Tíðin stóra stríðsmálið

Føroya Lærarafelag vil hava meira tíð til næmingarnar, men tað kostar tí almenna kassanum nógvar pengar. Partarnir skuldu samráðast um nýggjan sáttmála allan gjár

Føroya Lærarafelag og Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum skuldu allan dagin í gjár fundast um nýggjan sáttmála.

Semingsmenninir, sum komu upp í leikin fyri einari viku síðani, útsettu tá ein møguligan arbeiðssteðg í eina viku. Og tað var til á midnátt í gjárkvøldi.

Fyrrpartin í gjár vildu partarnir ikki tosað við fjølmiðlarnar. Semingsmenninir høvdu givið pørtunum munnkurv.

Ætlanin var, at semingsmenninir skuldu leggja eitt semingsuppskot fyri partar í gjárkvøldið, og teir skuldu svara áðrenn midnátt. Um partarnir eftir midnátt framvegis vóru sinnaðir at tosa saman, skuldu samráðingarnar halda fram.

Stóru stríðsmálini í sáttmálasamráðingunum eru lønin og arbeiðstíðin.

Føroya Lærarafelag vil hava betri treytir til sínar limir. Fyrst og fremst vil felagið hava somu lønarhækking, sum onnur hava fingið, og síðani vil felagið hava, at lærararnir fáa betri tíð at fyrireika og samskipa arbeiði eftir nýggju fólkaskúlalógini. Hetta kann kosta tí almenna nógvar pengar.


Tíð kostar

nógvar pengar

Formaðurin í Lærarafelagnum vildi í gjár einki siga um krøvini, men í Skúlablaðnum, sum Føroya Lærarafelag gav út í síðsta mánaði, gjørdi Elsa Birgitta Petersen greitt, hvat tað er, sum felagið fer at krevja frá Fíggjarmálastýrinum.

?Vit vilja ikki hava meira løn enn hini, men vit hava gjørt greitt, at kostnaðurin av tí, sum er lagt afturat okkara arbeiði, ikki skal takast av lønarhækkingini hjá okkara limum, segði Elsa Birgitta Petersen í Skúlablaðnum.

Lærararnir vilja hava meira tíð til næmingarnar, og hendan tíðin kostar pengar ? kanska einar 60-70 milliónir krónur.

Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur áður sagt, at um nýggja fólkaskúlalógin kostar so nógvar pengar, má hon broytast aftur.

Lærararnir og leiðslurnar á skúlunum eru ikki sinnað at fara aftur til eina gamla skipan, og tí stóðu partarnir langt frá hvørjum øðrum, tá farið varð undir samráðingarnar.


Drúgvar samráðingar

Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið hava verið í samráðingum síðani í heyst.

Beint áðrenn felagið skuldi fara í arbeiðssteðg 1. november í fjør, varð ein fyribilssemja gjørd, sum tryggjaði lærarunum eina ávísa lønarhækking. Tá varð avgjørt, at samráðast skuldi seinni um eyka arbeiði, sum nýggja fólkaskúlalógin hevur við sær.

Føroya Lærarafelag er sinnað at stríðast fyri sínum krøvum, og tað kann føra til arbeiðssteðg.

Um tað kemur so langt, verður tað fyrstu ferð, at fólkaskúlalærara fara í lógligan arbeiðssteðg.