Ein telefonsamrøða klokkan 09.14 hin 31. oktober í fjør er seinasta vísa lívstekin um, at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, var á lívi. Bert 34 minuttir eftir hesa telefonsamrøðu, ringdi elektrikarin og grannin, Tommy Skansen, til Anne-Elisabeth Hagen, men tá varð telefonin hjá henni ikki tikin.
- Eg ringdi til Anne-Elisabeth Hagen klokkan 09.48, men fekk einki svar. Hetta undraði meg, tí vit høvdu eina avtalu um, at eg skuldi býta lampurnar í køkinum um, sigur elektrikarin, Tommy Skansen, við VG.
Spurningurin er so, hvat hendi í heiminum í Lørenskog eftir telefonsamrøðuna klokkan 09.14, og til elektrikarin ringdi ein góðan hálvan tíma seinni. Illgerðin, sum hugsandi er framd móti ríkmanskonuni, kann vera farin fram beint eftir telefonsamrøðuna.
Kanningarleiðarin, Tommy Brøske, vil ikki fara í smálutir um neyvu tíðarbilini í heiminum í Lørenskog henda morgun, men vísir á, at løgreglan heldur seg til alt tíðarskeiðið – frá samrøðuni klokkan 09.14 og fram til fráboðanina hjá manni hennara, Tom Hagen, umleið klokkan 14.10 sama dag.
- Men, vit eru greið yvir, nær Anne-Elisabeth Hagen henda morgun gavst at svara telefonini, sigur Tommy Brøske við VG. Norska blaðið veit eisini at siga, at Anne-Elisabeth Hagen var einsamøll heima, tá hon tosaði í telefon klokkan 09.14.
Tommy Brøske sigur, at kanningarnar higartil vísa, at maður hennara, Tom Hagen, kom á arbeiðsplássið um morgunin hin 31. oktober millum klokkan 09.10 og 09.15.
Men, hvussu vís er løgreglan so í, at seinasta lívstekin frá Anne-Elisabeth Hagen var henda morgun klokkan 09.14?
- Í okkara høvuðsástøði halda vit okkum til, at seinasta lívstekin er telefonsamrøðan klokkan 09.14, men áðrenn øll gongdin í málinum er fullgreið, skulu vit vera varin við avgjørdum niðurstøðum, sigur Tommy Brøske.
##med2##
Hvat kann løgreglan so siga um næst seinasta lívstekini frá Anne-Elisabeth Hagen?
- Tað vilja vit einki ítøkiligt siga um, men vit kunnu vátta, at næst seinasta lívstekin var fyrr sama morgun, hin 31. oktober, sigur kanningarleiðarin.
Elektrikarin, Tommy Skansen, býr beint við heimið hjá norsku ríkmanshjúnunum, Anne-Elisabeth Hagen og miljarderinum, Tom Hagen, og hann hevur áður gjørt fleiri uppgávur í húsunum hjá teimum.
- Tá eg plagdi at ringja til hennara, og hon ikki svaraði, plagdi hon at ringja aftur, sigur elektrikarin, sum í nevnda føri gjørdi avtaluna við Anne-Elisabeth Hagen tvær vikur frammanundan.
Nakrar dagar eftir hin 31. oktober í fjør vendi løgreglan sær til Tommy Skansen og spurdi um samband hansara við heimið hjá ríkmanshjúnunum, og hann varð eisini spurdur, um hann hevði lagt merki til nakað óvanligt í umhvørvinum.