Tíðindaskrivið Ellisakfør er nú at fáa á Shellstøðunum

Í blaðnum hesaferð eru fleiri áhugaverdar greinar. Sum t.d. um hvussu svimjiviðurskiftini vóru í Havnini í 40-unum, um vakrasta ellisakfarið í Varmakeldu og um fleiri útlendskar vitjanir ið vóru í summar

Tað stuttliga við áhuganum fyri gomlum akførum, er at tað er sera ymiskt, sum áhugin er fyri teimum ymisku akførunum. Onkrum dámar serliga væl bilar ella motorsúkklur frá einum ávísum tíðarskeiði. Sum oftast stavar áhugin frá tí, ein kann minnast frá barnaárunum. Sum til dømis hjá Leivur Torvadal í Havn, ið samlar uppá gamlar knallertir. Sum smádrongur gekk hann sum húsfólk á súkkluverkstaðnum hjá André Andrésen. Tað er allarhelst her, at áhugin fyri gomlu knallertunum er vaktur. Leivur liggur altíð framvið, tá onkur gomul knallert verður koyrd á brennistøðina á Hjalla. Higartil hevur hann fingið fýra knallertir, harav tær tvær hevur hann fingið á brennistøðini. Eina Puch Maxi og eina Kreidler Florett LF, ið báðar eru frá 1972, hevur hann fingið á brennistøðini. Síðan hevur hann eina Puch Monza frá 1984, ið hann sjálvur hevur havt síðan 1989. Eisini hevur hann eina Tempo Corvette frá 1985.
Hesa knallertina hevur Leivur arvað eftir abba sín, Helge Harboe Ree, sum búði í Lillehammer í Norra. Helge búði í Føroyum frá 1943 til 1951. Tey sum eiga gamlar knallertir, ið tey vilja sleppa av við, kunnu kontakta Leivur Torvadal, áðrenn tey koyra tær burtur. Hann hevur telefon 320325.