Tíðin styttist til Sement

Enn ber til at melda seg til tónleikakappingina Sement. Innleiðandi

umførini vera 16. og 23. januar og síðan verður finalan 30. januar 2010

í Perluni Kappingin er fyri einstaklingar og bólkar.

 

Vinningurin er 5 dagar í Studio Oyravox við teknikara, spæla á

Summarfestivalinum, gávukort frá Simma Musikhús og Soundcheck, eina

konsert í Perluni har alt er fyriskipað.

 

Seinasta freist at melda seg til er 9. januar.