Tíðindastubbar

Tíðindastubbar úr Bretlandi, Danmørk, Noreg og Venezuela

Full ferð á
Tað gongur strúkandi í bretska búskapinum. Bruttotjóðarframleiðslan vaks 2,5 prosent í fjør, og hetta er tann størsti vøksturin seinastu fýra árini.
Bretar hava fingið meiri pengar at keypa fyri. Tað sást eisini nú stutt undan ársskiftinum, tá fólk keyptu bilar sum ongantíð fyrr, og tað tulka eygleiðarar sum eitt tekin um, at bretar hava álit á, at tað fer eisini at ganga væl í komandi tíð. Samstundis siga serfrøðingar við BBC, at bretar mugu rokna við rentuhækking í næstum. Seinast hækkaði rentan 0,25 prosentstig í november í fjør, og hon er nú 3,75 prosent. Í ES-londunum, sum hava sett evruna í gildi, er rentan tvey prosent, men Bretland er sum kunnugt ikki evruland.
Tey nýggju tølini, sum vórðu kunngjørd um vikuskiftið, komu alt fyri eitt bretska pundinum til góðar. Virðið vaks eitt sindur, men tað er ikki bara til tað góða, tí hækkar pundið ov nógv, fáa útflutningsfyritøkurnar trupulleikar.


Eiga at banna telefonsølu
Danska búkararáðið mælir nú myndugleikunum til at banna fyritøkum og feløgum at selja vørur við dyrnar hjá fólki og at selja vørur ígjøgnum telefonina.
Sambært galdandi reglum er tað loyvt at selja tryggingar, bløð, bøkur og limaskap í bjargingarfelagnum Falck við dyrnar hjá fólki ella ígjøgnum telefonina. Brúkararáðið heldur hesa mannagongdina vera ágangandi og mælir til politikarunum til at broyta verandi lóg. Ráðið vísir eisini á, at tað er eingin meining í at hava hesi fýra undantøkini í lógini og hevur tí skotið upp at strika tey.
Felagsskapurin hjá donsku dagbløðunum hevur longu mótmælt áheitanini hjá brúkararáðnum. Lars Henrik Munch, sum er stjóri í JP/Politikens Hus, sigur við Jyllandspostin, at tað verður ein dyggur smeitur fyri dagbløðini, sleppa tey ikki at nýta telefonina fyri at útvega sær nýggjar haldarar.


Nógv skip hildin aftur
Ikki færri enn 53 norsk skip vórðu hildin aftur í útlendskum havnum í fjør, tí trygdarviðurskiftini ella onnur viðurskifti vóru ikki í lagi, skrivar Aftenposten. Í 2002 vórðu 35 norsk skip hildin aftur uttanlands.
Kurt Kristiansen í norska sjóferðslustýrinum sigur við blaðið, at tað er heilt óneyðugt, at norsk skip verða hildin aftur í øðrum londum. Hann sigur, at reiðaríini eiga at vera meiri ansin, og at tey kunnu ikki loyva sær at slaka við trygdini ella at útseta útbúgvingar hjá manningini fyri at spara pengar.
Tað er heldur ikki bara í útlendskum havnum, at norsk skip verða hildin aftur. Kurt Kristiansen sigur, at av teimum 562 norsku skipunum, sum vórðu kannað í norskum havnum í fjør, vórðu 153 hildin aftur. Í 19 førum vísti tað seg, at skipini høvdu størri last, enn tey høvdu loyvi til. Í øðrum førum vóru skipini ov illa hildin, og summi vóru so illa rustað, at tey sluppu ikki at sigla, sigur hann.


Hóttir við uppreistri
Ein fyrrverandi generalur í herinum í Venezuela hóttir nú við, at herurin kann fara at gera uppreistur ímóti forsetanum, Hugo Chavez.
Nestor Gonzales var generalur í venesuelska herinum, men varð koyrdur frá í oktober í 2002, tí hann sýtti fyri at gera eftir boðum frá forsetanum. Hann tekur av heilum huga undir við kravinum um eina fólkaatkvøðu um framtíð forsetans. Sjálvur við Hugo Chavez ikki hava fólkaatkvøðuna, og hann hevur sagt, at óheftir útlendskir eygleiðarar sleppa ikki at fylgja við øllum.
Hetta góðtekur Nestor Gonzales ikki, og hann sigur seg hava fingið at vita frá øðrum generalum, at teir fara heldur ikki at góðtaka, at forsetin skerjir eftirlitið við fólkaatkvøðuni. Heldur Chavez fast við sítt, vænti eg, at vit fara at gera uppreistur, sigur fyrrverandi generalurin.