Í gjár bjóðaði landsstýrið aftur til tíðindafund í Tinganesi. Vanligt var, at slíkir fundir vóru einaferð um vikuna, men síðani landsstýrismenn fingu ráðharraábyrgd, og formellu landsstýrisfundir ikki longur vórðu hildnir, hava ikki verið nógvir slíkir tíðindafundir.
Landsstýrið hevur kortni hildið tað verið rætt at hildið hesar tíðindafundir av og á, tá løgmaður og landsstýrismenn hava okkurt upp á hjarta.
Á fundinum í gjár høvdu landsstýrismenn ikki nógv upp á hjarta. Bara løgmaður, Kristian Magnussen og Ivan Johannesen høvdu stundir at hitta føroysku pressuna?