Í eini tvey ár hevur kritikkur heglað niður yvir Landsjúkrahúsið fyri oyðsl og manglandi fíggjarstýring. Útreiðslurnar eksploderaðu, einki tamarhald var á útreiðsluvøkstrinum.
Eingin ov høgur og eingin ov lágur at luttaka í tí sundurlemjandi kritikkinum.
Fyri einum ári síðan var so avgjørt at seta eina mió. kr. av á fíggjarlógina til Fíggjarmálaráðið, so tey kundu seta í verk eina kanning av fíggjarstýringini á Landssjúkrahúsinum. Fyri, at tað skuldi síggja vakrari út, vóru sjúkrahúsini í Suðuroy og í Klaksvík tikin við. Bert í kanningini, ikki í tí dagliga kritikkinum.
Í samgonguskjalinum var avtalað, at tilmælið frá kanningini skuldi fylgjast. Við kanningini í hond skuldi endaliga fáast skil á Landssjúkrahúsinum.
Nú er kanningin liðug, og Fíggjarmálaráðið og Almannaráðið hava havt stundir til at lesa og gera viðmerkingar til frágreiðingina, áðrenn hon var kunngjørd 20. november.
Men so var tøgn, larmandi tøgn.
Tómar tunnur buldra mest, sum tikið verður til
Einasti, sum lat við seg koma, var Tórbjørn Jacobsen, sum á tíðindafundi skrálaði upp um, at nú var endiliga prógv fyri oyðslinum og manglandi fíggjarstýring á Landssjúkrahúsinum. Hann má hava lisið frágreiðingina, sum hin versti lesur bíbliuna. Sum hálvlisin teologur átti hann at dugað betri at lisið. Tankin sló meg, at um tað var líka lítið hald í øðrum, sum hann geylar upp um sum í hesum, so er tað ivasamt, hvat býr millum oyrini hjá honum. Tómar tunnur buldra mest, sum tikið verður til.
Bíligasta sjúkrahús í norðanlondum
Bíligasta sjúkrahús í norðanlondum. Soleiðis verður tað so vakurt orðað í frágreiðingini. Bíligari enn sjúkrahús í Danmark, sum annars fáa stóran kritikk, tí sjúkrahúsinini har liggja lægst í Evropa. So hetta merkir í verunleikanum, at vit hava bíligasta sjúkrahús í Evropa.
Er hendan plaseringin so ein heiður, ella er hetta eitt tekin um, at játtandi myndugleikar ikki vilja síggja í eyguni, at tað kostar at reka eitt sjúkrahús. Er hetta ikki meira eitt tekin uppá, at játtanin til Landssjúkrahúsið ígjøgnum nógv ár, ja nógv longri enn kanningin fevnir um, hevur verið alt ov lítil og ført til, at flest allir bygningar og útgerð hjá sjúkrahúsinum er niðurslitin.
Raksturin av sjúkrahúsinum útarmaður
Vanliga er útreiðslubýtið millum rakstur og lønir soleiðis, at 60% av útreiðslunum fara til lønir og 40% fara til rakstur. Á landssjúkrahúsinum er býtið ávikavist 80% og 20%. Sjúkrahúsið á Bornholm verður millum annað tikið sum dømi. Har hava tey dupult so nógv til raksturin, sum Landssjúkrahúsið hevur. Í februar legði eg leiðina framvið Randers Sjúkrahús og tosaði har við ein starvsfelaga. Spurdi hvussu 2007 hevði hilnast hjá honum. Hann greiddi frá, at tá hann hevði gjørt alt tað viðlíkahaldið, sum skuldi gerast og eina nýggja kaffistovu til eina deild, sum hann helt, trongdi til, so hevði hann eina hálva mió. kr. eftir, sum hann lat aftur til leiðsluna fyri sjúkrahúsið. Hann hevði ongar trupulleikar við at fáa játtan til raksturin. Hatta ljóðaði sum eitt ævintýr í mínum oyrum. Á Landssjúkrahúsinum skal hvørt oyra vendast, og so stendur tað kortini og forfellur, tí játtanin er alt ov lítil.
Orðingin í samgonguskjalinum
Heilsumál:
Í heilsuverkinum skulu fyribyrgjandi, viðgerandi og røktarligu heilsutænasturnar styrkjast m.a. við bygnaðarligum broytingum og samskipan.
Dygdarmenning av sjúkrahúsverkinum
Sum høvuðsstovnur í heilsuverkinum skal sjúkrahúsverkið dygdarmennast og nútímansgerast sambært álitinum um Framtíðar sjúkrahúsverk. Í høvuðsheitum skal hetta bera í sær, at:
• Sjúklingar skulu hava betri tænastu, sjúklingaumboð setast, viðgerðarætlanir gerast fyri
høvuðssjúkuøkini, og bíðitíðirnar styttast stigvíst móti tveimum mánaðum.
• Strategiskar menningarætlanir skulu gerast fyri heilsustarvsfólk við størri denti á eftirútbúgving
og áhaldandi førleikamenning.
• Sjúkrahúsini skulu samskipast til betur at kunna virka sum ein eind, bæði við yvirskipaðari leiðslu
og við at skipa tvørgangandi funktiónir millum sjúkrahúsini.
• Sjúkrahúsverkið skal knýtast at viðurkendari góðskustýringarskipan fyri at tryggja, at sett mál
um dygd og trygd verða rokkin og støðugt eftirmett.
• Fastar mannagongdir skulu skipast um samskifti og samstarv um einstaka sjúklingin millum
sjúkrahúsini, kommunulæknar og Nærverkið.
• Samstarvið við sjúkrahús uttanlands skal víðkast. Reglurnar fyri visitatión til viðgerð uttanlands
verða endurskoðaðar.
• Nútíðargerð av Landssjúkrahúsinum heldur fram sambært langtíðarætlan. Viðv. Klaksvíkar
sjúkrahúsi verður arbeiðsbólkur settur at gera eina tilráðing um nútíðargerð.
• Arbeiðið við at seta í verk Talgildu Heilsuskipanina fyri sjúkrahúsini og kommunulæknaskipanina
skal fulførast í 2009.
• Fíggjarstýringin og gagnnýtslan av tilfeinginum skal effektiviserast út frá niðurstøðunum í
sonevndu búskettanalysuni av sjúkrahúsunum.
Hetta má saktans merkja, at vit skulu hava somu upphædd fyri tað arbeiði, vit gera sum grannar okkara.
Er nú vend komi í holuna ella bert deyðatøgn?
Úrslitið av kanningini var ikki, sum væntað. Har er einki oyðsl á Landssjúkrahúsinum, og tað, at útreiðslurnar eksplodera, er einki óvanligt. Ætla tit ábyrgdarfullu politikarar at fylgja orðaljóðinum í samgonguskjalinum, nú kanningin gekk tykkum ímóti, koma tit við einari játtan til Landssjúkra-húsið, ella halda vit fram, sum vit plaga, við krøvum um sparingar og rationaliseringar?
Tøgn ella alment kjak.
Nógvir spurningar eru, sum tað kundi verið áhugavert at fingið eitt kjak um. Hetta skriv gerst ov langt, um eg skal koma inn á allar spurningarnar, sum eru fyri framman. Tí skal eg her bert nevna nakrar, sum eg haldi kundu verðið áhugaverdir at fingið eitt kjak um. Eg fari helst seinni at koma við mínum ískoyti til nøkur av hesum evnum.
• Framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum frá 2005. Hetta hevur ongantíð verið í almennum kjaki.
• Skipanin av sjúkrahúsverkinum við einum superstjóra, sum nevnt í omanfyri nevndu frágreiðing.
• 10 ára byggiætlan fyri Landssjúkrahúsið frá 2005, og sum er í ferð við at verða dagførd.
• Út- og umbygging av Klakvíkar sjúkrahúsi, sum nevnt í omanfyri nevndu frágreiðing.
• Bygging av nýggjum psykiatriskum depli.
• Tørvurin á serlæknum, kommunulæknum og tannlæknum.
• Fíggjarkanningin av sjúkrahúsverkinum frá 2008.
• Útgreining av týdninginum av sjúkrahúsverkinum í fyrstu deild ella á norðurlendskum støði:
Hetta er eisini eftirspurt í fíggjarfrágreiðingini.
Hetta eru áhugaverd evni av stórum týdningi fyri Føroya fólk, og sum áttu at tolað eitt alment kjak.
Hetta er skrivað fyri egna rokning.