Tá ið fullveldi Føroyar er sett á stovn?

Eg vil hervið venda mær til tín, Høgni Hoydal løgtingsmaður fyri Tjóðveldi

Kanst tú, greiða mær og Føroya fólki, hvussu koyriætlanin fyri fullveldinum Føroyar sær út, somuleiðis hvussu tann fíggjarliga ætlanin sær út?

Mær tykir, at vit borgarar mugu byrja at fyrihalda okkum til, hvussu okkara fullveldissamfelag kemur at síggja út, vit mugu, Høgni, fáa nøkur ítøkilig tøl og fakta á borðið.

Tíðin er farin frá slagorðum, sum trælafólk, bindingar, forðingar og at vit eru undir dana harraveldi, nú má tað vera tíð at hyggja frameftir móti fullveldinum Føroyar. Fólk ynskja meir enn tjóðskaparlig illsinnagleps frá teimum, sum vilja stýra skútuni Føroyar inn á fullveldiskós.

Høgni! Vilt tú vera so beinasamur, at seta okkum á skrift, hvussu Samfelagið fullveldi Føroyar verður fíggjað?

Hvussu kemur hvønndagurin í krónum og oyrum, í mun til tað vit kenna í dag, at síggja út?

Høgni! Áðrenn vit loysa úr havn, kenna vit fiskimenn minstu lønina, áðrenn tú loysir vilja vit verða kend við nøkur ítøkilig ting.

Um onki ítøkiligt frættist um hettar innan 19. januar, er tosið um fullveldi Føroyar bert á dreymastøði og tað respektera vit eisini.