Svimjing
HS stevnan hevur verið um vikuskiftið 30-31.okt. og má sigast at tað lá væl fyri .
Tað sum vit fyrst mugu leggja merki til er at vit fingu trý nýggj føroysk met, og sjey nýggj bólkamet.
Sum ikki einaferð varð tað Elspa Mørkøre úr FS sum varð stórslúkarin metum viðvíkjandi. Elspa setti nýtt føroyskt met í 200rygg við tíðini 2.27.29 og í 400 blandað við tíðini 5.20.09, bólkametini hon settið í sínum bólki ( 4 ) vórðu: 400 blandað tíðin 5.20.09, 100 rygg tíðin 1.10.22, 200 rygg tíðin 2.27.29, 200 frí tíðin 2.15.71.
Jutta Thomsen úr TS setti nýtt føroyskt met í 800 frí við tíðini 9.39.99 sum eisini var bólkamet í bólki 4.
Beinir Danielsen úr Flot setti nýtt bólkamet í bólki 5 í greinini 100 blandað við tíðini 1.05.7.
Kári J á Høvdanum FS setti nýtt bólkamet í bólki 4 í 200 rygg tíðin 2.20.96.
Úrslitið av kappingini gjørdist:
GullSilvurBronsa
1 HS543527
2 FS26127
3 Flot13126
4 TS10119
5 VS10912
6 Ægir985
7 Skegg3118
8 Reki010
Kristian Olsen úr Ægir svam eisini undir kravtíðina til Oyggjaleikirnar næsta ár í Hetlandi, tað gjørdi hann í greinini 50 frí, tíðin var 24.43
Henda kapping var eisini ein úttøkukapping til kappingina NJM, Nordisk Junior Mesterskaber sun verður í Nærum í Danmark fyrsta vikuskiftið í Desember.
Tey sum kunnu luttaka í ár eru dreingir føddir í 1987 og 88 , og gentir føddar í 1989 og 90. Eftir kappingina tók landsliðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti hesi út: Per Síminarsson Hansen og Beinir Danielsen úr Flot, og Annu Kristinu Eysturberg og Juttu Thomsen úr TS .