Tá ið virðini verða sett

   

Signar P. Heinesen
?????????????????
Virðini er tann parturin av lívi okkara, sum hevur so stóran týdning, at mammon stendur aftanfyri. Har tú hevur eitt virði ber ikki til at keypa teg, hvørki við peningi, starvi, makt ella øðrum. Virðini er sjálvur grundarsteinurin undir hvørjum lívi, hvørjum arbeiðsplássi og hvørjum samfelag. Summi virði eru bert viðkomandi í tí privata lívinum. Eitt lív uttan virði er rætt og slætt virðisleyst. Onnur virði eru viðkomandi í arbeiðslívinum saman við okkara starvsfeløgum. Har kenst tann virðisleysi á síni atferð og bert fáur kennir seg væl í samstarvinum. Uppaftur onnur virði eru viðkomandi í samfelagnum. Vit kenna t.d. hugtakið "Í hesum landinum hevur eitt mannalív ikki stórt virði" í londum, har ræðslustýri valda. Í tí virðisleysa samfelagnum ber einki til og fá kenna seg væl.
Hvør setir virðini?
Tingið setir mest týðandi virðini. Í mongum samfeløgum verða tey mest grundleggjandi samfelagssettu virðini orðað í eini grundlóg, sum verður góðkend av fólkinum. Onkur grundleggjandi virði verða symboliserað í merkinum - her í norðanlondum t.d. kristnitrúgvin og friðarteknið - krossurin.
Tingið setir eisini nøkur av mest týðandi virðunum við sínum lógum. Onkrar lógir áseta mannagongdir manna millum, aðrar áseta mark fyri tíni atferð t.d. ferðslulógin á vegunum og uppaftur aðrar áseta, hvussu fólk í almennari tænastu skulu arbeiða. Brýtur tú onkra lóg, verður tú sektaður við bót ella á annan hátt. Aðrar lógir eru settar í gildi og roknað verður rætt og slætt við, at tær verða fylgdar. Lógir, sum áseta atferð uttan at fútin verður sendur eftir tær, brýtur tú tær, koma undir hugtakið virði. Annars skyna vit vanliga millum lógir og virði, tí virði er nakað, sum tú sjálvboðin átekur tær.
Umframt við lógum, setir Tingið mest týðandi virðini, tá ið tað útinnir eftirlit við landsstýrismonnum. Næst eftir Tinginum er tað løgmaður, sum setir virðini í samfelagnum. Í tí almenna setir løgmaður virðini.
Sonn atferð
Sjálvt grundarlagið undir demokratiska samfelagnum er sonn atferð. Demokratiska samfelagið kann ikki virka við ósannindum og ósannari atferð. Hetta er so grundleggjandi, at í flestu londum vit samanbera okkum við, fer ein stjórnarovasti ella ráðharri frá við minstu ábending um, at hann hevur verið ósannur mótvegis almenninginum ella mótvegis Tinginum. Fyrrverandi formaðurin í konservativa flokkinum í Danmark, Per Stig Møller, mátti frá, tí hann hevði ikki verið heilt sannur mótvegis einum journalisti í spurninginum, um hann hevði mist koyrikortið - hetta rakk, minnist meg rætt, nøkur og 20 ár aftur í tíðina.
Vit kunnu eisini geva okkum far um, hvussu fyrrverandi danski ráðharrin í ferðslumálum umbar sína atferð mótvegis sínum veljarum, tá ið hann varð tikin fyri at koyra ov skjótt. Hetta er langt frá tí, sum er vorðið alt meira vanligt í Føroyum, har fólkavald brúka sínar veljarar sum skálkaskjól fyri tí, tey hava gjørt.
Við nýggju stýrisskipanini hava vit í Føroyum skipað landið soleiðis, sum vanligt er í teim londum, vit samanbera okkum við, og løgmaður hevur fingið tað útinnandi valdið í sínar hendur. Hóast nógvir landsstýris-menn eru farnir frá seinastu árini, tori eg at halda uppá, at vit als ikki hava skipað okkum við ábyrgdini hjá landsstýrismanninum. Flestu landsstýrismenninir, sum eru farnir frá, eru farnir uppá kvamsvís. Onkur er koyrdur frá fyri slíkt, sum hann ikki kundi gera við, annar er farin frá eftir politiskar leikir í vikuvís og triði var als ikki frákoyrdur. Harafturat hava upp til fleiri landsstýrismenn sagt beinleiðis ósatt í Tinginum og fyri almenning-inum, uttan at tað hevur fingið nakra viðgerð yvirhøvur.
Tá ið løgmaður fær alt útinnandi vald, er tað ein grundleggjandi fortreyt, at ósannindi og ósonn atferð hjá landsstýrismonnum, ovasta embætisverki og almennum stjórum fær uppsigandi virkning alt fyri eitt. Uttan hetta valds- og ábyrgdarbýti er landið eitt einaræði. Samstundis er tað høvuðsuppgávan hjá løgmansembætinum at tryggja móti ósannindum og ósannari atferð. Góðtekur hann ósanna atferð millum sínar landsstýrismenn, í ovasta embætisverkinum ella í stovnsleiðslunum, tá virka vit ikki í einum demokrati.
Hetta kann eisini seta ljós á spurningin um, hvørji mál hava týdning og hvørji mál ikki hava týdning fyri løgmann. Okkurt smávegis mál inni á onkrum stovni kann í roynd og veru hava stóran týdning fyri løgmansembætið, eins og okkurt týðandi stórmál á dagsskránni kann hava at kalla ongan týdning fyri løgmansembætið.
Virði og persónar
Virði og persónar eru so tætt knýtt hvørt til annað, at ofta er trupult at skilja ímillum. Ein persónur stendur fyri einum setti av virðum og tey liggja so djúpt, at tað ber illa til at broyta atferð. Persónar í almennum ábyrgdarstørvum eru teir mest týðandi í hesum sambandi. Hevur ein persónur ilt við at halda seg til tey virði, sum sett eru, kann verða trupult at liva við viðkomandi í starvinum.
Vit hava dømi frá málum, sum Tingsins Umboðsmaður hevur viðgjørt, har ein hevur varhugan av, at ein átala frá Umboðsmanninum verður innroknað í málið longu undir viðgerðini. Persónar eru tilvitaðir um atferð, sum ikki verður góðtikin, men lata ikki við seg koma. Ein átala frá Umboðsmanninum, sum ikki fær ítøkiliga fylgjur fyri ábyrgdarpersónar, vil í slíkum førum virka til tað verra.
Hvussu verða virðini sett?
At seta virði er ikki at skriva eina handbók, at orða ein politik o.s.fr. At seta virði er partvíst at seta orð á, men í stórum og heilum verða virðini sett við teirri atferð, sum verður góðtikin og virðismett. Í seinastu samgongu var landsstýrismaðurin í mentamálum koyrdur frá vegna eina avgerð í sambandi við setanina av landsfornfrøðingi. Næsti landsstýrismaðurin staðfesti avgerðina, og løgmaður koyrdi ikki hendan landsstýrismannin frá og góðtekur tessvegna atferð, sum niðurgerð løgmansembætið. Við slíkum máli gerst landsstýrið og løgmansembætið virðisleyst at kalla.
Sonn atferð er mest grundleggjandi virði í demokratiskum skipanum og er fortreytin undir skipanunum, sum vit kenna tær við valdsbýti millum lóggevandi, útinnandi og dømandi vald - so ófullkomin skilnaðurin enn er. Tá ið løgmaður loyvir einum hægsta embætismanni alment og tilvitað at siga beinleiðis ósatt tvær reisur, tá er støðan kaotisk. Um løgmaður loyvir almennum stjórum tilvitað at bróta fyrisitingarlógina i stakmálum, tá er støðan kaotisk. Um løgmaður loyvir landsstýrismonnum tilvitað at sminka upplýsingar, tá er støðan kaotisk. Í Tinginum er tað løgtingsformaðurin, sum setir virðini. Góðtekur tingformaðurin t.d. at ein tinglimur alment brúkar orðingar sum 'eitt pennastrok' um Tingsins lógir, har tær raka hann sjálvan, tá er støðan rættiliga kaotisk.
Løgmansembætið kann eisini seta virðini við tí, sum hann sigur til fólkið. Amerikanski forsetin heldur "røður fyri fólkinum". Tað er ein roynd at skapa virði - eins og tað er ein roynd at byggja á tey virði, sum longu liggja í fólki. Tað hevur størri týdning, enn vit ofta geva okkum far um, hvat og hvussu løgmansembætið verður røkt. Í Íslandi hava tey forseta. Tà ið Vígdis Finnbogadóttir sat, hevði ein varhugan av, at hon megnaði at samansjóva nøkur týðandi virði í fólkinum. Í Danmark kenna vit tað sama frá Hennara Hátign, Margrethu drotning, sum serliga við nýttársrøðuni roynir at byggja virði inn í fólkið. Nýttársrøða løgmans er tað, sum kemur næst hesum í Føroyum. Hóast eg sjálvur haldi, at Anfinn Kallsberg kom rættiliga væl frá sínum røðum í seinastu samgonguskeiði, er helst skil í at endurskoða, hvussu enn meira nytta kann fáast burturúr hesum høvi.
Vit kunnu siga, at virðini verða sett við tí atferð, sum verður góðtikin í tí einstaka málinum. Í eini tíð, tá ið tað almenna er í eini virðiskreppu, er tað helst rætt hjá løgmansembætinum at taka sær av virðisspurninginum burturav. Løgmaður hevur í høvuðsheitum tvey amboð til tess at seta virði í respekt. Annað amboðið er, at avgerðir verða trektar aftur - og um tað skapar trupulleikar, tá er trupulleikin tann, sum hevur tikið avgerðina og ikki tann ella tað, sum avgerð er tikin um. Hitt amboðið er beinleiðis átala um, hvussu starvið verður røkt við teimum fylgjum, sum hartil hoyra.
Gomlu griksku virðini
Tann gamli grikski fýrkanturin vísir til "tað góða", "tað rættvísa", "tað sanna" og "tað vakra". Hesi fýra virði umgyrða frælsið. Ole Fogh Kirkeby, danskur professari í leiðslufilosofi, nýtir í bókini "Det nye lederskab",2004, orðingina "Dette er også den græske filosofis store firkant og dermed den vestlige kulturs normative forankringspunkt."
Hesi fýra hugtøkini umgyrða frælsið - øll fýra í senn. Tað rættvísa uttan gott verk, uttan vakurleika og uttan sannføri, gevur einki frælsi, eins lítið og sannføri gevur frælsi uttan rættvísi, gott verk og vakurleika.
Hesi fýra virðini eru góð at hava í huga í sambandi við so mangt, sum hendir í almennu Føroyum í løtuni. Rættarskipanin hevur úr at gera við mál, har almennir myndugleikar eru undir ákæru. Men hvussu virkar ein skipan, har ivin kemur tí almenna myndugleikanum (t.e. tí ákærda) til góða? Hvat nyttar at geva einum almennum myndugleika bót ella døma hann at endurgjalda við skattgjaldarans peningi? Hvussu sær eitt samfelag út, har fútin hevur mest at gera við almennar myndugleikar?
Tað er væl skilligt, at fútin hevur trupulleikar at svara einum fyrispurningi frá Brunaumsjón Landsins í sambandi við P/f Vágatunnilin, sum er 100% almenn fyritøka. Í tí førinum eru tað landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum hava ein trupulleika. Loysa teir ikki trupulleikan, tá er tað løgmaður, sum hevur ein trupulleika. Loysir hann ikki trupulleikan, eru tað vit veljarar, sum hava ein trupulleika.
Rættarskipanin er í høvuðsheitum ætlað privata vinnulívinum og privatu fólkunum, sum ikki halda seg til reglurnar. Tann almenni myndugleikin átti at hildið seg væl og virðiliga innan fyri lógarinnar karmar. Gomlu griksku virðini eru góð ýti at meta um sína atferð í almennum ábyrgdarstarvi. Er hendan avgerð viðvirkandi til gott verk, er hendan avgerð vøkur, er henda avgerð rættvís og byggir hendan avgerð á sanna atferð?
Spurningurin um, hvussu ein heldur seg til hesi virði í sambandi við atferð teirra óndsinnaðu er ikki heilt einfaldur. Hvussu er løgmaður sannur, vakur, rættvísur og góður í sambandi við ein almennan leiðara, sum útinnir ósømiliga atferð mótvegis sínum starvsfólki og viðskiftafólki? Hvussu var Churchill sannur, vakur, rættvísur og góður mótvegis Hitler? Motvegis sínum hermonnum? Ella var tað Chamberlain, sum var sannur, vakur, rættvísur og góður við setninginum "Friður í okkara tíð"? Hvussu sá vesturheimurin út í dag, var Chamberlain verandi forsætisráðharri í Bretlandi eftir mai 1940? Tann frælsissinnaði persónurin aftanfyri eitt hægsta embæti stendur rættiliga einsamallur, tá ið hann ella hon skal tulka tann stóra grikska fýrkantin í tí einstaka ítøkiliga førinum.
Tá ið virðini verða sett
Tingið stendur fyri teim mest týðandi virðunum, men hesi eru so grundleggjandi, at vit sjáldan hugsa um tey. Tað er løgmaður, sum stendur fyri mest týðandi virðum, sum vit dagliga hugsa um. Løgmansembætið er virðis-embæti Føroya.
Mest týðandi virði í eini demokratiskari skipan, sum leggur alt útinnandi vald til løgmann, er at landsstýrismenn, hægstu embætisfólk og ovasta leiðsla á stovnum útinna sanna atferð. Ósannindi og ósonn atferð eigur ikki at finna stað - og har hon finnur stað, eigur tað at fáa avleiðingar alt fyri eitt.
Gomlu griksku virðini "tað sanna", "tað rættvísa", "tað góða" og "tað vakra" eru grundarsteinar undir vesturlenskari frælsismentan og eru góð ýti í okkara gerandisdegi.
Galdandi virði í tí almenna er tann atferð, sum løgmansembætið loyvir innan sítt almenna verk.
Uttan mun til hvørji virði vit ynskja at byggja okkara samfelag á og uttan mun til hvørji virði vit orða, er tað tann góðtikna atferðin, sum avdúkar, hvørji virði eru galdandi.
Tey galdandi virðini í tí almenna annaðhvørt forða framburðinum ella stimbra framburðinum í samfelagnum eins og tey eru altavgerandi fyri lívsinnihaldinum hjá tí einstaka - bæði sterkum og veikum.