Tíggju kappast um at syngja best

Leygarkvøldið verður triðja umfarið í Ársins Songrødd kappingini í Badmintonhøllini í Havn

Leygarkvøldið verður triða umfarið av Ársins Songrødd 2004. Tiltakið verður í Badmintonhøllini í Havn frá kl.23:30-03:30.
Luttakararnir, sum verða 10 í tali, fara á pallin sum í ár er serliga bygdur til Ársins Songrødd. Tað er høvisstuðulin Føroya Banki og Tórshavnar Skipasmiðja, sum hava gjørt tað møguligt, at Ársins Songrødd 2004 nú hevur fingið til vega ein stóran yrkispall.
Miðalaldurin á teimum sum luttaka er umleið 18 ár. Tað kann í hesum sambandi nevnast, at í Suðuri var miðalaldurin 20 ár. 3 dreingir og 7 gentur fara á pallin leygarkvøldið, og tað er gjørt sera nógv burturúr fyri at ljósið og ljóðið skal rigga væl.
Aftan á sjálva kappingina verður megastórt DJ-SHOW við DJ-SWITCH, sum áskoðarafjøldin rættiliga hevur tikið til sín. DJ-SWITCH ella Pætur Magnussen, sum hann eitur dagliga, hevur við sínum venyl-plátuspælara og »scratchi« gjørt vart við seg og samstundis prógvað, at eisini ein Føroyingur megnar hetta fyribrigdi sera dúgliga eins og ein hvør annar útlenskur yrkis DJ.
Tað er nr.1 og nr.2 sum fara víðari í finaluna, sum eisini verður í Badmintonhøllina tann 5.juni.
Sponsorar umfarmt teir sum eru nevndir, eru: Kjallarin, Trend-floor, Zig Zag og CN-wear.

------

Á myndini sært John Holm úr Hvalba sum luttók í Suðuri síðsta leygarkvøld