Tíðindaskrivið frá Taks

Í samband við at mál um meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi av bilum verður umrøtt í fjølmiðlum sendir TAKS út soljóðandi tíðindaskriv:

Mvg

 

Eitt mál er í løtuni til viðgerðar í Føroya rætti um meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi av bili. Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur mett, at talan er um eitt lógartekniskt mistak, ið gevur tí borgara, ið kært hevur, rætt til at fáa afturgoldið tann part av meirvirðisgjaldinum, sum er grundaður á skrásetingargjaldið.

 

TAKS er ikki samt í niðurstøðuni hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini og hevur tí kært avgerðina til Føroya Rætt. TAKS viðurkennir, at Skatta- og avgjaldskærunevndin er hægsti fyrisitingarligi kærumyndugleiki innan skatta- og avgjaldsøkið. TAKS hevur tikið avgerðina hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 25. oktober 2006 til eftirtektar, og goldið kæraranum meirvirðisgjald av skrásetingargjaldinum aftur við tí fyrivarni, at peningurin verður kravdur aftur, fær TAKS viðhald í Føroya Rætti

 

TAKS hevur tikið til eftirtektar, at Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur heimvíst eitt annað ítøkiligt mál til nýggja viðgerð. Hetta málið verður viðgjørt av nýggjum. TAKS tekur tó ikki undir við, at Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur heimild til at fastleggja rættarstøðuna í málum, ið ikki eru løgd fyri nevndina til støðutakan.

 

TAKS tekur annars bert støðu til ítøkilig mál, ið eru til viðgerðar, og kann tí ikki úttala seg generelt um spurningin.

 

Viðmerkjast skal eisini, at spurningurin um fyrning verður viðgjørdur eftir galdandi reglum, har fyrningarfreistin sum meginregla er 5 ár. Víst verður annars til § 2 í fyrningarlógini (lov nr. 274 af 22. december 1908 om forældelse af visse fordninger).

 

Í apríl mánað 1999 samtykti Løgtingið broyting í skrásetingargjaldslógini. Í viðmerkingunum til hesa broyting verður sagt, at endamálið við broytingini er at gera reglurnar lættari at umsita.

 

Í uppskotinum er greitt neyvt frá, hvussu skrásetingargjald og meirvirðisgjald skal roknast, og at broytingarnar ikki hava við sær meir ella minni inntøkur til landskassan. Roknidømi eru løgd við, ið neyvt vísa hvat skal gjaldast til landskassan í meirvirðisgjaldi og skrásetingargjaldi.

 

Tað er tí púra greitt, hvussu høgt gjald løgtingsfólk á vári 1999 hava atkvøtt fyri at leggja á bilakeyp. Somuleiðis hevur hetta eisini verið greitt bæði fyri bilahandlarum og teimum borgarum, ið keyptu sær bil.