Tøkk til SvF og sangarar

Tað var við spenningi, at eg langa fríggjadag setti meg at hyggja at sendingini »Páskasangir á Toftum.

 

Torleif Johannesen



Tað var við spenningi, at eg langa fríggjadag setti meg at hyggja at sendingini »Páskasangir á Toftum. Sigast skal beinanvegin, at eg bleiv bæði glaður og takksamur fyri sendingina. Hon var bæði góð og fjølbroytt. Eitt frálíkt tiltak. Tað bæði sást og hoyrdist, at fólk høvdu lagt nógva orku í at fyrireika seg væl, so tøkk skulu tit fáa fyri tað. SvF skal eisini hava eina tøkk fyri, at tit vilja gera tílíkar sendingar. Eg havi hoyrt viðmerkingar til sendingina frá fólki ymsastaðni frá í landinum, og niðurstøðan er tann sama: Ein frálík sending! Og so hava tey flestu lagt afturat: »Tað skuldu bara verið fleiri tílíkar sendingar í SvF!«.

Hervið er tøkkin og áheitanin send víðari.