Jóannes Hansen
???
Tey eru farin upp um pensiónsaldur, sum minnast, tá ið Føroyar vórðu hersettar. Hjá teimum, sum upplivdu hersetingina og tað, sum fyrifórst hesar dagarnar fyri 65 árum síðani, man hetta standa neglt fast í huganum. Tíbetur hava Føroyar og føroyingar ikki síðani upplivað herseting, og vónandi fer ein sovorðin støða ikki at koma í aftur nakrantíð.
Tað er gott og sunt av og á at spola aftur og at verða mintur á, hvussu tað áður hevur gingið landi og fólki. Nú 65 ár eru liðin síðani bretsku hersetingina verður róð aftur á aftur tað, sum fyrifórst í Føroyum í hesi vikuni fyri sekstifimm árum síðani.
Keldan er brot úr fyrsta bindi í Løgtingið 150 ár, sum Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingar og heimsspekingur, hevur skrivað, og sum er vísindaligt dygdarverk, ið varð útgivið í 2002. Harafturat havi eg við stórum áhuga aftur lisið fyrsta bindið í bókarøðini um stríðsárini hjá Niels Juel Arge, fyrrverandi útvarpsstjóra, sála. Bókin varð útgivin í 1985, og í fororðunum tók Niels Juel, sum undan, at hann fór undir bókarøðina, hevði havt sendirøð um henda spurningin í Útvarpinum, millum annað soleiðis til um, hví hann fór undir bókarøðina um stríðsárini: "Umleið 40 ár eftir at 2. heimsbardagi brast á, vóru fleiri fallin frá, sum vóru við í ymiskum, sum hendi undir stríðnum. Hetta gjørdi, at eg í 1981 fór undir sendirøðina "Stríðsárini" fyri at savna so nógvar frásagnir um hetta tíðarskeiðið, sum til bar".
Við útvarpssendingunum og serliga bókarøðini syrgdi Niels Juel Arge fyri, at bæði tað, ið hann sum ungur í høvuðsstað-num um hesa tíðina var vitni til, og tað, sum so mangir aðrir føroyingar upplivdu bæði heima og burturi, er vorðið atkomuligt saman við úrslitum av skjalarannsóknum og kanningum av, hvat varð sagt og skrivað um hesa tíðina heima og burturi.
Tað er upplagt, at føroyingar vita um, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið Føroyar vórðu hersettar fyri 65 árum síðani, og hvussu føroyingar upplivdu krígsárini, bæði heima og burturi og á landi og sjógvi. Í tí sambandinum eru bøkurnar hjá Niels Juel Arge, sála, um krígsárini ógvuliga hentar og lættar at lesa.
Ikki heilt óvæntað
Tá ið bretar fríggjadagin 12. apríl í 1940 komu á land í Havnini, var tað ikki púra óvæntað, og sum heild kendist tað sum ein lætti. Danmark varð hersett 9. apríl, og dagin eftir visti BBC útvarpið at siga, at leysaøgur gingu í London um, at Týskland ætlaði sær at seta herfólk á land í Føroyum.
Tá hevði bretski flotaadmiralurin, Winston Churchill, longu sama dag givið admiralitetinum boð um at herseta Føroyar skjótast gjørligt.
Týskvøldið 9. apríl - sama kvøldið sum týskararnir tíðliga á morgni høvdu tikið Danmark - fekk Hilbert, amtmaðurin, vitjan av bretska konslinum, Valdemari Lützen. Hann kom við boðum frá bretsku stjórnini um, at hon fór at forða týskari herseting av Føroyum, og til hetta endamálið fór hon at "require facilities in the islands". Og Niels Juel sigur, at amtmaðurin svaraði í samráð við formannin í løgtingsins landsnevnd, Andrass Samuelsen, at hann gekk við til at veita "facilities".
Løgtingsformaðurin fekk eisini at vita av, og allir tríggir vóru teir samdir um ikki at siga Løgtinginum frá, tí so fór ikki at bera til at dylja bretsku ætlanina.
Kristian Djurhuus var løgtingsformaður. Niels Juel endurgevur, hvussu hesin týsdagurin, tann 9. apríl, var upprunnin fyri honum. Gunnar Dahl-Olsen, sum var sýslumaður í Streymoy og búði í Vestmanna (hann var abbi Óla Breckmann) ringdi kl.7.30 í gistirúmið hjá Kristiani Djurhuus í høvuðsstaðnum. Hann var - umframt at vera løgtingsformaður - eisini sýslumaður í Suðuroy. Gunnar var semingsmaður, og teir báðir, Kristian og Gunnar, høvdu langt út á náttina verið til samráðingar við partarnar í fiskimannaverkfallinum, sum var av 10. apríl - alla staðni uttan í Suðuroy.
- Eg dugi ikki sjálvur at siga frá, hvussu man reagerar, tá man fær sovorðið at vita. Eg lat meg í og fór oman í Tinghúsið. Har vóru komnir nakrir tingmenn, og Gunnar var eisini har. Allir vóru líka bilsnir og føldu seg sjokkeraðar. So kom amtmaðurin Hilbert eisini hagar. Hann kundi bara vátta, at hann, tá ið hann frætti um hersetingina, hevði roynt at fáa samband við ríkisstýrið, og tá ið hann hevði fingið tað, varð kvett, og hann fekk einki burtur úr tí.
- Har stóðu vit. Ein spurdi seg sjálvan, hvat nú skuldi henda, og vit spurdu hvønn annan, hvat nú var at gera. Ongin planur fanst, ongin hevði hugsað um møguleikan, at sambandið millum Danmark og Føroyar skuldi verða kvett av krígsávum, segði Kristian Djurhuus.
11. apríl helt Winston Churchill, flotamálaráðharri, røðu í Undirhúsinum, har hann greiddi frá, at tað ráddi um hjá bretum at vera undan týskinum at herseta Føroyar, tí tær kundu á týskum hondum gerast ein sera álvarsom hóttan móti Bretlandi, ikki minst ímóti skipasambandinum vestur um hav til Amerika, sum týskurin við ídni søkti at við kavbátum. Tað var eisini neyðugt hjá Bretlandi at taka Ísland undir sína verju, segði Churchill, sum í røðu síni gav lyfti um, at bretar fóru at verja Føroyar móti øllum harðskapi, ið kundi at standast av krígnum.
Hersetingin
Stutt eftir middag fríggjadagin 12. apríl komu tvey stór grá bretsk skip inn um Borðuna við rættiliga stórari ferð og stevndu móti Havnini. Tað lætnaði um mangt hjarta, at tað ikki var týskurin, sum var komin.
Niels Juel hevði m. a. sína egnu dagbók at halla sær at, tá ið hann greiddi frá, og hann er nágreiniligur, tá ið hann sigur frá landkomuni hjá bretunum:
Kl. 13.30 kom bátur í land við tveimum yvirmonnum. Teir komu upp á land á trappuni undir keikioskini. So at siga einki fólk var statt har, men Andreas Ziska fór ímóti teimum og beyð teimum vælkomnar og segði, at hann og ein partur av Føroya fólki ynsktu sjálvræði - want to governe ourselves. Meðan teir nú fylgjast inn eftir keiuni uttan at bretarnir siga nakað, møta teir einum politisti, sum rekur Andreas Ziska burtur. Longur inni á koyrikeiuni, sum tað tá varð rópt, møta teir einum bili við bretska konslinum Valdemar Lützen og soni hansara Mogens, ið var varakonsul. Teir fara nú út í Tinganes eftir hinum bretska varakonslinum, Robert Brockie, og koyra út í Rættará til Valdemar Lützen, men steðgurin er stuttur. So gongur leiðin niðan til amtmannin. Har var Kristian Djurhuus, løgtingsformaður, staddur saman við Hilbert amtmanni.
Bretsku yvirmenninir váttaðu á hesum fundi tað, sum Churchill hevði sagt í undirhúsinum ígjár, at Bretland hevði átikið sær at verja Føroyar og lata tær aftur til eitt frælst Danmark. Nú bretsku herskipini lógu á vánni bóru bretsku yvirmenninir fram ynski um at farið varð undir fyrireikingar til at taka ímóti umleið 250 hermonnum í Havn og á Skálafirði ímorgin, at skipað varð fyri censuri av telegrafi, tráðleysari telefon og at sendingar av brævaposti verða steðgaðar. Amtmaðurin helt, at amtið saman við løg-tingsformanninum hevði ikki annað í at velja enn at viðurkenna støðuna, sum hon var.
Kl. 16.55 fóru oyðararnir avstað aftur, men nú vóru at síggja vaktarskip so sum vápnaðir trolarar at sigla aftur og fram millum Borðuna og Kirkjubønes. Ásannast mátti at Bret-land hevðí hertikið Føroyar uttan dramatikk av nøkrum slag.
Í lýsingini leygarmorgunin 13. apríl lógu tveir vápnaðir trolarar á Havnar vág sum vaktarskip. Seinnapartin komu fimm bretsk skip á Havnina við 250 hermonnum. Tórshøll og Sjón-leikarahúsið vórðu tikin at hýsa hermonnunum, og dagin eftir fóru teir eisini inn á Skálafjørðin.
Sama kvøldið, sum hermenninir vóru komnir higar, vóru teir at síggja í havnargøtum. Teir hildu seg vera komnar til Noregs, men tað var skjótt, at teir komu í samband við føroyingar og føroyskar ungdómar. Ikki minst tað sambandið, hjúnaløg millum bretar og føroyskar gentur og krígsbørnini hava síðani verið minni um, tá ið bretar hersettu Føroyar og vóru her í fimm ár.
Politikkurin
Dagarnir kring hersetingina vóru politiskt turbolentir. Tað vóru krígsárini øll, sum tey vóru, og ikki minst tíðin og árini eftir kríggið vóru politisku spenn-ingarnir stórir.
Tingfundur var fyri læstum hurðum týsdagin 9. apríl. Allir tingmenn, sum høvdu orðið, uttan Thorstein Petersen hildu, at viðurskiftini kravdu ikki, at tingið tók nakað stig viðvíkjandi Føroya statsrættarligu støðu. Thorstein Petersen, sum var næstformaður í Fólkaflokkinum, førdi fram, at viðurskiftini vóru sovorðin, at danska stjórnin í veruleikanum ikki útinnti fullveldi yvir Føroyum, og at Løgtingið tí átti at staðið sameint og umboðað stjórnarvaldið, har stjórnin ikki sjálv kundi útinna fullveldi. Hann nam við møguleikan, at Løgtingið kundi skipa seg til at taka yvir og útinna fullveldi í Føroyum.
Amtmaðurin segði seg ikki fara at skifta áskoðan, og hann mælti tinginum til at ganga við til, at hann sum hægsti embætismaður í Føroyum skuldi útinna valdið stjórnarinnar vegna, meðan sambandið við Keypmannahavn var kvett.
Thorstein Petersen setti vegna Fólkaflokkin uppskot fram um áheitan á Føroya fólk, sum tað kortini ikki tykist fekk serliga viðgerð.
Dagin eftir, mikudagin 10. apríl, varð áheitan, undirskrivað av 41 monnum við ymiskari politiskari áskoðan, send Løgtinginum. Christian Holm Jacobsen, sum í 1932 og aftur í 1936 varð valdur tingmaður fyri Vinnuflokkin, var forsprákari fyri áheitanini, sum varð løgd fyri menninar á skrivstovuni hjá Christian Holm Jacobsen. Brævið til Løgtingið var áheitan um at taka yvir valdið í Føroyum, og áheitanin segðist vera grundað á støðuna, sum var íkomin dagin fyri, tá ið Danmark varð hertikið av týskinum. Lagt varð afturat, at um "Løgtingið ikki innan klokkan 18.00 sama dag kunnger, at hetta stigið er tikið, vilja vit undirskrivaðu fyrireika tað neyðturviliga fyri, at hetta verður gjørt".
Støðan var rættuliga spent, tá ið løgtingsfundur varð settur klokkan 10.00. Tingið tók ikki áheitanina til viðgerðar. Thorstein Petersen tók síðani uppskotið frá degnum fyri fram aftur. Tingið atkvøddi um tað, men tað fekk bara fimm atkvøður, og harvið var ikki meiriluti í tinginum fyri at taka valdið í landinum.
Kristian Djurhuus, løgtingsformaður, setti uppskot fram um áheitan á Føroya fólk, men tað uppskotið fall eisini. Klokkan 15.30 varð tingfundurin, sum hevði verið niðurlagdur síðani á miðdegi, tikin uppaftur. Nú var áheitanin hjá teimum 41 tikin til atkvøðugreiðslu, og tað fall. Stór mannfjøld var savnað framman fyri tinghúsinum, meðan fundurin var, og alt gekk friðarliga og sámuliga fyri seg.
Tá ið úrslitið av atkvøðugreiðsluni var greitt, fóru loysingarmenninir Andreas Ziska og Sverri Patursson, sum á løgtingsvalinum 30. januar í 1940 høvdu verið uppstillaðir fyri Loysingarflokkin, upp á trappuna og talaðu til mannfjøldina. Teir søgdu seg vera vónsviknar av úrslitinum av atkvøðugreiðsluni, og annar teirra segði, at nú skuldi nevnd setast at kanna, hví hesi bæði málini fullu.
Fundur varð hildin í Klubbanum sama kvøldið, men einki kom burturúr. Amtmaðurin kendi seg nú tryggan í, at Løgtingið fór ikki at taka yvirvaldsrættin í sínar hendur. Tá ið tingið ikki kundi semjast um eina áheitan á Føroya fólk, sum amtmaðurin eisini kundi taka undir við, so orðaði hann sína egnu áheitan, sum varð kunngjørd í Tórshavnar radio. Amtmaðurin staðfesti, hvussu støðan var í Danmark, og at amtið fór at tryggja landi og fólki í Føroyum móti vanlukkum av krígnum, og hann heitti á føroyingar um at vera hóvligar og róligar og at hava í huga, at øll høvdu ábyrgd av, hvussu tað fór at gangast hjá Føroyum.
11. apríl valdi Løgtingið á opnum fundi 7-manna nevnd at taka sær av fyriskipaðum orsakað av krígsávum, og sama dag samtykti Løgtingið einmælt áheitan á Føroya fólk, sum var undirskrivað av løgtingsfor-manninum og sligin upp á steyrarnar í Havnini og harumframt lisin í Tórshavnar radio.
Bráðfeingis skipanin
Fríggjadagn 12. apríl klokkan 16 var tingfundur, har krígsumstøð-urnar vóru einasta mál á skránni. Amtmaðurin greiddi frá støðuni í Danmark og Føroyum. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin góðtóku fráboðanina hjá amtmanninum. Fólkafloksmenninir Jóannes Patursson og Thorstein Peter-sen funnust at amtmanninum og serliga harmir vóru teir um, at Løgtingið ikki hevði samtykt at skipa Føroyar sum lýðveldi. Var tað hent, høvdu tær ikki verið hersettar, og teir vístu á Ísland sum fyridømi.
Tingið viðgjørdi seinni sama kvøldið fíggjarligu viðurskiftini og krígsumstøðurnar. Leygardagin 13. apríl mótmæltu bæði amtmaðurin og løgtingsformaðurin formliga hersetingini. Tingið hevði samtykt sítt mótmæli á loynifundi, har tingið vildi halda fast við, at Føroyar framvegis vóru uttanveltað land, so sum tær høvdu verið, meðan Danmark var frælst. Løgtingsformaðurin undirstrikaði yvirfyri bretum, at talan var um formligt mótmæli, og tað segði nýggi konsulin, Mason, at hann hevði roknað við at fingið.
Reaktiónin hjá bretum var í tráð við tað, sum Chrchill hevði sagt í Undirhúsinum. Bretar høvdu ongar aðrar ætlanir uttan at vera í Føroyum inntil kríggið var av og so at handa dønum Føroyar aftur. Harvið góðkendu teir amtmannin og støðu hansara.
15. apríl samtykti Løgtingið at víðka Landsnevndina við einum umboði fyri Sjálvstýrisflokkin og tingformanninum. Nú átti Sambandsflokkurin tveir limir, og Sjálvstýrisflokkurin, Javnaðar-flokkurin og Fólkaflokkurin hvønn sín lim. 7. mai varð bráðfeingis Stýrisskipan samtykt. Nú fekk Løgtingið heimild at samtykkja lógir, sum amtmaðurin skuldi góðkenna og kunngera, áðrenn tær vórðu galdandi. Amtmaðurin hevði harvið veto í uppskotum, sum Løgtingið hevði samtykt, og um Løgtingið ikki vildi taka undir við uppskotum frá amtmanninum, so fekk heldur ikki hann síni mál ígjøgnum.
Løgtingið fekk harvið størri heimildir, enn tað hevði havt frammanundan. Men amtmað-urin gjørdist sentrali persónurin í føroyskum politikki og umsiting, hvørs vald var treytað av, at meirilutin í tinginum og hersetingarvaldið stóðu aftanfyri.
Meðan stríðið stóð uppá skuldi amtmaðurin taka sær av øllum uppgávum, sum annars lógu hjá donsku stjórnini. Hann var einsamallur um at umsita peningin hjá statskassanum. Áðrenn hann tók avgerðir í hesum spurningum skuldi hann kortini spyrja landsnevndina eftir.
Undan, undir og eftir hersetingina vóru bretar ikki fegnir um, at føroysk skip sigldu undir donskum flaggi. Tá var tað, at Merkið, sum hevði verið til síðani 1919, og sum stríð hevði verið við danir um at fáa góðkent, varð góðkent, men tað er ein onnur søga, sum tað ivaleyst fer at verða meiri at frætta um í flaggrøðunum, sum fara at verða hildnar 25.apríl.