Tíðin

Eitt nýtt ár er nú byrjað tað gamla árið er farið. Vit hava brent bál og skotið rakettir og buldrað nógv um ársskifti. Hetta fyri at rudda burtur tað gamla og rudda slóð fyri tí nýggja. Vit vita, hvat er hent í tí árinum, sum farið er, men hvat tað nýggja árið kemur at bera í sær fyri okkum av góðum og illum, tað vita vit ikki uttan kanska fíggjarlógina og hvussu skattaprosentið verður í teimum einstøku kommununum

Jóan Pauli Joensen

(Hildnar í Útvarpi Føroya nýggjársdag 2006.)


Nú eru tað longu farin heili 5 ár av hesi øldini. Fyri flestu av okkum var árskiftið 1999/2000 eitt ógvuliga sermerkt fyribrigdi. Ikki bert var talan um eitt aldarskifti, men eisini um eitt 1000-ársskifti. Ì alt lív okkara høvdu vit skrivað 19, sum tað fyrsta talið í árstalinum. Tað kendist tí merkiligt og ikki sørt óttafult at vita, at vit nú frameftir skuldu skriva 20 sum tað fyrsta. Tað mestsum hekk okkurt álvarsligt og duldarfult í luftini ein óítøkiligur ótti av hesum.
Fólk um allan heim livdu eisini í stórum ótta fyri tí, sum møguliga kom at henda við teldum og teldukervum, har tíðin er ein av teimum berandi súlunum. Men fyri tiðarteljingina vísti árstalið 2000 ikki at gera tann stóra mun. Okkurt hendi kanska á onkrum av teldunum, men mær vitandi var tað ongin størri katastrofa.
Óttin fyri ár 2000 er nú farin. Vit hava vant okkum við at skriva 2000, 2001, 2003, 2004 og 2005. Vit koma kanska at mistaka okkum nakrar ferðir í januar og skriva 2005 í staðin fyri 2006, men skjótt hava vit vænt okkum at skriva rætta árstalið.
Hetta er, tá vit skriva við hond, men tað er rættiliga sjáldan, at tað verður gjørt okkurt so hissini kanska. Tey, sum skriva nakað av týdningi, brúka fyri tað mesta teldu. Kanska onkur serlingur enn er at finna onkrastaðni, sum skrivar uppá skrivimaskinu fyri ikki at siga við fyllipenni. Ikki tí fyllipennur er eitt ediligt skriviamboð.
Er tíðin fyrst sett rætt upp í telduni, so dugir teldan sjálv at meta um klokkutíðina. Árið, dagurin og tímin kemur av sær sjálvum fram á talvuni á teldutólinum og á tí, sum teldan letur frá sær t.d. teldubrøvum og faksum. Teldan fremur skipan og ordan í øllum. Tað sama er við øllum smáteldum.
Frammanfyri mær liggur fartelefonin, og hon sigur mær, at klokkan er 14.53, og at tað er týsdagur 27. desember, hesa løtu eg so smátt eri byrjaður at hugleiða. Hyggi eg eftir einum SMS-boðum eg havi fingið frá dóttir míni, stendur ikki bert dagurin, men bæði tímin og sekundið. Tað ber til at máta og skjalprógva tíðina niður í minstu eind. Einaferð var tað ein studentur, sum hevði sent uppgávu sína sum fax, men tíverri eitt korter ov seint, talið 12.15 stóð so sjónligt á pappírinum tað stóð tað ikki á tí, sum skrivarin hevði tikið ímóti.
Nú eg eri biðin at gera mær hugleiðingar í sambandi við nýggjárið havi eg valt at tosa um fyribrigdið tíð, sjálvt um eg als ikki havi tíð til tað. Hetta er jú ein tíð, tá ein eigur at hugna sær við familjuni og ikki skriva hugleiðingar.
Tíðarrokning
Tíðarrokning sum fyribrigdi er ógvuliga gomul, og flestu fólkasløg hava roynt at máta tíðina so ella við at fáa eitt ávíst tíðarskil á døgunum og sjálvum sólarárinum. Hetta er í sær sjálvum ein sera áhugaverdur søguligur spurningur, men tað lata vit fara á hesum sinni.
Okkara tíðarrokning byggir á tann julianska kallendaran, sum kom meðan Julius Cæsar var í velmaktini. Men hesin kallendari var ikki heilt beinur í mun til ta røttu astronomisku tíðina og árið fór so við og við nakrar dagar av leið.
Pávin Gregorius fekk í 1582 køn fólk at rætta kallendaran, so at hann eftir tað kom at verða so rættur, sum hann kundi verða. Vit í Europa og Amerika brúka enn tann gregorianska kallendaran. Tað finnast kortini eisini aðrir kallendarar, men mær vitandi líkjast teir í sínum astronomiska grundstøði tí gregorianska, hóast mentanarsøguliga útgangsstøði er ørðvísi. Muslimar taka støði í føðing Muhamed ístaðin, meðan okkara kallendari hevur Kristi føðing sum útgangstøði. Í okkara søguligu tíðarfesting skilja vit ímillum tað, sum hendi fyri ella eftir Kristus.
Tess meira fjøltáttað og saman­sett eitt samfelag er tess størri er tørvurin á at kunna halda skil á tíðini. Tá kallendararnir fyrst vóru skipaðir við mánaðum og døgum, so bar hjá keisarum og kongum væl til at halda skil á hesum, tí teir høvdu skrivi- og roknikønar embætismenn til at gera tað. Tað var hinvegin ikki altíð so lætt hjá tí vanliga manninum at fylgja við í tíðini. Kortini hava fólk altíð havt eitt og annað at miðja seg eftir. Tað sigur seg sjálvt, at tað gjørdist munandi lættari hjá øllum, eftir at prentlistin varð uppfunnin, og tað bar til at prenta tekstir í stórum uppløgum.
Eitt tað fyrsta, sum prentsmiðurnar fóru undir at prenta í størri mongdum, vóru álmanakkar. Í Danmark varð tann fyrsti álmanakkin givin út í 1525. Síðani 1570 eru álma­nakkar útkomir regluliga. Eisini føroyingar hava brúkt álmanakkar.
Í Danska Kongaríkinum var tað bert Universitetið í Keypmannahavn, sum hevði rætt til at geva út álmanakkar. Loyvi skuldi fáast frá universitetinum og tí skuldi búmerki ella stempul universitetssins standa í honum. Líka til 1976, tá hesin rætturin hjá universitetinum varð avtikin, hevur stemplið staðið sjónligt í øllum donskum álmanakkum.
Umframt mánaðar, vikur og dagar vóru tað mestsum frá byrjan prentaðir fleiri aðrir áhugaverdir og praktiskir upp­lýsingar í álmanakkan, sum fólk kundu lesa og læra av. Pláss varð eisini avsett til at skriva okkurt persónligt i álmanakkan. T.d. bar til at skriva í álmanakkan upplýsingar, sum høvdu samband við arbeiðsárið: Hvussu nógv var heystað, hvussu skurðurin var, ella hvussu nógv var fiskað. Hetta kundi skrivast í álmanakkan, umframt mangt annað áhugavert sum til dømis føðingardagar ella nær kúgvin hevði verið til tarvs. Tað seinasta hevði ikki minst týdning. Ofta stóð tað á donskum: koen til tyr.
Tað eru eisini goymdir fleiri slíkir gamlir álmanakkar, sum hava ómetaliga stóran týdn­ing sum søguligt tilfar hjá teim­um, sum fáast við søgu, har upplýsingar frá yrkadegnum hava týdning.
Tað sigur seg sjálvt, at álma­nakkin var eitt stórt framstig hjá øllum teimum, sum høvdu brúk fyri at halda skil á tíðini. Menniskjan hevur eisini havt aðrar møguleikar at máta tíðina, eitt var at skera eitt skar í eitt trækervi fyri hvønn dag, sum fór. Eisini kenna vit frá gomlum døgum tímaglasið við sandi. Tað tók ein tíma hjá sandinum at renna úr glasinum. Tímaglasið er eisini ein av ímyndunum av tíðini. Tað eru ikki mong ár síðani, at eg sjálvur átti ein slíkan tíðarmátara, sum eg brúkti, tá eg kókaði egg.
Fyri at halda skil á einum stytri tíðarbili, kundu fólk fyrr hjálpa sær við at telja onkur kanska ger tað enn, tá tey taka hitan ella temperaturin við gradustokki. Gamalt var at nýfiskaður feskur seiður ikki mátti kókast ov leingi. Hann skuldi í heitan løg. Hann skuldi ikki kókast longri enn tað tekur at siga hetta: soðin er seiður, kókaður murtur, tá hetta er sagt, so tak hann burtur.
Ítøkiliggjørda tíðin
Ítøkiliggerðingin av tíðar­gongd­ini byrjaði longu, tá tey í flestu gomlum býum í Europa høvdu vektarar, sum gingu úti um náttinia og róptu, hvat klokkan var sligin ofta varð hetta sungið sum ørindi upp á rím. Eisini kirkjuklokkurnar, ella kirkjuurini gjørdu vart við tíðina.
Eins og almanakkar komu at verða alt vanligir hjá fólki flest, komu klokkur, so skjótt tær vóru uppfunnar og settar í framleiðslu, eisini at verða tað. Tær fyrstu klokkurnar, sum fólk fingu í hús síni vóru rættiliga stórar, og vóru minst líka so nógv til prýðis sum til at vísa tíðina. Klokkupinnarnir vístu tíðiliga, hvussu tíðin so spakuliga fór sína gongd. Klokken slår, tiden går, evigheden forestår, sungu tey.
Eitt var tað at klokkan sló og tíðin fór, men skjótt var tað so, at tað kom at verða neyðugt at hava tamarhald á tíðini, eitt korter fyrr ella seinni kom at gera stóran mun. Tað kom so nógv nýtt í 19. øld. Longu tá var globaliseringin alheimsgerðingin , sum øll tosa um nú á døgum, so smátt byrjað. Damp- ella guvumaskinurnar gjørdu tað møguligt hjá stórum ferðamannskipum at sigla tvørtur um høv til ásetta tíð. Tað sama gjørdu tokini á jarnbreytunum, sum komu alla staðni. Hetta er tann tíðin, tá ferðaætlanirnar koma, tá menn settu sær fyri at ferðast alla jørðina runt eftir 80 døgum. Serliga tokini settu eina æru í at halda ferðaætlaninar, og tað sama var við rutuskipunum. Nú bar tað ikki longur til altíð at hava góða tíð, tí komst tú ov seint so var tokið ella báturin farin. Tíðin hevði sjálvandi eisini sín alstóra og mera ótespuliga týdning í allari krígsførslu.
Skjótt kom tað eisini at verða so, at fólk komu at hava eina serliga arbeiðstíð, sum byrjaði til eina ávísa tíð á degnum og endaði til eina ávísa tíð. Fyrr var dað mest dagslýsið, sum avgjørdi arbeiðsdegin, og soleiðis var tað fyri tað mesta í øllum vanligum bygdaarbeiði, men tá føroyngar fóru at vaska og turka fisk, tá var arbeitt eftir klokku fyri tímaløn.
Alt hetta førdi við sær, at eisini einstaklingurin kom at fáa tørv á eini klokku sigur seg sjálvt. Tað kom tí skjótt ein fram­leiðsla av fabriksgjørdum bílligum klokkum og urum, sum mestsum ein og hvør hevði ráð at keypa. Vekjaraklokkurnar talaðu sítt greiða hvølla mál um, at nú var klokkutíðin komin sum ein avgerandi og ráðandi táttur inn í lívið hjá teimum flestu. Vekjarin mátti trekkjast upp hvørt kvøld og settast á ta tíð, tá hann skuldi vekja.
Sum við øllum øðrum slíkum atributtum, kom tað eisini at verða munur á urum og klokkum. Ríkir og máttmiklir menn gingu við lummauri í gullketu, eins og tað eru fólk í dag, sum ganga og reypa við fínum og dýrum Rollexurum ella hvat øll hesi fínu merkini eita.
Uttan mun til, hvussu fínt urið var ella ikki, so hava tey flestu í umleið tey seinastu 50 árini og summi longur, havt eitt armbandsur, sum segði teimum klokkuna. Tað ber næstan ikki til at liva eitt vanligt lív í dag, uttan at hava skil á tíðini. Tað endar við kaos.
Eitt annað fyribrigdi er stempul­klokkan, sum er ætlað at nýta sum amboð hjá arbeiðsgevara at halda skil á arbeiðsfólkunum. Tað skal ikki undra meg, um tað ikki skjótt verður skipað so fyri, at ein snøggur lítil gbs-ari verður festur á starvfólkið, so tað altíð ber til at avdúka positiónina hjá tí einstaka í arbeiðstíðini.
Hinvegin eru tað eisini nógv arbeiðstól, har tað ber til at seta mátarar í, har tað ber til at máta framleiðsluna hjá tí einstaka, hetta serliga, um tú arbeiðir við teldum ella teldustýrdum arbeiðstólum, tí alt sum tú gert á telduni verður skrásett og ber til at kontrollera, serliga tíðin.
Tíðin er ikki bert tann tíðin, sum rennur avstað eins og streymur í á. Tíðin er pengar, verður sagt. Ein av orsøkunum til at tað í dag er so týdningarmikið at máta tíðina er tí, at tíðin fyri tey flestu er grundarlagið fyri lønini. Tað var ein tíð, tá tað ikki var tíðin, sum avgjørdi, hvat eitt arbeiði hjá einum handverkara kostaði, alt hevði sín fasta prís. Ein stólur kostaði tað, sum virði av einum stóli var. Hvussu langa tíð tað tók at gera ein stól, hugsaði eingin um. Í dag er tað tíðina hjá handverkarunum, sum vit gjalda fyri meira enn fyri sjálvt handverkið, tí er tað so ógvuliga umráðandi fyri okkara kappingarføri, at tey, sum átaka sær arbeiði, duga at fyriskipa og brúka tíðina effektivt, so at kundin sleppur frá at gjalda fyri tóma arbeiðstíð.
Effektiviseringin av arbeiðs­tíðini var sjálvt grundarlagið undir allari ídnaðarframleiðsluni, og sum hevur gjørt tað, at ídnaðarvørur eru rímiliga bíligar hjá okkum at keypa. Ofta eru tollur og avgjøld tann størri parturin, sum á bilum t.d.
Tíðin er eisini av avgerandi týdningi fyri bæði arbeiði í fyri­siting og í gransking. Tað er so langt síðani, at tað varð roknað út, hvussu nógv arbeiðstíð fer til at gjalda eina faktura hjá tí almenna, um tú roknar allar handfaringar við. Í peningi liggur hetta um 250 kr.
Granskarar hava eisini tíðar­svørið hangandi yvir sær. Dugir tú ikki at seta tíðir á nær tú væntar, at teir ymisku partarnir í eini vísindaligari verkætlan kunnu roknast við at verða lidnir, so hevur tú lítlar vónir um at fáa granskingarpengar. Men tíðin alleina skapar ikki genialitet og skaparaevni. Tað ræður um at geva teimum røttu fólkunum tíð og umstøður.
Arbeiðstíð og persónlig tíð
Tað skil, sum tað bar til at halda á tíðini við teimum fyrstu álmanakkunum, er vorið alsamt ment og gjørt alt fjølbroyttari. Tað eru heldur ikki so nógv ár síðani, at ein sonevndur Time-manager var inn. Hann var næstan líka stórur sum ein bíblia, har tað bar til at skriva upp og planleggja alt, sum hevði við bæði arbeiðslív og privatlív at gera. Tað vóru givin skeið í, hvussu hesin time-manager skuldi nýtast, og lærdi tú at brúka hann rætt, vóru tað næstan ongar avmarkingar, hvussu tú kundi leggja lív títt til rættis, heilt niður í minstu smálutir. Time-manager-fólkini vóru eitt serliga effektivt og vælfyriskipað fólkaslag. Bert tað tey tuskaðu við time-manegar-anum í hond­ini, á sama hátt, sum tey nú ganga við hesum kombineraðu fartelefonunum og smáteldunum. Men mistu tey time-managaran burtur, so var neyðin í durinum, tí so dugdu tey ikki at venda sær longur, tí alt stóð í managaranum, sum var teirra leiðbeinari tíma fyri tíma.
Eg minnist einaferð eg var við til at hjálpa onkrum at flyta í eina nýggja íbúð. Hvussu var og ikki, so var time-managarin komin at liggja undir øllum flytigóðsinum, og tað bar ikki til at koma at honum í bræði. Eigarmaður hansara var so ólukkuligur, at hann setti seg at gráta. Sjóheitan grát. Hvat skuldi hann nú gera. Hann visti hvørki hvussu hann skuldi passa konuna ella sítt arbeiði.
Stressmappur og time-manag­arar eru ikki inn longur, nú skulu fólk ikki vísa sítt stress, men verða væl trimmaði og úthaldandi.
Men tað vóru eisini teir, sum um somu tíð sum time- managerarnir myndaðu tíðina, kundu klára seg við minni. Eg minnist, at Erlendur Patursson sáli ein dagin hann var og tosaði við meg á skrivstovu míni á Fornminnissavninum, har eg tá arbeiddi. Hann tók tá ein samanlagdan álmanakka frá Tøtingarvirkinum í Gøtu upp úr lummanum og skrivaði okkurt á hann, sum hann skuldi minnast til. Meira kravdi hesin tjóðskaparmaður ikki fyri at halda stýr á sínum lívi.
Elektroniski kallendarin
Útboðið av størri og minni kallendarum er vorðið ógvuliga stórt og liggur frammi í bók­handlum seint á heysti og uppundir jól, men teir imponera ikki fólk longur, tí vit mugu minnast til, at kallendarar eisini finnast í hvørji fartelefon og í øllum teldum og ikki minst í øllum kombinatiónunum av fartelefon og telduhvølpum.
Fartelefonin er eitt rættiligt sambandstól. Serliga ung fólk og eisini børn hava gjørt sær dælt av hesi samskiftistøkni, har tað ikki bert ber til at tosa saman, sms-a, men tað ber eisini til at senda hvørjum øðrum myndir. Meðan tey sita og eta jóladøgurðan ber til at leggja til rættis restina av degnum ella kanska mest náttini, saman við vinfólkum, sum eru heilt aðrastaðini í landinum.
Fartelefonen hevur ein so stóran týdning hjá ungdóminum í dag, at tey ikki vilja sleppa henni úr hondunum, í øllum førum ikki longur enn tey kunnu taka hana straks, um hon skuldi givið lívstekin frá sær. Eisini hjá okkum eldru, sum í fyrstanini vóru eitt sindur trek at fáa sær hetta snurrandi lummatólið, eru fallin til fartelefonina. Sjálvt ommur kunnu læra seg at senda sms.
Hinvegin er alt nú blivið so smart, at tað ber til at sameina teldu og fartelefon og senda upplýsingar ímillum so tú so at siga hevur alt á sama kallendara. Hetta skal vera ein av orsøkunum til, at býráðslimirnir í Havn hava fingið so fínar fartelefonir. Jú, allir møguleikar eru til hjá teimum at tráðroyna hvørt sekund og arbeiða á telduni alt samdøgurið, uttan mun til hvar teir eru stæddir.
Á flestu skrivstovum er tað soleiðis, at tað ber til at sláa upp á kallendarunum hjá hvørjum øðrum fyri at finna leysa tíð ella eina leysa stund at hittast. Í nógvum førum eru tað skrivararnir, sum halda skil á tíðini eisini hjá stjórum teirra. Á henda hátt verður tað alt meira kallendarin, sum kemur at stýra einum fólki, enn fólki sjálvt. Tað ber sjálvandi til at avlýsa eina óhepna avtalu og tað hendur ikki so sjáldan.
Herfyri ætlaði eg mær at hitta ein av okkara stóru monnum og ringdi til skrivara hansara, um eg kundi fáa avtala tíð. Jú, hon skuldi straks hyggja eftir í kallendara hansara fyri at vita, um hann hevði nakra avlopstíð. Tað hevði hann ikki ta vikuna, men næstu viku var eitt glopp í kallendaranum, har hon kundi skriva meg inn.
At hitta fólk á telefon ber næstan ikki til longur, tí tað er so litil avlopstíð til tað í sjálvari arbeiðstíðini. Ofta sleppur tú ikki longur enn at hoyra móttakaran spæla tónleik, men kanska onkur skrivari er, sum kann geva tær boð. Tað tekur tíð at fáa fatur í fólk í telefon, tí sum eingilsmenn siga tað, a busy man is never in his office.
Harafturat so kanst tú uttan mun til hvør tú ert, ikki venda tær til ein og hvønn persón í einum aðalráði, um so er at tann persónurin, sum tú vilt hava fatur á, ikki er at hitta. Tú skalt venda tær til tað fólkið, sum í leiðsluskipanini hevur málini hjá tínum stovni um hendi og ongan annan. Alt annað verður á modernaðum nýføroyskum fyrisitingarmáli rópt at by-passað úttalað beipassað. At venda tær beinleiðis til stjóra ella aðalstjóra fyri ikki at siga landsstýrismann, er fyrisitingarliga sera ódannað ella sera grov by-passing, sum helst kemur tær aftur um brekku, um tú skuldi funnið uppá tað. Tað er tíðin ikki beroknað til.
Her eru teldubrøvini, sum tú nærum altíð kann senda frá teldu tíni ein góð hjálp. Við teimum ber tað til næstan til at seta tíðina út av funktión eina løtu. Teldubrævið ella meylið kemur beinleiðis á telduna hjá tí, sum tú sendir tað til. Tað ger eisini vart við seg á skýggjanum. Yvirhøvur eru embætisfólk sera fitt til at svara, tey kunnu eisini, um væl veit við ringja til tín eftir at hava fingið ein teldupost. Hetta veit eg frá mær sjálvum.
Sjálvandi er ikki øll tíð á kallendaranum arbeiðstíð. Tað má vera eitt sindur av luft í kallendaranum hjá einum stjóra, tí um tað altíð er fult, fær hann ella hon ikki stundir til at hugsa fyri ikki at siga nýhugsa, og tað er tað sum stjórar fyrst og fremst eru settir til í dag.
Tað ber tí eisini til at seta løtur av i kallendaranum til okkurt frítíarítriv, bowling, renning, ella til at fara á flot, um tað er góður streymur.
Hjá teim flestu vælskipaðu fólkunum er tí lítil avlopstíð. Ein vinmaður mín helt her fyri ein fyrilestur í donskum høpi, um kvalitetstid til familien. Inspiratiónina til fyrilesturin hevði hann fingið frá gifta soni sínum, sum gramdi seg um, at hann hevði ov nógv at gera og tí lítið av kvalitetstíð til lítla son sín, og tað harmaði hann.
Spurningurin er so, hvat hann meinti við kvalitetstíð. Tað verður so ofta tosað um at hava eitt fokus, at lurta og vera nærverandi, og ikki lata alt annað rumstera í høvdinum samstundis sum tú skalt eitast at tala við eina aðra menniskju. Kvalitetstíð er tí ein tíð, sum er avsett til eitt serligt endamál, og kvalitetstíð krevur, at heilin frammanundan er nulstillaður, at fartelefonin er sløkt, og har tú heldur ikki roynir at lesa bløðini samstundis, sum tú talar við ein annan. Tað ber sjálvandi til at avseta slíka kvalitetstíð til privat viðurskifti í kallendaran, eina tíð, tá babbar ikki mugu forstýrast av øðrum enn sínum egnu.
Teir, sum lurtaðu eftir fyri­lestrinum hjá vinmanni mínum, góvu honum rætt, men sum ein áhoyrari segði, hvar skuldi hann í einum samdøgri, sum bert hevði 24 tímar finna avlopstíð, sum kundi brúkast til kvalitetstíð?
Tíbetur hava tey heilt smáu enn ikki kallendarar, men tað gongur ikki leingi, so hava tey eitt sindur størru børnini sínu egnu tíð at halda skil á tað er so nógv, sum tey skulu til, spæla floytu, violin, fótbólt, skótavirksemi og hvørt av sínum. Tey kenna tey elektronisku tólini betri enn vit eldru. Tá er bert at vóna, at kallendararnir hjá børnum og foreldrum eru koordineraðir, og at kvalitetstíð finnst sum avlopstíð hjá báð­um pørtum. Tað er longu manga­staðini soleiðis, at tað er bert hendingaferð, at tað lukkast familjuni at sita og eta saman um eitt og sama borð.
Tíðin er ein sera avgerandi faktor í øllum virksemi okkara. Tíð er ein knappheit hjá øllum og tí eisini eitt ríkidømi, men tú fært ikki rættiliga gleði av hesum ríkidømi, uttan tú hevur tað saman við øðrum.. Hygg í kallendarin og kanna eftir um tú kannst, verður alt vanligari at hoyra.
Afturvendandi tíð
Eitt er at tíðin, sum rennur sum streymur í á, og at tíð er farin tá hon er farin, men tað er onnur tíð av øðrum náttúru­givnum, mentanarligum ella samfelagsligum slag, sum kemur aftur á hvørjum ári. Àrstíðirnar eru besta dømi um ta syklisku ella ta afturvendandi tíðina. Eftir vetur kemur vár, eftir vár summar, eftir summar heyst og eftir heyst vetur. Soleiðis er á hvørjum ári.
Náttúran rundanum ber sína egnu tíð í sær og ger hana sjón­liga á so mangan hátt á hvørjum ári. Fuglurin kemur til landið til ásettar tíð, og fiskurin kemur á grunnarnar til ásettu tíðirnar og sjálvt grasið fer at grógva, tá tíðin hjá tí er komin, og soleiðis er við øllum blómum og ávøkstri.
Hetta er ein tíð, sum vit mugu taka til okkum og frøast um, tá hon kemur. Eitt nú er stytsti dagur farin aftur um bak, og nú fara dagarnir at leingjast aftur og so byrjar alt aftur av nýggjum.
Í flestu bygdum er enn far­vegur eftir sólarmerknunum í bø og haga, so tað ber til at meta um, hvat klokkan er. Við at sameina sól og landafrøðilig merkir ber til at fáa eina fatan av tíðini sjálvt um ein ikki hevur klokku uppu á sær. Eitt annað var at fólk kanska meira fyrr eisini hava eitt lívfrøðiligt ur í sær. Flestu vakna til ávísa tíð og vilja sova til ávísa tíð, men tað er ikki altíð at slíkar rútmur hóska til tað lív, sum verður kraft av okkum menniskjum.
Umframt ta náttúrugivnu aftur­vendandi tíðina, so hava vit menniskju eisini sjálvi skapað eina tíð, sum lív okkara er ein partur í. Tá Gud skapti heimin, arbeiddi hann í 6 dagar, men tann 7. dagin hvíldi hann. Hetta hevur menniskjað eisini gjørt til sítt, men í dag arbeiða vit í 5 dagar og hava frí í tveir. Leygardag og sunnudag hava vit frí frá arbeiði okkara, og eiga tíðina sjálvi. Men tað eru tey, sum eru noydd at arbeiða í vikuskiftunum, men so fáa tey frí aðrar dagar ella fáa eitt lønarískoyti.
Umframt sunnudagin, sum enn verður hildin rættiliga heilagur her heima í Føroyum, so hava vit eisini fleiri aðrar halgidagar, sum verða hildnir sum sunnudagar, men sum tað verður gjørt meira burturúr enn vanligum sunnu­døgunum. Her eru jólini eitt gott dømi. Kirkjuárið byrjar við fyrsta sunnudegi í advent og fevnir um allar hinar sunnu- og heiligdagar í kirkjuárunum, sum endar við teimum mongu sunnudøgunum eftir trinitatis.
Men árið er ikki bert eitt kirkjuár, tað er eisini eitt ítróttar­ár ella eitt kappingarár við fastløgdum dystum. Eisini hava vit allar summarstevnurnar. Ólavsøka, tá tingið verður sett eftir skrúgonguna ólavsøkudag, er ein samanrenning av einum verðsligum og andaligum halgidegi.Tað minnir meg um, at vit fjórða hvørt ár eisini hava eitt politiskt ár, tá vit fara á val.
Vetrartíð er veitslutíð verður ofta sagt. Fyrr var tað so, at tað var um heystið at tað var nóg mikið til av øllum bæði eplum og kjøti, tí var tað eisini um heystið, at fólk fyrr hildu brúdleyp, men hetta er vorðið øðrvísi, tí í dag er tað mest um summarið, at fólk giftast, tí globaliseringin hevur gjørt, at tað er nóg mikið av brúdleypsmati at fáa mestsum hvønn dag í árinum. Um summar­ið eru eisini ungfólkini heima, og tað eru fyri tað mesta tey ungu, sum giftast.
Men munnu vit ikki enn eisini hava brúk fyri veitslum ta myrku vetrardagarnar eins og fyrr. Her hugsi eg serliga um øll jólaborðini upp undir jól. Tey gera helst somu nyttu sum øll gomlu gildini tey fyrr høvdu um jóltíðir: bátsgildi, neytakonugildi og hvørt av sínum. Trongdin í menniskjanum at skapa sær tíðir við gildum og fest sum frávik frá yrkadegnum er líka so gomul sum menniskjan sjálv, antin gildini eru heima hjá okkum sjálvum ella umgjørd til skíferiur ella vetraferiur í øðrum londum, meiningin er tann sama.
At hava góða ella ringa tíð
Øll kenna vit fólk sum altíð hava góða tíð og fólk sum altíð hava ringa tíð. Tey eru stressað av øllum, bæði tí, sum tey skulu gera, tað, sum tey gera, tað sum tey hava gjørt og sjálvandi allarmest at tí, sum tey ikki fáa gjørt og so stressa tey eisini onnur. So eru tað tey, sum altíð tykjast at hava góða tíð, sum kunnu steðga á og seta tíð av at tosa við onnur, men tey koma eisini á mál við tí, sum tey gera, og tey hava veruliga góða tíð, kanska júst tí tey hava yvirblikk, og duga at skilja millum tað, sum í løtuni hevur týdning og tað, sum hevur minni týdning. Men tað eru eisini tey, sum søpla tíðina burtur, uttan at vita hvussu. Men øll eru vit av og á í teirrri støðu at tíðin fer undan okkum, tá er einki annað at gera enn at skunda sær.
Tað var ein stjóri her í Havn, sum ofta tók hýruvogn til arbeiðis, ikki tí at hann ikki vildi ganga, men tí, at tað tók honum so nógva tíð at koma ígjøgnum býin. Honum dámdi sjálvur væl at práta, og fólk vildu fegin práta við hann. Hann møtti so nógvum fólki, sum fegin vildu tosa við hann, og sum hann sjálvur eisini fegin vildi tosa við. Men tað tók alt ov langa tíð hjá honum at koma fram. Hetta helt hann ikki kundi bera til, tí mátti hann taka hýruvogn, tá nógv stóð á. Hann var komin í eitt krysspress, tí mundi hann ikki innast inni halda, at hesi prátini vóru góðar løtur - kvalitetstíð, sum gjørdu honum lívið ríkari.    
Leygardagur er ofta ein dagur, tá fólk vanliga hava rími­liga góða tíð. Tak nú onkran leygardag tá tú fert til handils, tá rokna tey flestu við, at ein hevur tíð til at skifta nøkur orð og andlitini eru opin og móttakilig. Øðrvísi er tað, tá tú hevur ringa tíð, tá tú spurtar avstað fyri at finna okkurt til døgurða, og tú veitst at bíðað verður eftir tær heima. Tá ræður um at hava eina medferð og eitt andlitsbráð, sum ger at tú ongan sært, og at eingin talar til tín. Øll síggja, at tú hevur ringa tíð.
Fert tú hinvegin ein leygardag niðan á Ruskstøðina í Havn, so er tað eisini eitt sindur av time-out. Har kanst tú hitta fólk, sum annars ganga í slipsi og kragatoyi í vásaklæðum. Tað lýsir langt burtur frá teimum, at tey nýta hetta tíðarfrælsi at kunna ripa pappeskjur, rusk­posar og annað órudd í konteynararnar, sum standa har lið um lið. Konteynarar til ymisk endamál: smátt rusk at brenna, stórt rusk at brenna, elkáplar, møblar, køliskáp. You name it, sum bretar siga. Har er rúm fyri øllum.
Tað at rudda ella beina burtur rusk er fyri tey flestu ein formur fyri katarsis, ein reinsilsisprosess, har fyribeiningin av óruddinum á ein ella annan hátt eisini reinsar og gevur frið í sálina og skapar eina nýggja tíð eina nýggja byrjan. Her á Ruskstøðini eru kortini ikki stundir til tað stóra orðaskiftið, tí bilarnir standa vanliga og bíða eftir hvørjum øðrum, men tað er einki stress at síggja, men blíð og órakaði andlit og konufólkini hugsa ikki so nógv um frisýruna ein dag á ruskstøðini, men tey eru ikki so nógv heldur.
Júst, tað inn ímillum at geva sær stundir at práta saman eisini á arbeiðsplássinum, gevur okkum ríkar løtur í lívi­num, tá vit missa tamarhaldið á tíðini, sum tykist at standa still í nærveruni millum menniskju. Kenna fólk seg glað og løtt í sinninum, gera tey eisini sítt arbeiði lættari og betri.
Sum tú rópar so ekkóar tað aftur. Eitt smíl skapar eitt annað smíl, og ein illfýsin ella gronut viðmerking skapar eina aðra gronuta virðmerking. Vit kunnu soleiðis sjálvi gera nógv til, at tann tíð vit hava verður ein góð tíð. Hin vegin kann ein skemtilig viðmerking eisini hjálpa uppá ringt lag og lokka skálkabrosið fram, men tað eru tíðir, tá slíkt ikki loysir seg, men best er at lata fólk fáa frið t.d. um morgunun.
Humor er altíð eitt gott innslag, men um tú ikki skal koma illa fyri av orðum við sarkasmu og ironi, so krevur tað, at móttakarin og ikki minst tú sjálvur, er meira en vanliga skilagóður, tí ert tú sarkastiskur ella ironiskur rørir tú teg á eini knívsegg, og tað krevur eitt rættiliga sublimt forstáilsi, sum tú ikki kanst vænta at øll hava, og vandin fyri alvorligum missiljingum er sera stórur. Tað kann skjótt koma at verða til angurstíð. Men nú eri eg við at villa meg burtur frá tí evni, sum eg skal tosa um, so best er at royna at finna inn á rás mína aftur.
Tíð eru pengar verður sagt, og tíðin skal ikki søplast burtur. Hetta vil kortini ikki siga, at vit ikki eisini kunna njóta tíðina, liggja á sofuni og lada upp, sum onkur segði, ella spáka okkum ein túr, ella renna, sum nógv gera. Ella bert lata tankarnar sveima, droyma seg burtur á hugans leiðir, har alt er gott og ljósareytt. Ein arbeiðssamur maður, sum eg kenni, segði at hann elskaði teir dagar, tá hann einki hevði at gera.
Hinvegin eru vit menniskju tíverri ikki innrættað soleiðis, at um vit bert fáa tíð, so fáa vit útrætta tað ótrúliga. Tað er ikki so. Hugflogið er ikki altíð har. Tað eru løtur har flogið er lætt og so eru tað aðrar løtur sum eru sum í tjúkksendi, har alt fellir tungt og einki kemur burturúr. Tíðin er eitt, men hon er ikki nógmikið.
Spurningurin er so, hvat øll henda ítøkiliggerðingin og mátingin av tíð ger við okkum menniskju, er tað gott ella ringt fyri okkum altíð at verða so medvitað um tíðina. Jú, sigur onkur, tað er neyðugt at hava so gott skil á allari tíðini, fyri at tú eisini skalt kunna fáa góða tíð til tað, sum tú vilt hava góða tíð til, annars fer helst nógv tíð til einkis.
Eg kom t.d. einar tríggjar tímar ovseint í gongd við at skriva hesar hugleiðingarnar, tí eg og døtur mínar fullu í prát. Skal eg illneitast inn á tað ella skal eg gleða meg yvir ta kvalitetstíð, sum er her ótilætlað fekk saman við yngra ættarliðinum?
Í ár vóru jólini stutt, men jólastákið hevur ikki kravt minni tíð fyri tað. Flestu familjur hava eina fasta skipan av jólatíðini. Ungar familjur, sum fyri fyrstu ferð skulu halda jól saman, hava tikið fleiri avgerðir, sum koma at ávirka jólini frameftir. Konan er kanska von við at fáa ræstan fisk og sperðil jólaaftan og maðurin er kanska vanur við at fáa ein ræstan bógv jólaaftan. Onnur eru kanska von við at fáa dunnu ella gás jólaaftan. Heima hjá okkum endaði tað fyri mongum árum síðani við, at semja var um at byrja jólini við at eta ræstan fisk og sperðil tollaksmessudag og at seta ein bógv við rivum í ovnin jólaaftan. Dunnurnar verða etnar jóladag eftir kirkjutíð. Annan jóladag hevur vanliga verið etið ræst kjøt, men ikki altíð, tað veldst um so nógv annað.
Á jólum seta vit saman við familjuni skap á ein part av okkara tíð um jólini eru kvalitetstíð ella ei, tað vita fólk best sjálvi, men man ikki tan mest einskilda ella privata løtan í familjulívinum verða jólaaftan, tá alt mestsum steðgar upp og hvør hús eina løtu hevur nóg míkið í sær sjálvum.
Eitt nýtt ár er nú byrjað tað gamla árið er farið. Vit hava brent bál og skotið rakettir og buldrað nógv um ársskifti. Hetta fyri at rudda burtur tað gamla og rudda slóð fyri tí nýggja. Vit vita, hvat er hent í tí árinum, sum farið er, men hvat tað nýggja árið kemur at bera í sær fyri okkum av góðum og illum, tað vita vit ikki uttan kanska fíggjarlógina og hvussu skattaprosentið verður í teimum einstøku kommununum.
Gott nýggjár øll somul og Harrans signing í komandi ári.