At eiga barn við breki
Tá ein mamma eigur eitt barn við breki, er tað ein stór sorg, hendan mamman og øll hennara familja skal ígjøgnum. Ein tíð við hugsanum sum: »Hvat havi eg gjørt galið?«, »Hví eg?« og »Hvat nú?«
Mammur, sum eiga normal børn, kunnu gleðast frá fyrsta degi um allar 10 fingrar og 10 tær, um eyguni, sum eru so djúp og fylgja mammuni støðugt.
Mamman, sum eigur eitt barn við breki, frøist eisini um barnið, hon hevur átt, tó skugga tungu tankarnir um, hvussu barnið fer at klára seg. Fer tað at kenna meg, fer tað at kunna ganga, lesa, ganga í skúla, fer tað at fáa vinir, skal barnið á stovn, sleppur barnið at vera í Føroyum og fáa neyðugu hjálpina, hvussu leingi fer barnið at liva?????
Ein meldur av tonkum, sum bert partvís kunnu svarast, og sjáldan beinanvegin. Mamman og familjan fáa boðið hjálp og vegleiðing frá serkønum ella sálarfrøðingi. Og vónin veksur aftur við barninum. Tað fyrsta smílið, tað fyrsta fetið, tað fyrsta orðið, tann fyrsti skúladagurin og so framvegis. Tíðin gongur skjótt, og børn vaksa skjótt, alt ov skjótt, halda summar mammur.
Børnini ov skjótt vaksin
Hví halda vit, at tey vaksa ov skjótt? Kanska tí vit vita, at so mugu vit sleppa teimum. Tá tey velja eina skúlaleið langt heiman ella fara at fjakka ella eitthvørt annað, sum altjóða heimurin býður teim ungu í dag.
Soleiðis er tað ikki altíð við teimum ungu, ið bera okkurt brek. Summi fáa onga vanliga skúlagongd, summi flyta á stovn sum børn, og summi flyta av landinum, tí eingi tilboð eru til tey her í Føroyum. Summi flyta í sambýli saman við øðrum, sum bera brek, og summi flyta heim aftur til mammu og pápa. Hví?
Familjan syndrast
Tey, sum hava fingið játtað eitthvørt viðgerðar- ella skúlatilboð i Danmark, flyta onkuntíð einsamøll, og onkuntíð flytur øll familjan. Tað er ikki altíð lætt at taka avgerð um, at øll familjan skal flyta av landinum. Tað kann vera vegna arbeiði, hús og jørð, onnur systkin ella gomul avvarðandi, sum mugu hava hjálp frá egnari familju, og so eru tað tey, sum hava onnur børn við breki. Í Føroyum eru tað lutfalsliga nógvar familjur við fleiri børnum við breki. Hetta kemst av okkara næru familjubondum. Hvat ger tann mamman, sum ikki bert hevur seg og sítt eina barna at hugsa um? Tíverri fer familjan ofta í tvíningar, tað er ein sannroynd, og mamman flytur av landinum við barninum í teirri vón, at barnið fær hjálp.
Fá kunnu ímynda sær støðuna at taka í sovorðnum førum. Um støða er tikin til, at eitt barn flytur av landinum, er tað aftur ein stór og tung avgerð at taka, tengd at eini sorg og einum skilnaði, sum ikki ber til at seta orð á her. Oftast lagar tað seg so, at tá barnið, sum er flutt frá sínum kæru, fær ta hjálp, tí tørvar, so vaksa gleðin og vónin aftur. Tann tunga avgerðin kennist røtt, so skjótt tekin eru um, at barnið trívist og menninst í nýggja umhvørvinum. Høvdu tilboð verið tøk í Føroyum, sum kundu givið hesum útisetabørnum røttu menning, so er eingin ivi um, at so fluttu børnini ikki av landinum, heldur ikki familljur teirra ella partar av henni. Men her eru ikki nøktandi tilboð.
Lagnurnar handan avgerðinar
Tí undrar tað meg stórliga í hesi stund, at landsstýriskvinnan við Almannamálum, sum veit um hesar familjurnar og lagnurnar sum eru aftanfyri, tekur eina so óumhugsaða avgerð. Avgerðin um at taka hesi børn aftur til Føroya nú, er tikin fyri at spara pening, verður sagt. Tað er út av lagi illa umhugsað, at einki tilboð fyrst er fingið til vega í Føroyum. Hugsið tykkum, at hesi somu børn og familjur umaftur skulu ígjøgnum eina tíð við manglandi skúlatiboðum ella menningartilboðum av ymiskum slag. Børnini mugu vera heima, tí eingin stuðul verður settur í løtuni vegna setanarsteðg. Kanska mugu foreldrini aftur siga sítt arbeiði frá sær fyri at kunna vera um sítt barn. Kanska orka tey ikki hesa uppgávuna.
Eyðkenni hjá fleiri av her umrøddu børnum eru, at tey eru kedd, taka seg inn í seg sjálvi, hava ikki vinir, hava einki at takast við, og tíðin kennist long og innantóm. Summi eru hyperaktiv og koma út í misbrúk og kriminalitet. Ótti breiður seg við tíðini; børn sum skaða seg sjálvi, og børn, sum ikki orka ella hava hug at liva. Mammur sum ikki orka ella hava hug at liva.
Góða landsstýriskvinna við Almannamálum
Tak umhugsni og menniskjað fram um pengarnar og fíggjarligu atlitini. Hetta ber ikki til. Tá fólkið, sum her býr, grætur blóð, fyri at politikkarar skulu kunna byggja tunlar og vegir, tá er hetta ikki eitt land fyri øll. Hetta er ikki tað landið, okkum hóvar!