- Vit síggja eina samanrenning av politikki og religión, sum als ikki hoyrir heima í protestantiskum hugsunarhátti!
Vit sita í hugnaliga køkinum í prestagarðinum í Kvívik. Uttan fyri gluggan handan beru trøini í stóra garðinum sæst arbeiðsplássið hjá Marjun Bæk, Kvívíkar Kirkja. Marjun hevur nógv at gera, nú jólini nærkast. Men hon hevur tó játtað at svara nøkrum spurningum um sína trúgv, føroyskt trúarlív anno 2006 og politisku avleiðingar tess.
Ræðulig gudsfatan
Og skjótt stendur einum greitt, at gudfrøðingurin í Kvívik ikki er so glaður fyri alt, sum verður gjørt og sagt í Guds navni. Av og á kennir hon ikki aftur tann Gudin, sum hon sjálv trýr á, og sum altíð hevur verið ein natúrligur partur av hennara lívi. Og onkuntíð hevur hon trupult við at finna tann kærleiksfulla Gudin, sum fyri hana er opinberaður í Jesusi. Og sum hon í gerandisdegnum biður til og roknar við. Marjun Bæk fer at tosa um ymsar gudamyndir.
- Mong menniskju hava eina ræðuliga gudsfatan. Hugmyndin um hendan revsandi og kontrollerandi gudin, sum er til reiðar at revsa allar syndir, sigur Marjun Bæk.
Og kvívíkarprestur metir, at henda gudamyndin trívist væl í Føroyum. Hon varnast hetta, bæði tá hon hevur privatar samtalur við fólk, men ikki minst í almenna rúminum. Og hesa gudamynd vil Marjun gera upp við.
- Gud er kærleiki og opinberaður gjøgnum Jesus Kristus. Alt annað skal síggjast gjøgnum henda treytaleysa kærleika. Kærleiksboðini eru sjálvur essensurin. Guds lóg er oman fyri allar aðrar lógir, og hana bróta vit órevsað hvønn tann einasta dag, slær Marjun fast.
Himmalrópandi óvitan
Tí harmast Marjun um, at føroyskir politikarar nýta bíbliuna sum uppslagsverk til at finna syndir og veikleikar hjá øðrum. Og sambært prestinum í Kvívík avdúkar hetta eina himmalrópandi óvitan um kristindómin og tess søgu.
- Boðskapurin hjá Luther var, at verðsliga valdið skal taka sær av verðsligari lóggávu og verðslig-ari revsing, meðan kirkjan skal taka sær av gleðiboðskapinum og náðini. Hesa meginreglu liva ávísir føroyskir politikarar als ikki upp til. Teir eru politikarar, og minsta kravið til teir má vera, at teir skulu arbeiða POLITISKT og viðgera ymsu málini POLITISKT. Í staðin síggja vit eina samanrenning av politikki og religión, sum als ikki hoyrir heima í protestantiskum hugsunarhátti, sigur Marjun Bæk.
Sambært henni hoyra skriftstøð ikki heima í løgtinginum. Og fyri hana er okkurt spinnandi galið, tá mørkini kámast millum evangelistar og politikarar. Millum evangeliið og verðsliga lóggávu. Tá “fundamentalisman”, sum hon sjálv kallar tað, gerst partur av politiska arbeiðinum.
- Tá ein politikari hevur tørv á at grundgeva við Gudi og bíbliuni í hond, so avdúkar hetta bert, at honum vantar grundgevingar. Politiskar grundgevingar. Og slík misnýtsla av Gudi og bíbliuni dregur kristindómin niður á eitt støði, har hann als ikki hoyrir heima, sigur Marjun Bæk.
Kærleikin er reyði tráðurin
Men kann ein ikki eisini finna tann revsandi og vreiða Gudin í hesi somu bíbliu? Er tað ikki bara Marjun Bæk, sum hevur valt kærleiksboðskapin úr rúgvuni? Hvat við tí gamaltestamentliga Gudinum? Hvat við teimum óteljandi skriftstøðunum, har Gud vísir seg sum hin vreiða dómaran? Kann ein og hvør ikki rættvísgera sín Gud við støði í skriftini? Er sannleikin ikki, at bíblian rúmar ymsar gudamyndir, sum ikki eru konsistentar?
- Altso, tú kanst sjálvsagt lesa bíbliuna og seta saman tann Gudin, sum tú vilt hava. Versini eru mong og kunnu pilkast sundur og setast saman alt eftir, hvat endamálið er. Men sjálv standi eg á protestantiskari grund, og í protestantisku siðvenjuni er kærleikin tann reyði tráðurin. Gud er opinberaður gjøgnum Jesu kærleika, og kærleiksboðskapurin er miðdepilin. Tað broytir einki, um onnur vers rúma aðrar áskoðanir um Gud. Bíblian er ikki ein telefonbók, har vit menniskju kunnu sláa upp og fáa endaliga svarið, slær Marjun fast.
Men hvat er bíblian so? Og hvussu skulu vit fyrihalda okkum til eina bók, sum kann skiljast og tulkast á so mangar ymiskar hættir? Og sum eftir øllum at døma skapar so stóra ósemju millum fólk? Presturin í Kvívík er greiður.
- Bíblian er eitt vegleiðandi bókasavn við kærleiksboðskapi Kristusar í miðdeplinum. Ein sokallað kanon. Ein savning av útvaldum ritum. Eitt tíðar- og staðarbundið mannaverk, sum endurspeglar, hvørjar hugsanir fólk undir ymsum umstøðum hava havt um Gud, sigur Marjun. Tí vendir hon sær ímóti bókstaviligum bíbliulesnaði. Og tí hevur hon ongar trupulleikar av einstøkum versum, sum kunnu nýtast ímóti hennara egnu gudsfatan.
- Vit kunnu lesa bíbliuna, sum ein fundamentalistur lesur Koranina, ella vit kunnu lesa og tulka hana við viti og skili, staðfestir Marjun Bæk.
Statur og kirkja hoyra saman
Í nærmastu framtíð skal fólkakirkjan yvirtakast, samstundis sum nýggj stjórnarskipanarlóg skal viðgerast. Men enn hevur lítið og einki kjak verið um, hvørjar relatiónirnar skulu vera millum politiska myndugleikan øðrumegin og kirkju/kristindómin hinumegin.
Í Norðurlondum er nógv hent á hesum øki seinastu árini. Í Svøríki varð kirkjan skild frá statinum fyri seks árum síðani eftir 450 ár við kristindómi sum statsreligión. Í Noregi eru somu ætlanir stungnar út í kortið, hóast hetta helst ikki verður veruleiki fyrr enn í 2013. Og í Danmark vil partur av bæði stjórnarflokkinum Venstre og andstøðuni strika kristindómsins serrættindi í grundlógini og skilja sundur stat og kirkju.
Men hvat skal vera formella sambandið millum verðsliga myndugleikan øðrumegin og fólkakirkju/kristindómin hinumegin her á landi?
- Eg meti, at fólkakirkjan framhaldandi skal vera partur av almenna myndugleikanum. Fólkakirkjan umboðar 85 prosent av fólkinum, og sambandið millum kirkju og stat hevur verið søgulig siðvenja í 500 ár. Og eg meti eisini, at kristindómurin skal nevnast í eini komandi stjórnarskipan. Ikki fyri at veita fólkakirkjuni serrættindi, men fyri at konstatera ein søguligan veruleika í Føroyum, sigur Marjun Bæk.
Men er talan ikki um eina andsøgn, tá Marjun ákærir føroyskar politikarar fyri ikki at skilja sundur religión og politikk, samstundis sum hon ynskir at varðveita eina statsreligión og eina statsliga fólkakirkju?
- Myndugleikin eigur at varðveita sambandið við etiska grundarlagið, sum er kristindómurin. Okkara verðsliga lóggáva er sprottin úr kristnum virðum, og tað hevur verið ein greiður samanhangur millum kristnan etikk og politisk mannarættindi. T. d. slóðaði trúbótin fyri talufrælsinum, og Luther tók politiska valdið frá kirkjuni. Um vit eru trúgv móti protestantiska arvinum, falla vit ikki í sekteriskar grøvir, sigur Marjun Bæk.
Fyri prestin í Kvívík er kristni arvurin við øðrum orðum ein fortreyt fyri – og ikki ein forðing fyri – einum verðsligum politiskum myndugleika. Ein orsøk til, at kristni heimurin hevur skilt sundur religøsa og politiska valdið. Men hesar meginreglur eru hóttar. Og sambært Marjun er tess týdningarmiklari at tvíhalda um protestantiska skilnaðin millum politikk og religión.
--
Fakta um
Marjun Bæk
Fødd í 1950
Útbúgvin gudfrøðingur á Københavns Universitet í 1981.
Sóknarprestur í Norðstreymoy síðani 1986.
Nevndarlimur í Føroya Prestafelag og limur í Vísindasiðseminevnd Føroya frá 1986-1998.
Hevur undirvíst í átrúnaði og týtt og skrivað rit og bøkur.