Tí fekk Jan sekkin

Formaðurin í HB greiðir her frá, hví felagið vil hava nýggjan venjara.

Fyrr í kvøld avdúkaði in.fo, at høvuðsvenjarin hjá HB, Jan Dam, hevur fingið sekkin. Tíðindini váttaði formaðurin í felagnum, Finnborgi Arge, sum tó sigur, at tey í felagnum einki ilt hava at siga um fyrrverandi verjukempu teirra.


- Veruleikin er, at hann er ein góður venjari, og at vit hava verið stak væl nøgd við arbeiðið hjá honum. Vit hava tó ikki fingið tey úrslitini, sum vit ætlaðu okkum, sigur Finnbogi.


Les eisini: HB-venjarin fingið sekkin


Hann viðgongur, at tað kann vera misvísandi, tí at HB undan kappingarárinum hevði ein málsetning um at gerast nummar fýra ella fimm, men nú ætlar sigursvanda felagið at leggja á annan bógv.


- Vit hava verið kritiseraðir fyri at vera ov tolnir, og nú vilja vit eina broyting generelt. Vit fara seta meira ferð á. Vit hava ein nýggjan málsetning, og hann er, at vit vilja verða nummar eitt næsta ár, sigur Finnbogi og peikar á, at ein partur av tí er at fremja hesa dispositiónina.


Um tit ætla at verða nummar eitt, so mugu nýggir leikarar eisini koma til?


- Nýggi venjarin sleppur at avgera hvussu hópurin fer at síggja út, men ja, tað er væntandi, svarar Finnbogi.


HB-formaðurin sigur, at tað enn ikki er nakað ítøkiligt at frætta um hvør fer at gerast nýggjur høvuðsvenjari í HB.


Venjarar hjá HB síðani 2000:

2000-2002: Ion Geolgau

2002: Jóannes Jakobsen og Kári Nielsen

2003: Frank Skytte

2004-2005: Heine Fernandez

2005: Julian Hansen

2006-2007: Krzysztof Popczynski

2007: Albert Ellefsen

2008: Rúni Nolsøe

2008-2009: Sámal Erik Hentze

2010: Kristján Guðmundsson

2010-2011: Julian Hansen

2011-2012: Sigfríður Clementsen

2013: Oddbjørn Joensen

2014-2015: Heðin Askham

2015: Milan Cimburovic

2016: Jan C. Dam