikki í teimum, meðan tey vóru á flogi.

Skaðanevndin metir tískil, at øll tey átta fólkini druknaðu í kalda havinum eftir fáum minuttum. Fólk, sum arbeiddu á tyrluflogvøllinum, hoyrdu, at tyrlan rakti sjógvin, men útsýnið var so vánaligt, at tey sóu ikki hendingina. Beinanvegin varð umfatandi leiting sett í verk, og her hjálptu eisini russiskir myndugleikar til við leiting. Fyrsta tyrlan hjá sýslumanninum á Svalbard var á staðnum ein lítlan tíma eftir vanlukkuna.

Men, á leiðini einar tríggjar kilometrar úr landi, har hildið varð, at tyrlan var dottin niður, var einki at síggja, og her vóru hvørki spor eftir tyrlu, ei heldur fólki. Tríggjar dagar eftir tilburðin var tyrlan funnin á 209 metra dýpi. Bert ein av teimum, sum var við tyrluni, varð funnin aftur, og hann varð funnin við botnin á 150 metra dýpi í ein útsynning úr leiðini, har vanlukkan hendi. Tyrlan varð tikin upp aftur úr dýpinum hin 4. november í 2017.

Tað er Svalbardsposturin, sum ber hesi tíðindi.