Tíðin er komin at skipa samstarv

   

Jón Guttesen
Tvøroyri
?????
Suðuroyingar fara til val við tí vón at komandi bý- og bygdaráðini venda kegli og klandri baki. Men vón skal gerast veruleiki. Tíðin er komin at vit skipa okkum við samstarvi fyri eyga.
Skjøtil skal setast á at skipa samstarv. Tá kom-andi bý- og bygdaráð fara at skipa seg í nevndir skal hetta gerast við samstarvi fyri eyga.
Heldur enn at skipa sjey meinlíkar nevndir ið varða av sama øki, skal ein nevnd skipast sum fevnur um alla oynna, við umboðum úr teimum sjey bý- og bygdaráðunum.

Umboðsmannabýtið
Umboðsmannabýtið skal gerast so, at øll bý- og bygdaráð verða nøktandi umboðað, samstundis sum eingi verða umboðað við yvirvág.
Trinnir møðuleikar eru: fyrsti er ein 11-mannað nevnd við trimum umboðum úr báðum býráðunum og einum umboði úr teimum fimm bygdaráðunum. Næsti er ein 9-manna nevnd við tveimum umboðum úr báðum býráðunum og einum umboðið úr bygdaráðunum. Og síðsti er ein 7-mannað nevnd har øll plássini verða javnt umboðað.

Fíggjarorka
Íløgur og kostnaður av umsiting skal býtast javnt millum bý- og bygdaráðini. Hetta gerst við einum býtislykli samsvarandi fólkatalið.
Fólkatølini frá august í ár geva henda býtislykil: Fámjin og Hov 2%, Porkeri og Sumba 7% og 8%, Hvalba 15%, Vágur 28% og Tvøroyri 36%.
Umsiting skal fáast til vega við at fólk í umsitingini á einum av plássunum verður parttíð knýtt at nevndini.
Viðkomandi bý- og bygdaráð fær síðan endurgjald frá nevndini fyri veitta tænastu.

Uppgávur og heimildir
Uppgávurnar hjá einari nevnd í hevur alla oynna sum virkisøki er tann sama sum nevndirnar á teimum einstøku plássunum. Nevniliga at leggja fíggjarætlan, at raðfesta og umsita íløgur og at seta í verk lógir og kunngerðir frá landsmyndugleikunum.
Somuleiðis eru heim-ildirnar á leið tær somu sum hjá nevndunum vit kenna í dag. Avgerðir verða tiknar í bý- og bygdaráðunum eftir áheitan frá nevndunum, men áheitanin skal koma úr nevndunum.
Á henda hátt verður sjálvsavgerðarrætturin verandi í teimum ymsu bý- og bygdráðunum.

Karmarnir
Neyvan verður tørvur á fleiri enn einum nevndarfundi um mánaðin, og fundir kunnu skifta mill-um plássini um semja ikki fæst um eitt pláss.
Reglur um viðtøkuføri, formanni, og so frameftir verða á leið teir somu sum vit kenna teir í dag.

Málssøki
Umhvørvisøki er lágt raðfest á øllum plássum í oynni og umsitingarliga orkan, ið verður nýtt til øki, er somuleiðis lítil. Ilt er at fáa eyga á tiltøk ið skulu verna og fjálga um umhvørvið og minkað um dálking.
Somuleiðis er øki so snikkað, at tiltøk muna best um tey fevnað um alla oynna.
Tí er tað sjálvsagt at umhvørvisnevnd verður skipa sum fevnir um alla oynna.
Tær uppgávur sum í dag liggja í umhvørvisnevndum og sum ikki fæst semja um at samskipa, skulu flytast í tær einstøku teknisku nevndinar, og harvið verða verandi á plássunum.
Einki býráð megnar at lyfta eldraøki einsamalt, og tá eldraøki verður lagt út til tey ymsu økini at fíggja, verður neyðu-gt við alsamt tættari samstarvi. Tí er tað sjálvsagt at øki verður samskipa eftir sama frymli.
Barnaverndin verður vantandi skipa soleiðis í næstum.
Onnur øki ið høvdu gagn av skipaðum samstarvi eru tilbúgving, brunanevnd, komunulæknaskipan, havnir, vinnuframi, og nógv fleir aftrat.
Sitandi bý- og bygdaráðini siga seg øll verða fyri tættari samstarvi, um tey ikki eru fyri samanlegging.
Komandi bý- og bygdaráðini skulu at gera bart og fáa samstarvið í fasta legu frá fyrsta degi.