Valborg Heinesen, sum á Oyggjaleikunum á Bermuda í fjørsummar gjørdi bart við tveimum gullmerkjum í renning, vísti leygardagin enn einaferð styrki, tá hon tók sítt egna met á hálva maratonteininum við trimum minuttum. Tað eydnaðist 27 ára gomlu hoyvíkskvinnuni at renna teinin við tíðini 1.21.19.
Ikki minni merkisvert var, at Marnar Djurhuus leygardagin rann hálva maratonteinin so skjótt, at tað eydnaðist honum at taka meira enn 25 ára gamla metið hjá Absalon Hansen, ið var frá 15. oktober í 1988, og sum var 1.09.45, tí 19 ára gamli Marnar kappaði næstan ein minutt av gamla metinum og kom á mál við tíðini 1.08.52.
– Tað gekk nógv betur, enn eg hevði væntað. Alt riggaði, sum tað skuldi, og hóast eg hevði hopað, at eg skuldi koma undir ein tíma og 10 minuttir, so byrjaði eg eftir 15 kilometrar at hugsa, at hetta saktans kundi blíva dagurin, har eg tók metið, sigur ungi morskranesmaðurin.
– Eg føldi meg væl og tonkti, at eg kanska fór at klára tað, nú allar umstøður tóktust ganga upp í eina hægri eind, men eg má viðganga, at eg ikki hevði væntað, at eg skuldi koma so langt sum ein minutt undir gamla metið. Men tað ger tað bara ótrúliga deiligt, at tað skuldi eydnast og ganga so væl.