Tíggju slíkar bingjur fara nú í brenniovnin

Tá eingin móttøka verður í heyst, fer ein nøgd av seyðaskinnum, sum svarar til umleið 10 slíkar bingjur, aftrat í brenniovnin hjá IRF.

 

 

Á hvørjum heysti plagar IRF at vísa á, at tað, sum dálkar mest í brenniovninum á Hagaleiti í Leirvík, eru seyðaskinn. Tí heitir felagsskapurin á fólk, sum fletta, um at lata skinnini til endurnýtslu hjá góðkendari móttøku.

Í Føroyum er í løtuni bara ein góðkend móttøka til saltaði seyðaskinn til útflutnings, og hesa góðkenning hevur Sp/f Oikos í Bø. Men, sum In.fo skrivaði í fyrrakvøldið, fer Oikos ikki at taka ímóti skinnum í heyst.

Tískil má roknast við, at tey seyðaskinn, sum Oikos plagdi at keypa, enda í brenniovninum hjá IRF, og talan er ikki um smávegis nøgdir.

At tað ger mun at salta og endurnýta, kann lýsast við myndini av hesi bingju, sum varð fylt við saltaðum seyðaskinnum í fjør heyst. Bingjan er 40 fót; hon er full, og her eru 3.400 skinn, sum í fjør vórðu saltað til felagið Oikos. 

Siga vit, at felagið í fjør keypti umleið 33.000-35.000 seyðaskinn tilsamans, er hetta upp í 10 slíkar bingjur, sum hendan á myndini - og í heyst fer alt hetta í brenniovnin, umframt tey seyðaskinn, sum annars ikki høvdu komið til sættis.

Niðurstøðan er, at tað so sanniliga ger mun - eisini fyri umhvørvi - at lata seyðaskinn til endurnýtslu heldur enn at lata tey í brenniovnin hjá IRF. Men, í heyst er tað so ein veruleiki, at Oikos onga móttøku fer at hava og eingi seyðaskinn fer at keypa.