Tíggju vinnarar avdúkaðir á G!

Fyri eini løtu síðani var ein serlig løta á G!, tá ið Amnesty International í Føroyum avdúkaði, hvørjir tíggju sangir sleppa á nýggju Amnesty fløguna.

Amnesty International verður 50 ár í ár, og í hesum sambandi skrivaði Amnesty Føroya deild út eina sangskrivarakapping. Heili 41 løg vórðu send inn til kappingina, og av teimum koma tey 10 á fløguna, sum kemur út seinni í ár.

5 dómarar hava sitið í dómsnevndini, og hesi eru:

Endamálið við kappingini var at fáa fólk at hugleiða um mannarættindi og javnrættindi.

Annars eru 20 ár liðin, síðani Amnesty gav út sína fyrstu fløgu, og hendan fløgan er vorðin fólkaogn og hevur fingið føroyingar at hugsa og syngja um mannarættindi.

Tey tíggju løgini, ið ein samd dómsnevnd hevur valt eru fjølbroytt, heilt frá frá poppi til harðan rokk.

Løgini eru - og tey eru í tilvildarligari raðfylgju:

1.Sláa styrki saman. Orð og lag eiga Noel Joensen og Birgir Jóhannessen.

2. At vera til Kára Jacobsen hevur skrivað orð og lag og Lindu Andrews syngur.

3. Ganga á góðum gøtum. Steintór Rasmussen eigur orðini og Eyðun Nolsøe eigur lagið

4. Tilvild. Petur Háberg hevur gjørt bæði orð og lag

5. Sangur til tín. Orð og lagi eigur Unn Patursson

6. Í hjartanum skrivað. Orðini eigur Emily Næs og dóttir hennara, Lív Næs, bæði syngur og eigur orðini

7. Verð fyri øll. Bárður Johannesen eigur orð og lag.

8. Viljin Her er aftur samstarv ímillum móðir og dóttir. Orðini eigur Hansa Fjallstein og dótturin, Vígdis Fjallstein, eigur lagið og syngur

9. Hygg rundan um Bartal Augustinussen eigur orð og lag. Bartal og Guðrun Háberg syngja og spæla

10: Brendar brýr: Petur Pólson hevur skrivað orðini, og Benjamin Petersen eigur lagið.