Hósvík: - Tað er bara super at sleppa út úr skúlastovuni eina løtu.
Teir 15 elstu næmingarnir í Hósvíkar skúla møttu sum vanligt í skúlanum mánadagin. Sambært tímaætlanini skuldi tey hava tvær av kravdu lærugreinunum fyrst, áðrenn tann tímin kom, sum mong teirra munnu gleða seg nógv til ein mánamorgun: Felagstímin.
Tveir teir fyrstu tímarnar høvdu tey havt danskt og síðani ein tíma í søgu. Men tá komið var út á fyrrapartin kom so felagstímin, har næmingarnir sjálvir sleppa at avgerða innihaldið í tímanum.
Hóast veðrið ikki var av tí allarbesta, so valdu tey kortini at fara út fyri dyr. Tað var yvirskýggjað, nakað av vindi, men kortini turt.
So her var bara eitt at gera: Fara út fyri skúladyr og oman í bygdina.
Skiftandi felagstími
Í hesum felagstímanum fyri 5., 6. og 7. flokk, sum allir eru í somu stovu, eru tað næmingarnir sum seta tímatalvuna.
Tey hava tykist við mong ymisk ting í hesum tímum. Onkutíð hava tey spælt spøl, sum tey sjálvi hava tikið við heimanífrá, og til aðrar tíðir hevur onkur góður filmur verið á skránni.
Men mánadagin í hesi vikuni var altso avgerð tikin um at fara oman í bygdina ein túr.
Eins og so nógva aðrastaðni so er tað tann guli liturin frá sóljuni, sum setur sín serliga dám á tær grasgrønu fløturnar í bygdini. Og hví ikki fara oman at heinta nakrar av teimum, samstundis sum ein fær fríska luft og sleppur út úr skúlastovuni eina løtu?
Sum sagt so gjørt. Vit møttu teimum, meðan tey øll vóru upptikin við at heinta hesa vøkru blómu, sum flest hava ynskt sum tjóðarblómu okkara.
Eftir hesa løtuna uttanfyri fór flokkurin niðan aftur í skúlan. Nú skuldi flokkurin býtast sundur í tvey - genturnar skuldu hava tónleik í Hósvíkar skúla, meðan dreingirnir fóru til ítrótt í skúlanum á Oyrarbakka.