Tíðinaskriv frá Ferðslutrygd

82 km/t = 7.100,- kr. - Eitt keðiligt roknistykki!

Bót 3.000,- kr.

Eftirkannandi roynd 900,- kr.

Undirvísing 2.200,- kr.

Koyritímar 700,- kr.

Nýggj eftirkannandi roynd 300,- kr.

Tilsamans 7.100,- kr.

+ nakrar vikur uttan koyrikort


Hetta roknistykkið er eitt svar uppá, at tað í fjølmiðlum fleiri ferðir hevur ljóðað, at tú næstan kann koyra so skjótt, sum tú vilt uttan, at tað fær álvarsligar fylgjur.

Roknistykkið er grundað á, at tú koyrir 82 km/t ella 32 km/t skjótari enn

loyvda ferðmarkið í bygdum øki, sum er 50 km/t.

Siga vit, at talan ikki er um skerpandi umstøður - og at tú tí ?einans? stendur til at fáa treytaða frádøming av koyrikortinum, so merkir tað, at tú missir ikki koyrikortið upp á staðið. Men í øllum førum fært tú 3.000, - kr. í bót , og áðrenn mánaður er gingin, skalt tú til eftirkannandi roynd hjá

Bileftirlitinum, sum tilsamans kostar tær 900,- kr.

Tað vísir seg, at tey flestu, ið fara upp til roynd uttan at hava fingið undirvísing, standa ikki royndina, men dumpa frá hond. Um tú dumpar til royndina, sleppur tú ikki aftur til nýggja roynd, fyrr enn tú hevur fingið neyðuga undirvísing, ið kostar um 2.200, - kr. Harumframt mást tú rinda fyri í minsta lagi tveir koyritímar á 350, - kr.

Ikki fyrr enn koyrilærarin heldur, at tú ert førur fyri at fara aftur til

roynd, ger hann eina royndarinnstilling, ið kostar 300, - kr.

Um vit siga, at tú nú stóð royndina, hevur tú framvegis treytaða dómin hangandi yvir høvdinum á tær tey næstu trý árini, so um tú gert eitt líknandi ferðslubrot - (koyrir við ov nógvari ferð, hevur meiri enn 0,5 promillu av alkoholi í blóðinum, ella fremur eitt álvarsligt koyrimistak) - áðrenn henda tíð er farin, missir tú koyrikortið treytaleyst.

Frá tí degi, tú komst í hesa ?mylluna?, og til tú sleppur úr henni aftur, kunnu ganga fleiri vikur, og fleiri teirra uttan koyrikort. Men hesir ?tvørleikar? fána burtur í einki, um bert tú hugsar eitt lítið sindur um, hvat ið kundi hent, um onkur var á vegnum, har tú koyrdi !

Ver tí heldur glaður um, at einki hendi...