TÍÐINDASKRIV VIÐVÍKJANDI NAPOLÉON

Í samband við tað nógvu umrøðu skipið Napoléon fyrrverandi Ocean Castle og núverandi Fríðborg hevur fingið í fjølmiðlunum og á Føroya Løgtingi, skal táverandi eigarin P/F Kongshavnar Útgerðarfelag koma við hesum rættleiðingum og upplýsingum:

Tórbjørn Jacobsen hvørki stendur ella ábyrgist fyri nøkrum láni til landskassan, sum hevur tilknýtið til M/tr Napoleon ella P/F Kongshavnar Útgerðarfelag.

 

Tórbjørn Jacobsen átti upprunaliga 49,95 % av partapeninginum í P/F Kongshavnar Útgerðarfelag og eigur í dag 24,98 % av partapeninginum í hesum sama felag.

 

P/F Kongshavnar Útgerðarfelag yvirtók (arvaði) eitt landskassalán í skipinum Ocean Castle, í samband við keypið av skipinum í 2001, 4 ár eftir almennu saneringslógina. Táverandi eigarar, P/F Borgarfelli og P/F Slættafelli á Skála, høvdu tikið ella fingið hetta lán, tá skipið bleiv bygt á Skála Skipasmiðju í 1989.

 

Landskassalánið var í 1997, samsvarandi løgtingslóg, meðan fyrrverandi eigararnir áttu skipið, umlagt til eitt rentu- og avdráttarfrítt studningslán, sum varð niðurskrivað eftir ávísum áramáli samb. løgtingslóg nr. 26 frá 14 mars 1997. Eftir hesum leisti skuldi lánið vera burtur í 2012.

 

Skipið Napoléon varð eftir áheitan frá Føroya Sparikassa selt á tvingsilssølu í mars 2006. Søluprísurin var 30 mio. kr. Úrslitið var, at studningslánið, rentu- og avdráttarfrítt úr landskassanum, ikki fekk fulnað, soleiðis at P/F Kongshavnar Útgerðarfelag eftir øllum at døma framvegis stóð sum skuldari.

 

Tá skipið er selt, stendur lánið, framvegis í roknskapinum hjá felagnum sum eitt passiv. Hetta inniber, at felagið fær eina “tekniska” negativa eginogn. Fyri at rætta uppá hetta, soleiðis at felagið kundi yvirliva og ikki verða tvingsilsavtikið, verður tann 29. sept. 2006 søkt um loyvi at fáa flutt lánið til annað skip, sum felagið hevði í hyggju at útvega. Niðurskrivingin kundi á henda hátt halda áfram, samstundis sum felagið aftur kundi fáa eina positiva eginogn. Onki svar fyriliggur enn uppá hesa umsókn. Eftir sløk tvey ár hevur felagið onki svar fingið frá almenna myndugleikanum yvirhøvur, hvørki um umsøknin er móttikin ella viðgjørd. Júst hesin veruleikin er orsøkin til, at málið er vorðið eitt mál yvirhøvur. Vantandi málsviðgerðin, sum var sára einføld, annaðhvørt ja ella nei, er orsøkin til støðuna sum omanfyrinevnda partafelag er komið í ídag.

 

Tá felagið í alkendu rækjukreppuni, við arvaða almenna pantblokkinum sum í prinsippinum varð avskrivaður í 1997, kom í byrjandi fíggjarligar trupulleikar í 2004, var roynt at útvega neyðuga fígging til framhaldandi rakstur av skipinum. Fyrst setti felagið allan partapeningin, áljóðandi kr. 1 mio. í P/F Dagsbrún í veð fyri at økja um likviditetin. Tá hetta ikki røkk nóg langt til framhaldandi rakstur av skipinum var kannað, um felagið kundi fáa til vega rakstrarpening við at seta í veð partabrøvini í P/F Atlantic Petroleum, sum samanlagt taldu kr. 1.000.000,00. Tá tað ikki vísti seg at verða møguligt, helst tí bert fá høvdu álit á føroyska oljufelagnum um tað mundi, keyptu partaeigararnir Jóan Jacob Jacobsen og Tórbjørn Jacobsen hesi somu partabrøv í 2004 fyri áljóðandi virði kr. 1.000.000,00. og rindaðu peningin kontant inn í felagið, hetta fyri at útvega felagnum neyðugan likviditet.

 

Tá partabrøvini vóru keypt, var P/F Atlantic Petroleum ikki skrásett í keypsskálunum og ei heldur var nakar almennur kursur kendur fyri partabrøvini. Partaeigararnir kendu ongan almennan kurs ella prís fyri hesi partabrøv um hetta mundi og rindaðu sostatt sama keypsprís, sum felagið hevði keypt tey fyri, tá oljufelagið varð stovnað.