Vit ætlaðu at fáa viðmerkingar til málið um mvg-endurgjald fyri persónbilar frá Taks, men tað hevur ikki eydnast okkum.
Stjórin, Arnold Nielsen, er burturstaddur, og tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá virkandi stjóranum, Hjørdis Gaard.
Vit ætlaðu annars at spyrja, hví Taks ikki hevur goldið pening út, tá avgerð hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini stðafestir kravið hjá borgaranum. Um Taks hevur kunnleika um, hvussu nógv krøv eru send inn um mvg-endurgjald. Um Taks fer at viðgera hesi krøv sambært seinasta úrskurðinum hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini. Og um tað hevur áhuga hjá Taks at dríggja viðgerðina av rættarmálinum í Føroya Rætti, soleiðis at alt fleiri krøv fella fyri fyrningarfreistini.