Tók við sektini

Íslendska sildaskipið ?Vilhelm Torsteinsson? hevur nú eisini tikið við bótini, sum skipið fekk í Noregi ?Vilhelm Torsteinsson? bleiv tikin saman við tveimum øðrum íslendskum skipum og ?Norðborg? fyri at hava roynt á einari stongdari leið á Tromsøgrunninum.

Hini bæði íslendsku skipini tóku við sektini beinanvegin, og ?Norðborg? gjørdi tað sama, eftir at skiparin hevði verið til avhoyringar, og eftirlitið hevði verið ummborð.

Reiðaríið hjá ?Vilhelm Torsteinssyni? vildi ikki góðtaka sektina tá, men hevur gjørt tað nú. Skipið fekk 30.000 norskar krónur í bót, og hald varð lagt á 1,5 mió. krónur.

Fiskaren skrivar, at tilsamans fekk norski ríksiskassin 6,35 milliónir norskar krónur burtur úr teimum fýra málunum.