Einki tíðarmet varð sett í kappróðrinum á Ólavsøku. Felags fyri tíðirnar hjá teimum, sum vunnu, var, at tær taldust millum lakastu tíðirnar, sum sigursharrarnir í kappróðrinum á Ólavsøku hava megnað seinastu fjøruti árini.
At vinnaratíðirnar ikki vóru betri boðar frá, at umstøðurnar at rógva kapp hava mangan verið betri á Ólavsøku, enn tær vóru tað leygardagin, og tíðirnar kundu eisini boðað frá, at kappingin ofta hevur verið størri og tættari, enn hon var tað hesa ferð.
Í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum vann Drekin í tíðini 4.47.22. Metið varð sett í 1994, tá ið Súlan vann í tíðini 4.14.68. Tíðin hjá Drekanum var sætti vánaligasta vinnaratíðin í hesi kappingini síðani 1973.
Hóast kvinnurnar umborð á Herningi hesa ferð vundu burtur úr kappingarneytunum, so var vinnaratíðin hesa ferð í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum tann 9. lakasta seinastu 40 árini. Besta tíðin er tann hjá Jarnbardi í 1995. Ta ferðina vunnu Knørrakvinnurnar í tíðini 4.21.12. Hesa ferð var tíðin hjá Herningi 4.52.15. Tað vil við øðrum orðum siga, at fyri seytjan árum síðani vunnu Knørra kvinnurnar við meiri enn hálvum minutti skjótari vinnaratíð, enn tær í Knørrafelagnum vunnu hesa ferð.
Erla Kongsdóttir við gentumanning var heilt suverenur vinnari leygardagin. Kappingin millum 5-mannaførini við gentum er sjey ára gomul, og tíðin hjá Erlu Kongsdóttir var tann lakasta vinnaratíðin øll hesi sjey árini. Bestu tíðina eigur Drekin, sum í 2008 megnaði teinin í tíðini 4.29.24. Tíðin hjá Erlu Kongsdóttir var 5.18.20!
Havfrúgvin vann allar róðrarnar í ár í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum. Á Ólavsøku var vinnaratíðin 5.26.09. Tað er triði lakasta vinnaratíðin á Ólavsøku seinastu fjøruti árini. Metið setti Aldan í 1981, tá ið tíðin var 4.38.40.
Eisini Lómur við monnum vann allar róðrarnar í ár. Á Ólavsøku vann 6-mannafarið hjá Argja Róðrarfelag í tíðini 4.44.22. Tað er næstlakasta vinnaratíðin í hesi kappingini. Bestu tíðina eigur Tvørabáturin, sum í 2009 setti met í tíðini 4.12.06.
Miðvingur vann allar róðrarnar í kappingini millum 8-mannaførini. Á Ólavsøku var vinnaratíðin tann fjórði lakasta seinastu 40 árini. Tíðin hjá Miðvingi var 4.30.15. Besta tíðin er frá 1999. Tá vann Ørvur í tíðini 4.03.21.