3. partur
Jóannes Hansen
Meðan vit vóru á Langanes leiðini gjørdist tað, sum Edvard Jacobsen, Edvard í Svínoy sáli, í Minniligar hendingar skrivaði um samskiftið, sum bóndin á Felli á Finnafjørðinum hevði við føroyskar fiskimenn, rættuliga áhugavert. Vit koyra úr Þórshöfn og tvørtur um rótina á Langanesi, um tað ber til at siga tað soleiðis. Tað er skjótt, at vit fara framvið Gunnólfsvikurfjalli, Bakkaflógvin sæst aftur í góðveðrinum, og so eru vit á Finnafjørðinum. Har er eingin samlað búseting.
Nakrir fáir bóndagarðar eru at síggja, og tá ið vit koma til tann fyrsta, sum liggur eitt sindur niðan frá vegnum, stendur á lítla skiltinum Fell. Vit snara niðan móti húsinum, og tað vil so væl til, at ein maður júst fer úr jeepinum og tekur hondina upp fyri pannuna og skymast eftir fremmanda bilinum, sum rullar niðan í túnið millum eldru húsini og nýggjaru typuhúsini við síðuna av. Hinumegin húsini eru fjós og úthús.
Edvard sigur frá, tá ið teir við Polo 12. apríl í 1938 ankraðu inni á Finnafjørðinum, og teir heilsaðu upp á bóndan á Felli, Fríðrik, sum kom umborð. Hann segði teimum, at Polo var størsta skipið, sum hevði verið inni á Finnafjørðinum. Hann kendi væl Símun hjá Póli, skiparan, sum hevði ført John Bull í trý fylgjandi ár, og teir høvdu handlað við hann fyrr og keypt bæði seyð og ís.
Edvard sigur, at Fríðrikur segði teimum, at lodnan kom inn á Finnafjørðin 1. apríl og rendi for inn í urðina, sum lá niðan fyri húsini á Felli, og toskurin aftaná. Og so greiðir Edvard víðari frá:
Finnafjørðurin stóð fullur av fiski. Vit settu bátarnar út og fingu 2000 fisk tann dagin, sama slag sum Meðallandsfisk, stórur og feitur og fullur av lodnu. Fríðrikur segði, at tann fiskurin steðgaði sjáldan longur enn 14 dagar, tí tá fór lodnan suðureftir, og so varð. Hetta var 12. apríl. Dagin eftir fingu vit 2500 fiskar, og so minkaði tað so líðandi. Síðani royndu vit av Finnafjørðinum út móti Fagranesi og inn móti Eiðsvíkini og fingu eitt sindur av fiski. So bleiv aftur lágætt, tað vil siga sunnanvindur, og vit fóru norður aftur um Nesið. Tá veðrið var gott, royndu vit í Stronginum, sum gongur úr Tanganum á Nesinum. Har var altíð væl at fáa av góðum fiski.
Ein sera góð lýsing av, hvussu føroyska fiskaríið gekk fyri seg á Langanes leiðini í mong ár.
Hesin lesnaðurin er púra frískur í huganum, tá ið vit stíga úr bilinum og heilsa upp á mannin undir vegginum á Felli. Vit biðja góðan dag, og eg spyrji, um pápi hansara æt Fríðrikur. Hann heilsar aftur og spyr, hvørji vit eru. Tá ið hann frættir, at vit eru føroyingar, smílist hann og bjóðar okkum inn.
Jú, pápi æt Fríðrikur. Hann doyði í 1993. Hevði hann verið her í dag, so hevði hann tosað føroyskt við tykkum. Hann hevði so nógv við føroyingar at gera, at hann hevði lært føroyska málið heilt væl, greiðir Jósup á Felli frá.
Jósup undrast, hvussu vit hava innlit í hesi viðurskifti, tá ið spurt verður, um lodnan eisini í ár kom á Finnafjørðin um 1. apríl og toskurin fjúrtan dagar seinni. Vit vísa honum tað, sum Edvard skrivaði. Tær báðar fittu abbadøtrarnar, sum eru komnar av Akureyri at vitja abban, hjálpa honum at gera kaffi. Áðrenn vit setast við køksborðið við kaffikoppunum, vísir hann okkum inn í stovuna. Har er stórt borð, og myndir av tveimum fólkum eru á bróstinum.
Konufólkið er mamma mín, sum doyði av tuberklum 1. desember 1938. Maðurin er Símun hjá Póli, skiparin á Polo, sigur Fríðrikur, og vit komast við ungdómsmynd av kenda skiparanum, sum eisini er endurgivin í bókini hjá Edvardi í Svínoy.
Pápi og Símun vóru vinmenn. Vit samskiftu nógv við føroyingarnar. Teir plagdu at sita við hetta borðið og roykja ball. Tá varð nógv prát og nógvur roykur her í stovuni. Nú er tað langt síðani, og tað er nógv broytt síðani tá, staðfestir Jósup hugsunarsamur og spyr, um Símun hjá Póli framvegis eigur eftirkomarar.
Jú, hann eigur son og dóttur, sum búgva í Klaksvík, svara vit, og bóndin tykist kenna Føroya kortið. Tað sigur hann seg gera, tí hann við íslendskum ferðalagi var í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.
Broytingar
Vit fregnast, hvussu tað stendur til við fólki her á Finnafjørðinum, og hvat tey liva av. Nei, her er lítið fólk. Onkur garður er frágingin, og tað er ilt at fáa unga fólkið at støðast her. Tað veit Jósup sjálvur alt um at siga.
Tey vóru nógv systkin. Hini búgva kring alt landið. Mest á Akureyri og í Reykjavík. Sjálvur eigur hann fimm børn. Tey búgva øll á Akureyri. Ein sonur bygdi typuhúsini, sum standa undir liðini á hesum húsunum. Hann var bóndi, men so fluttu konan og børnini til Akureyrar. So fór sonurin aftaná. Hann arbeiðir har norðuri, og hann fer ikki at flyta aftur á Finnafjørðin. Bóndin hevur tveir teir seinastu vetrarnar verið einsamallur á Felli og ansað seyðinum. Hann ætlaði sær møguliga at taka ein vetur upp á seg afturat. So fór hann at vera 70, og hansara tíð fór at styttast. Tað er sum so manga staðni. Garðarnir verða frágingnir, tí unga fólkið krevur annað enn arbeiði í einsemi, heldur Jósup Fríðriksson.
Søgan er væl kend kring alt Ísland, og bóndin helt seg á ferðini til Føroya fáa ta fatan, at útjaðarin eisini er hóttur her, og at fólkið flytir til størru plássini. Soleiðis er tað. Summir garðar liggja púra lívleysir. Onkra staðni kemur fólk viðhvørt at hyggja til seyðin. Aðra staðni eru garðarnir lagdir saman, staðfestir hann.
Á áhugaverdari ferð á lærda háskúlanum á Akureyri síðsta heyst varð fregnast um hetta við fráflytingini, og hvussu tað er við bóndagørðunum. Hoyrdi eina ferð um ein, sum hevði selt garðin, tí hann flutti til stórstaðin. Tá ið spurt varð um prísin, svaraði hann, at hann hevði fingið fyri eina Møsdu ella ein Mazda bil! Prísin avgera útboð og eftirspurningur.
Garðarnir verða ikki virdir ella skattaðir av nýggja ættarliðnum, sum teir onkuntíð hava verið. Men granskari á lærda háskúlanum á Akureyri segði seg vera fullvísan í, at bústaðarmynstrið í Íslandi aftur fór at broytast soleiðis, at gongdin fór at verða úr urbanu økjunum og móti búsetingum úti á landinum.
Í nýggju tíðini eru tað alt fleiri størv, sum ikki eru bundin at ávísum fysiskum arbeiðsplássi. Tilvitanin um náttúruna økist skjótt millum nýmótans fólk, og harvið verður hetta, at hava náttúruna og møguleikar fyri sovornum upplivingum uttan at skula ferðast eftir teimum, sett alt fremri í virðisvalinum, helt skilamaðurin og vísti á, at tað longu nú eru nógvir íslendingar, sum hava ættarbond kring landið, og sum búgva í býunum, sum hava frítíðarbústaðir kring landið.
Vit hava ongantíð verið á Finnafjørðinum og Felli áður. Men kortini kennist hetta so sera nærverandi og viðkomandi. Umframt lesnaðin, sum er nevndur omanfyri, er orsøkin tað, sum pápi plagdi at siga. Hann tosaði ofta um Ísland og fiskarí á Eysturlandinum og her á leið. Fyrsta skipið, sum hann var til skips við, var Haraldur, sum maður mostur hansara, Jóannes á Váli í Svínoy, førdi.
Jóannes hevði nógv saman við bóndanum á Felli. Tá ið teir riggaðu av og vóru á veg heim í 1937, spurdi bóndin Jóannes, um hann ikki kundi hava knappliga 17 ára gamla dreingin, sum var saman við honum, eftir at hjálpa sær henda veturin. Jóannes svaraði, at drongurin var móður og faðirloysingur, og at hann hevði lovað konuni, sum var mostur at dreinginum, at ansa væl eftir honum og at hava hann við til hús aftur.
Tá varð avgjørt, at eg ikki skuldi verða íslendingur, plagdi pápi at skemta. Fríðrikur bóndi á Felli var blaðungur tá, og hann átti fleiri døtrar!
Síðstu árini hann livdi, helt pápi fleiri ferðir fyri, at tað hevði verið áhugavert at vitja aftur á hesum leiðum, sum hann mintist og sá fyri sær í huganum. Túrurin varð ikki gjørdur. Tíverri. Nú gerst einki við tað. Hesin summardagurin á Felli ger alt so ógvuliga nærverandi, og tað hevði verið uppaftur meiri áhugavert, um túrurin hevði havt verið gjørdur fyri einum seks árum síðani!
Sjáldsamt fyribrigdi
Í sama andaleypi, sum Edvard í Svínoy segði frá omanfyri standandi, segði hann hesa søguna um samrøðuna millum Fríðrik, bóndan á Felli, og Símun hjá Póli 12. apríl í 1938. Tá ið hann sipar til Jóannes og Tummas, eru tað Jóannes á Váli og Tummas á Rókini úr Svínoy, sum so syndarliga druknaðu á veg til Svínoyar 1. desember í 1937:
Fríðrikur fór alt fyri eitt at tosa við skiparan um Jóannes og Tummas, sum plagdu at vera við Haraldi, ið altíð var inni á Finnafjørðinum og keypti sild, ís og seyð. Hann segði:
Eg kendi teir sera væl. Teir vóru ofta í landi og uppi hjá okkum. Tummas hevði sagt fyri konu mínari, seinastu ferð, teir vóru inni hjá okkum, áðrenn teir sigldu heim um heystið, at hann ætlaði sær at halda jól á Finnafjørðinum tað árið (1937).
Nú hendi tað henda dagin í fjør 1. desember kl. 5 seinnapartin. Eg var beint tá innkomin og hevði sett meg at eta døgurða í køkinum. Kona mín sat og seymaði frammanfyri vindeygað í stovuni, har tað er stak gott útsýni yvir fjørðin...Nú sær hon alt í einum Tummas og Jóannes koma upp á bakkan í yvirfrakka við hvør sínum kufferti í hondini og ganga beint niðan móti húsunum hjá okkum. Konan rópar á meg:
Fríðrikur, skunda tær út og tak ímóti teimum!
Eg fór út alt fyri eitt og vestur um húsini, men sá einki. So fór eg runt um húsini og sá heldur einki...Men kona mín segði, at hon eygleiddi teir, inntil teir gingu undir eystan fyri húsini hjá okkum. Vit vóru illa við og skiltu, at tað var ein yvirnáttúrlig sjón, vit høvdu sæð. Vit vóru ógvuliga góð við teir báðar. Teir vóru ekta góðir menn. Kona mín sovnaði ongantíð ta náttina.
Dagin eftir hoyrdu vit í íslendska útvarpinum um vanlukkuna við Pride, postbátinum, og nøvnini vórðu upplisin á monnunum, sum deyðir vóru.
Hetta hendi sama dag og somu tíð, sum vanlukkan fór fram, so mangt er millum himmal og jørð, sum vit aldri koma at skilja.
Soleiðis greiddi Edvard í Svínoy frá ferðini hjá sær á Finnafjørðinum í 1938.
Vit biðja farvæl í august 2005. Hetta hevur verið serliga áhugaverd vitjan so at siga í farnari tíð. Kona Fríðrik og harvið mamma Jósup, sum vit hava heilsað uppá, upplivdi omanfyri standandi fyrsta desember í 1937. Nú hevur Jósup júst sagt okkum, at mamma hansara sjálv doyði fyrsta desember í 1938.
Vit standa eina løtu og sodna tað, sum hesi trý korterini hevur verið okkum fyri á Felli, áðrenn farið verður longri fram á vegin. Hesa leiðina kendu forfedrar okkara eins væl og teir kendu Føroyar.
Ókendari leiðir
Nú seta vit kós móti Mývatni. Harvið verður ferðin aftur á ringvegnum kring Ísland. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit ikki longur verða hinumegin ringvegin, sum tað plagar at verða tikið til. Av Finnafjørðinum og vestur til Mývatn er teinurin í beinari linju umleið hundrað kilometrar. Vegaføringin ger, at tað er neyðugt at koyra fram ímóti dupulta teininum.
Eitt tað fyrsta plássið, sum tað verður koyrt framvið, eru Bakkafjørðurin og síðani Vápnafjørðurin. Tá ið tíðin, sum føroyingar vóru til lands í Íslandi, varð umrødd í 2. parti av hesum hugleiðingum, varð víst á fleiri skrivligar keldur. Tíverri varð ikki nevnt, men tað verður so gjørt nú, at FF blaðið fyri trimum árum síðani gjørdi fitt burturúr føroyska útróðrinum á Eysturlandinum og serliga í hesum økinum. Tey, sum eru áhugað fyri at lesa, hvat altíð produktivi Óli Jacobsen fekk burturúr, kunnu leita í FF bløðunum í 2003.
Tá ið vit koma longri fram á leiðini, sleppa vit teimum leiðunum, har føroyskir fiskimenn í so mong ár vóru staðkendir. Í fínu ferðafrásøgn síni um ferð í Íslandi í 1977 heldur D. P. Danielsen, sáli, fyri, at her komu sluppmenn okkara og teir, sum vóru til lands, ongantíð. DP sigur, at hetta var orsøkin til, at føroyingar ongantíð komu í samband við íslendska fólkið reiðuliga. Hóast teir gistu landi teirra á hvørjum sumri, so rann ongantíð saman. Okkurt giftarmál. Men ongantíð nakað árin av álvara, heldur DP, sum lýsir koyritúrin fram móti Mývatni við so stórum innliti, at tað her verður lopið um.
Svávulslukturin gerst ramur, tá ið Mývatn er í nánd. Og ferðafólkini eru ógvuliga mong. Tey bera hesa ársins tíðina inntøkur og arbeiðspláss við sær til nógvar íslendingar. Tá ið vit finna býli á vallaraheiminum, er tað hálvur sumbingur, sum fryntliga syrgir fyri nossliga kamarinum.
Bláa lónið er væl kent hjá teimum, sum hava vitjað í Reykjavík. Fyri fáum árum síðani varð sama slag av tilboði sett á stovn við Mývatn, um enn tað ikki hevur somu fasilitetir sum í høvuðsstaðnum.
Klokkan er næstan ellivu á kvøldi, tá ið vit í slavtoku koyra teir tríggjar kilometrarnar til hetta staðið, sum man vera eindømi í heiminum. Tað tykist púra manntómt, men á parkeringsplássinum eru bussar og bilar, og inni í hylinum er nógv fólk. Í nógva hitanum og roykinum og tokuni eru íslendingar, fransmenn, kinverjar, japanarar og aðrar tjóðir. Tíðin tykist standa í stað, og tað verður dúgliga prátað í hyljum og pottum og uppaftur heitari rúmum.
Biltúrurin kring Mývatn, sum er 37 ferkilometrar til víddar, er rættuliga grunt og hevur einar hálvt hundrað hólmar í sær, er hugnaligur. Meðan vit koyra spakuliga og nýta útsýnið henda hálva tíman, greiðir sonur stórskaldið og Nobel vinnaran, Haldór Laxnes, í Útvarpinum frá barnaárunum í Reykjavík. Í millumkrígstíðini, sum hann umrøður, var Reykjavík ikki nógv størri býur enn Havnin. Merkisvert er, hvussu nógv yngri Laxnes sigur, at heimsskaldið var burturi í heimi og skrivaði, og hvussu ofta sambandið politiska, mentanarliga og vinnuliga og handilsliga millum Reykjavík og Ísland og Keypmannahavn verður nevnt.
Náttin er friðfull, og leygarmorgunin gera vit av at venda eitt sindur aftur og at koyra til Dettufoss og so norður eftir framvið Öxafirði, Skjálfandi og umvegis eitt nú Húsavík og til Akureyrar. Hetta verður vent aftur til. Nú er ikki pláss fyri meiri á hesum sinni.
Í 2. parti varð heimferðin hjá Vaagen úr Íslandi søgd at vera í 1890unum. Skilamaður vísir á, at hon var í 1888. Tað var tankatoskur, tá ið tað varð sagt, at tað var Kvívíks Tummas, sum yrkti Vaagen. Sjálvandi var tað Jóan Petur uppi í Trøð, IPG, sum í 1867 og nøkur ár fram var til skips undir Íslandi. Vísan var fyrstu ferð á prenti í Føroyingatíðindum nr. 4, 15. februar 1894.
Fyrsti partur av higartil trimum ferðahugleiðingum hjá Jóannesi Hansen var í Sosialinum fríggjadagin 24. februar, og annar partur var í blaðnum fríggjadagin 17. mars.