Tíggjutals tons av seyðakjøti upp í royk

Leskiligt seyðakjøt út Íslandi mátti brennast í síðstu viku, tí tað livdi ikki upp til ES-krøv. Talan er um tíggjutals tons av bæði seyði og lundum, sum føroyskar heilsølur hava innflutt. Heilsufrøðiliga starvsstova hevur steðgað kjøtinum á bip-støðini í Kollafirði, tí tað var ikki heilt so kalt, sum kravt verður í ES-reglum

Gott íslendskt kjøt og lundar í hópatali av Vestmannaoyggjunum vóru í síðstu viku brend á Brennistøðini á Hjalla. Orsøkin er, at matvørurnar ikki livdu upp til strongu ES-krøvini, sum marknaeftirlitsstøðin í Kollafirði setir til vørur úr triðjalondum.
Marknaeftirlitsstøðin í Kollafirði er eitt úrslit av ES-avtaluni frá 2001. Allar vørur skulu kannast viðvíkjandi góðsku og merking.
Talan er um tvær ymiskar sendingar av matvørum úr Íslandi, sum heilsølurnar Poul Hansen, K-heilsøla og Føroya Keypsamtøka hava fingið fraktað til Føroya við íslendska farmaskipinum Ernir.

Minst 9 tons av kjøti
Sambært Árna Dam, stjóra á Skipafelagnum, sum er umboð hjá skipinum, var talan um níggju tons av seyðakjøti, sum kom fram 8. september, og eini 17 tons, millum annað 2000 lundar, síður og ryggjastykkir av seyði, sum komu 15. september.
? Lastin skal vera minst 18 kuldastig. Tá kannað var á bip-støðini í Kollafirði, lá fyrsta lastin milllum 13 og 15 kuldastig, og tann seinna lastin hevði bara 5,5 kuldastig. Tað er bara loyvi at liggja 3 hitastig undir, so lastin slapp ikki í handlarnar. Hatta var allar fínasti matur, sum eingin hevði tikið skaða av at etið hann, men eftirlitið er vorðið so strangt, at har er einki at gera. Og tað er eisini í fínasta lagi. Vit mugu liva upp til altjóða krøvini, sigur Árni Dam.
Tey fyrstu níggju tonsini eru longu brend, men óvist er, hvør lagnan hjá teimum næstu 17 tonsunum er. Tað ljóðar, at tey skulu aftur til Íslands. Innflytarin hevur 60 dagar at fáa vøruna av landinum. Í øllum førum er greitt, at tey ikki koma í føroysku køli- og frystidiskarnar.

Fyri milliónir
Skivan í íslendska farmaskipinum, sum er ein gamal íslendskur trolari, vísti annars 21 kuldastig, tá hann varð kannaður í Kollafirði. Sostatt er tað neyvan skipinum, tað er galið við, men helst flutninginum annars. Kanska hevur vøran staðið ov leingi á bryggjuni í Íslandi, ella kanska er okkurt galið við bilflutninginum. Tað verður nú kannað.
Enn er ikki gjørt neyvt upp, men greitt er, at talan er um eina milliónaupphædd í søluvirði, sum er farin fyri skeyti.
Føroysku fyritøkurnar missa einki av málinum skilst, tí vøran beinanvegin varð afturvíst á bryggjuni í Kollafirði. Báðar lastirnar vóru tryggjaðar. Tryggingarfeløgini keglast nú um, hvør skal rinda, og tí verða neyvar kanningar gjørdar, so ábyrgdin kann staðfestast.