Løgtingsmaður Sambandsfloksins, Vágarnar
Tíðin gongur og stórar broytingar eru hendar við farleiðini um Vestmannasund.
Í dag verður seinasti túrurin sigldur, og sjóvegis farleiðin avloyst av føstum sambandi.
Sum ein av teimum, ið hevur nýtt hesa farleið nógv, fari eg at takka tykkum fyri eitt gott arbeiði. Tit royndu altíð at gera tykkara besta. Fyri tey sjúku vórðu tit ein trygd, tá tit um kvøldi og á náttartíð fluttu sjúklingar um sundið. Serstakliga minnast vit teir av manningunum, ið fórust av vanlukku.
Túsund tøkk og alt gott ynskist tykkum framyvir.
Eg vil eisini nýta høvi at ynskja tykkum eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum signað og gott Nýttár.