Ein av teimum best kendu fjølmiðlamonnunum í Danmark tey seinastu nógvu árini Thøger Seidenfaden, blaðstjóri á Politiken, er deyður.
-Vit og Danmark hava mist ein av teimum heilt stóru blaðstjórunum í søguni. Tøger var ein varði í danskari pressu, samfelagskjakinum og á Politiken, sigur , sigur Lars Munch, fyritaksstjóri á Politiken, í tíðindaskrivi.
Tøger Seidenfaden doyði av krabbameini. Á sumri í 2003 varð staðfest, at hann leið av móðurmerkjakrabba. Fyri einum ári síðani stakk sjúkan seg uppaftur, men aftan á viðgerð fór Tøger Seidenfaden aftur til arbeiðis í mai í fjør. Í november bleiv staðfest, at sjúkan var komin aftur, og nú doyði hann.
Tøger Seidenfaden gjørdist blaðstjóri á Politiken í 1993. Hann var 53 ára gamal, nú hann doyði.