Tíðindi úr Bókadeild KFUMs

   

Í bókabúðirnar er komið søgusavnið Lyftini halda eftir Adrian Johansen. Theodor Hansen hevur savnað og týtt.
Adrian er føddur og uppvaksin á Strondum. Adrian var trúboði hjá Heimamissiónini í Danmørk meginpartin av lívi sínum. Umframt søgusøvn, ritroyndarsøvn og barnabøkur hevur Adrian skrivað trettan skaldsøgur. Evnið í seks av skaldsøgum hansara er úr Føroyum. Adrian legði sær ta uppgávu at hjarta, at hann eisini skuldi bera gleðiboðskapin um Jesus Krist út í hinum skrivaða orðinum.
Í søgusavninum Lyftini halda eru 23 stuttsøgur. Fleiri bera ein jólaligan dám og onkur eitt sindur skemtilig.
Permumynd Absalon Hansen. Tekningar Janus Guttesen. Perma og uppseting Ívar Dam. Prentað og heft p/f Einars Prent.
Bókin Lyftini halda er 207 blaðsíður og kostar kr. 198,
Bókadeild KFUMs í Tórshavn hevur givið út.