»Tøgn er ræðulig«

SJÓNLEIKUR. Einmansleikurin »The perfect Equal« verður sýndur í kvøld og tórskvøldið. Hann er drama um fimm samkyndar íslendskar menn. Um at ræðast seg sjálvan. Og um drepandi tøgnina?

Tað er týdningarleyst; men sjónleikarin er samkyndur. Kortini hevur tað týdning at vera samkyndur. Og avleiðingar. Felix Bergsson fer í kvøld og í annaðkvøld kl. 20 á pall í Gamla Meiarínum í Havn við einmansleikinum »The perfect Equal«. Sýningin í kvøld er á enskum, meðan hin tórskvøldið er á íslendskum.

Einastandandi Felix Bergsson spælir fimm samkyndir íslendingar í tí tveir tíma drúgva leikinum. Roynt verður at lýsa tilveruna sum íslendskur samkyndur. Munur er á monnum. Aldurin á leiklutunum er úr 20 og upp í 60 ár! Hin yngsti er vónríkur, opinskáraður og ósmæðin, meðan hin elsti er innanhokin, trútin og so at siga steinrunnin í tilveruni sum »ógrøðiligur geikari«.


Illa lýddi veruleikin

Leikstjórin í átta manna stóra ferðalagnum, altingskonan, Kolla Halldórsdóttir, sigur, at leikurin er ongin klisje. Talan er ikki um eina tíðarbundna søgugongd, sum vísir, hvussu íslendingar fyrst staðfesta, at teir eru samkyndir, og síðani flýggja til Reykjavíkar ella annan stórbý. Kolla Halldórsdóttir hevur verið við í ætlanini allan vegin. Eisini meðan leikurin varð skrivaður, men tað er leikarin sjálvur, Felix Bergsson, ið hevur skrivað leikritið. Hetta hevur verði dreymur hansara, sum hevur leikað hinskyndar leiklutir alt sítt sjónleikaralív.

? Eg havi skrivað um veruleikan, sum øll vita er til, men summum ikki dámar. Eftir mínum tykki liva hinskynd og samkynd tvey javnfjar lív við passaligari frástøðu, og síggja og skilja tessvegna ikki hvønn annan. Hetta er áhugavert, og hesin leikur ger kanska sítt til, at fólk, ið vilja, fara at skilja samkynd betur enn áður, sigur Felix Bergsson.


Drama um menn

Hóast einmansleikur, er talan ikki um vanligan »stand-up« sjónleik. Meðan Felix leikar, fara telduviðgjørdar upptøkur eftir risastórum filmsskíggja, og ljós og ljóð eru eisini týdningarmiklir partar av framførsluni. Listagreinirnar í einmansleikinum eru tískil mangar og fjølbroyttar. Her er sjónbandalist, leiklist, tónleikalist, klædnalist, ljóðlist og mangt annað. Leisturin til leikháttin kemur úr Kanada, har t.d. leikurin um Hamlet, prins, hevur verið sýndur á hendan hátt.

? Vit halda leikháttin vera spennandi og øðrvísi, og evnið, sum vit hava tikið fram í leikinum, ger ikki leikin minni øðrvísi. Lív teirra mongu samkyndu hevur verið eitt lív í tøgn. Men eg haldi, at tað er gott at tosa um hesar lutir. Kanska fólk fara at skilja, at vit eru ikki øll sama slag, Vit eru ymisk og sjálvstøðug menniskju. Kortini skal sigast, at leikur okkara er ongin fyrilestur. Ongin »íslendsk sosialrealisma«. Ongin frálærutími. Ongin hóttandi fremstifingur. Hann er eitt drama um fimm samkyndar íslendskar menn og tað, vit kunnu nevna sjálvsræðslu. At ræðast seg sjálvan; í hesum førinum, tí hini siga, at ein er vandamikil. Og kanska í størsta mun er boðskapurin í leikinum, at tøgn er ræðulig. At tøgn er drepandi?


Samkynd fylkjast

Íslendsku ummælini hava verið mong og góð, síðani leikurin varð frumvístur í januar. Einir 5.000 íslendingar hava sæð leikin, sum hevur elvt til rættiligt orðaskifti har á landi. Eftir leiklok í ymsku sjónleikarahúsunum í Íslandi, hevur verið skipað fyri kjaki, har fólk hava fingið høvi at siga hugsan sína um leikin og eyma evnið. Seinastu vikurnar hevur átrúnaður verið drigin upp í blaðkjakið, sum er komið í kjalarvørrinum á sjónleikinum.

? Kreftir í íslendsku kirkjuni royna at berja okkum við Bíbliuni. Tað er ótrúligt, hvat fólk hata. Fólk hata mangan tað, teimum ikki líkar og tað tey ikki skilja. Soleiðis vera fordómar føddir; tí fólk ikki eru nóg væl skúlað, sigur Felix, og nevnir eitt dømi um avleiðingarnar av hesum fordømingum.

? Ein unglingur, sum er í ætt við fyrrverandi konu mína, royndi herfyri at beina fyri sær. Tí hann er samkyndur, og ikki megnaði at standa ímóti ógvusligu fordømingini í m.ø. bløðunum. Eg havi verið sera sorgarbundin av hesum tilburði, sigur Felix Bergsson.

Glottar eru kortini. Leikurin hevur eftir øllum at døma elvt til, at ung samkynd í Íslandi eru farin at fylkjast. Á íslendska fróðskaparsetrinum er stovnaður felagsskapur fyri samkynd. Fyribils eru 200 limir.