Minst 10 fólk eru deyð í ógvusligum áarføri í Rio de Janeiro í Brasila. Tað upplýsa myndugleikarnir í býum í kvøld, skrivar tíðindastovan AP.
##med2##
Borgarstjórin í Rio de Janeiro, Marcelo Crivella, upplýsir, at býurin er í »kreppustøðu«. Tað er í hægstu tilbúgving.
Millum tey deyðu eru tvey vaksin og eitt barn, sum vóru gyrd í einum bili undir einum skriðulopi.
Ógvusliga óveðrið byrjaði gjáramorgunin, tá tað upp á bara fýra tímar regnaði 152 millimetrar. Tað er meira enn tað regnar í miðal allan aprílmánað.
##med3##
Eitt serliga hart rakt øki í stórbýnum er íbúðarøkði kring botansika urtagarðin í býnum, har tað regnaði heilt upp í 213 millimetrar upp á 24 tímar.
Býráðið er hartað fyri vantandi ávaringar í fleiri av fátækrabýlingunum.
Millum annað í býarpartinum Babilonia ljóðaðu ávaringarlúrarnir als ikki. Her eru tvær kvinnur deyðar í einum skriðulopi.
Fátækrabýlingarnir sum eru á fjallasíðunum í býnum eru ógvuliga vandamiklir, tá tað regnar illa.
##med4##
Sambært býráðnum hava fleiri enn 100 øki í høvuðsstaðnum »øktan jarðfrøðiligan váða«.
Marcelo Crivella hevur longu í miðlum á staðnum viðgingið, at tilbúgvingin hjá myndugleikunum ikki hevur verið nóg góð. Samstundis hevur borgarstjórin funnist at vantandi fígging frá brasilsku stjórnini.
Tað eru bara tveir mánaðir síðani, at ógvusligt glopraregn kostaði seks fólkum lívið í Rio de Janeiro
/ritzau/