Jan Højgaard
formaður í Føroya Fiskimannafelag
Føroya Fiskimannafelag er nú aftur eitt rættiligt fakfelag, sum sjálvandi fyrst og fremst berjist fyri áhugamálunum hjá limunum. Og her meini eg ítøkiliga fyri hvørjum einstøkum limi, ið hevur verið fyri órætti ella í aðrar mátar er komin illa fyri. Tað sama er galdandi fyri heilar manningar ella partar av manningum, ið eru sleptar upp á fjall ella komnar undir trýst frá reiðarínum.
Hesin arbeiðsháttur eyðkendi ikki Fiskimannafelagið í tíðini undan mínum formansskeiði. Fleiri limir hava fortalt mær, at teir ikki altíð kendu seg vælkomnar á gátt á Bryggjubakka. Fyrrverandi formaðurin ígjøgnum meir enn trýati ár noktaði í fleiri førum at tosa við teir, tíansheldur koyra nakað mál fyri teir mótvegis reiðara ella øðrum myndugleikum. Tað kom meir enn so fyri, at heilar skipsmanningar máttu venda í hurðini, tí formaðurin ikki ynskti at tosa við teir. Møguliga tí hann við síni blaðútgávu hevði ov nógv um oyruni.
Soleiðis er ikki longur. Hesi farnu trý árini er talið av reistum málum hjá fiskimonnum fleirfaldað. Ikki tí, at tað í sjálvum sær er nakað gott tekin um støðuna hjá limum okkara. Tvørturímóti hevði verið munandi betri fyri allar partar, um hetta ikki var so. Tí so vitnaði tað kanska um eina sunnari vinnu og harvið betri umstøður hjá hvørjum einstøkum umborð.
Hópin av málum hava altíð verið har, men hesi vóru bara ikki áhugaverd hjá undanfarnu leiðslu í Føroya Fiskimannafelag. Men um bert viljin er til staðar, eru dømini mong um, hvussu eitt fakfelag sum okkara kann gera mun.
Vinna flestu mál
Lat meg nevna nøkur dømi. Ávísir reiðarar royna oftani at snúgva sær undan nøkrum av sáttmálabundnu krøvunum. Í flestu førum er talan um vantandi hýru, feriupengar ella pensjón. Tá ætlanin hjá slíkum reiðara ikki eydnast, tí fiskimenn mótmæla og krevja sín rætt, fer reiðarin onkuntíð so langt, sum til persónliga at hótta við at renna teir í land. Ikki bert er hetta forkastiligt, men beinleiðis ólógligt. Slíkan framferðarhátt hjá reiðarum hava vit fleiri dømi upp á seinastu trý árini. Tíbetur koma fiskimennirnir til okkara, tí uppgávan hjá einum fakfelag er júst at taka sær av slíkum. Í allar flestu førum taki eg mær persónliga av málunum, tosi við limirnar, útvegi allar viðkomandi upplýsingar og skrivi síðani eitt upprit til sakføraran hjá felagnum, sum fer víðari við málinum í rættin. Í so at siga øllum førum hava vit vunnið hesi rættarmálini.
Tað er í stóran mun slíkt virksemi, sum hart vunna limagjaldið hjá fiskimanninum verður nýtt til. Ikki sum fyrr, tá tað millum annað fór til kostnaðarmikla blaðútgávu, ið hvørki fíggjarliga ella á annan hátt sást aftur sum nakar vinningur fyri limirnar.
Vit føra eisini nógv rættarmál mótvegis tryggingarfeløgum, Almannastovuni, Als og øðrum myndugleikum, har fiskimenn eru komnir í knípu. Sum nakað nýtt bjóðar Fiskimannafelagið limum løgfrøðisliga hjálp. Til dømis í samband við keyp av bústaði, bili ella øðrum ognum.
Ein partur av arbeiðstíðini hjá mær fer eisini til at tosa við limir, sum eiga pening til góðar í reiðarínum, ella har reiðarin roynir at trýsta hýruprosentið hjá manningini niður. Higartil er hetta ongantíð eydnast nøkrum reiðara uttan í tí eina førinum. Men sum tey flestu helst vita frá fjølmiðlunum, varð reiðarin ta ferðina settur upp á pláss, tí hann noyddist at ganga við til eina semju.
Betri eftirløn
Hesi farnu trý árini havi eg sum formaður í Fiskimannafelagnum verið við til nærum at tvífalda eftirlønina hjá fiskimonnum. Í miðal úr 2,2 prosentum upp í 3,7 prosent. Eg hava eisini staðið á odda fyri at skaffa eina betri trygging, har limirnir fáa munandi meiri burturúr. Millum annað fær ein fiskimaður, sum fer um pensjónsaldur útgoldið umleið 75.000 krónur í hondina.
Tíverri hevur arbeiðið í nevndini hjá felagnum verið nakað darvað av ósemjum og bakbitum frá ávísum nevndarlimum. Harafturat hevur fyrrverandi formaðurin í felagnum – sum tann vánaligi taparin hann er – leikað í sum óður og nýtt hvørt høvi at spilt undrirritaða út, har orð sum karaktermorð nóg illa røkka til. Ikki bert tapti fyrrverandi formaðurin so dyggiliga móti mær. Nei, hann fekk enntá fægst atkvøður av øllum trimum valevnunum. Ein veruleiki, sum hann nú trý ár aftan á formansvalið framvegis ikki hevur sæð í eyguni.
At nevndin í stóran mun hevur koyrt í tveimum bólkum, er sjálvandi óheppið, men ómøguligt hevur verið at sloppið undan hesum. Vit í meirilutanum kunnu sjálvandi ikki góðtaka, at tey fáu uppskotini frá minnilutanum, sum hava verið løgd á borðið, nærum uttan undantak hava havt til endamáls at hjálpa reiðarunum. Til dømis við at lækka hýruprosentið og harvið skerja inntøkurnar hjá fiskimonnum. Tað sigur seg sjálvt, at hetta kunnu hvørki ein fakfelagsformaður ella tey, sum vilja limunum væl, góðtaka. Og tað verður ikki við mær sum formanni, at eitt slíkt mál nakrantíð kemur ígjøgnum.
Eisini er tað mær púra óskiljandi, at ávísir nevndarlimir beinleiðis hava mótarbeitt, at vit sum fakfelag hava átikið okkum leiklutin at koyra rættarmál fyri limir okkara mótvegis reiðarum, ið fremja órætt. Eg spyrji bara, um tað ikki er hetta, ið limirnir hava valt okkum til, og sum tí má vera okkara fremsta uppgáva?
Ístaðin fyri berjast saman við okkum, ið einans gera skyldu okkara mótvegis limunum, endar tað oftani við grovum persónligum álopum á undirritaða.
Reiðari sum formaður?
Góðu fiskimenn! Eg havi onki ímóti at fáa kapping í samband við formansvalið. Tit skulu bara gera tykkum eitt greitt, og tað er, at mótvalevnið hjá mær bæði hevur verið skipari og reiðari. Og hvar halda tit, at hansara hjarta liggur? Hjá fiskimonnum? Nix! Hendrik Old hevur altíð verið reiðarans maður við húð og hár bæði á landi og á brúnni. Og hetta kemur ikki at broytast fyri tað, um hann setir seg við róðrið á Bryggjubakka. So mikið kann eg lova tykkum.
Sum løgtingsmaður í meir enn 20 ár, er hann harafturat fyri langari tíð síðani vorðin eitt við tað politiska systemið, hvørs fremstu áhugamál eru at skerja okkara hart vunnu rættindi, herundir sjómansfrádráttin. Flokkur hansara sigur seg berjast fyri teimum lágløntu og veiku í samfelagnum. Tað kann væl vera, at onkur í flokkinum ger tað, men ikki Hendrik Old, sum í Løgtinginum øll 21 árini helt seg langt úti á høgra vongi á javnaðarliðnum. Altso er Hendrik Old ein funnin fressur hjá reiðarunum, sum í hesi løtu sita spentir og bíða eftir úrslitinum av formansvalinum og vóna, at hann vinnur valið.
Eg veit av egnum royndum, at soleiðis hanga tingini saman. Ta fyrstu tíðina eftir at eg varð valdur til formann, kom tað meir enn so fyri, at reiðarar í onkrum fundarsteðgi togaðu meg til síðis fyri at yvirtala meg at taka undir við teirra áhugamálum. Tá tað ikki eydnaðist teimum at “keypa” meg fóru teir sjálvandi eftir øðrum limum í nevndini hjá felagnum, og her hevur hepnið eftir øllum at døma verið munandi størri.
At mótstøðan móti mær alsamt er vaksin hjá reiðarunum, taki eg sum eitt herðaklapp, tí so veit eg, at eg havi vart mínar egnu limir. Hinvegin eru innanhýsis bakbitini móti mær og okkum, sum veruliga verja føroyska fiskimannin, ikki serliga hugalig, sjálvt um bæði eg, og tey sum taka undir við mær, ótroyttiliga hava arbeitt víðari til frama limir okkara.
Heima á jólum
Um tit velja meg aftur, kann eg lova tykkum limum, at eg – eins og farnu trý árini – framvegis fari at nýta hvønn arbeiðsdag í árinum til at berjast fyri tykkara rættindum. Tað verður ikki við mær sum formanni, at politikararnir sleppa at avtaka inntøkutrygdina hjá okkum fiskimonnum, sum ávísir partar alment hava róð framundir. Inntøkutrygdin er staðfest í sáttmála okkara, og eitt so grovt brot á sáttmálan fær sjálvandi tær avleiðingar, at flotin verður lagdur sama dag.
Heldur ikki verður tað við mær sum formanni, at fiskimenn á trolarum og nótaskipum skulu vera við til at gjalda olju, sum reiðararnir settu krav um í undanfarnu sáttmálasamráðingum. Hetta gera manningar á línuskipum, men tað hevur søguligar orsøkir. Hinvegin nýta línuskipini munandi minni olju, og sostatt tyngja hesar upphæddir ikki hýrurnar í so stóran mun. Tó fara eg at arbeiða fyri, at oljuútreiðsluparturin hjá manningum á línuskipunum minkar og helst heilt verður avtikin.
Fyri fólk umborð á trolarum og línuskipum hevði felags oljuútreiðsla merkt munandi skerjing í hýruni, tí oljunýtslan á hesum skipum er nógv størri. Og hví skulu fiskimenn gjalda eina utreiðslu, sum teir onga ávirkan hava á? Hetta fær eisini óhepnar fylgjur í aðrar mátar, tí tað fer at frítaka reiðararnar fyri ábyrgd av at spara olju.
Eg fari eisini at leggja stóran dent á at fáa eftirlønina ígjøgnum og seta sum krav til næstu sáttmálasamráðingar, at manningarnar fáa frí jólahalgidagarnar. Tað fer samstundis at spara upp á fiskidagarnar, sum frammundan eru ov fáir.
Gott Nýggjár og gott val!