Tíðindabræv frá BLF og Magistarafelagnum

Mótmæli móti skuldsetingum um misnýtslu av bonusskipanum

Nógv hevur í seinastuni verið frammi um bonusskipanirnar hjá flogfeløgunum, og hvussu hesar verða nýttar, tá tað snýr seg um ferðir fyri tað almenna. Tað seinasta var ein grein í Sosialinum 23. november 2002 har alment sett verða skuldsett fyri at misnýta bonusskipanina hjá flogfeløgunum. Hesi verða skuldsett fyri at ferðast so dýrt sum yvirhøvur gjørligt og fyri at búgva á teimum dýrastu hotellunum, bara fyri at fáa bonusstig.
Stórur partur av teimum, sum ferðast fyri tað almenna, eru limir í BLF ella Magistarafelagnum. Vanliga eru tað ikki tey ferðandi sjálvi, men umsitingin í avvarðandi aðalstýri, sum bíleggur ferðaseðlar og hotell, og ferðin verður ikki løgd eftir, hvar flestu bonusstigini eru at finna. Harafturat eru heilt greiðar reglur fyri, hvussu nógv hotellið í mesta lagi skal kosta. Serliga tá ferðast verður til Danmarkar, er ikki óvanligt, at alment sett sjálvi ferð eftir ferð hava verið noydd at goldið part av hotelkostnaðinum, av tí at mest loyvdi hotelkostnaðurin í mongum førum er settur ov lágt í mun til veruligu prísleguna.
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Magistarafelag Føroya mótmæla tískil harðliga tílíkari ógrundaðari og ósakligari skriving.