Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, hevur onki ítøkiligt svar fyri, hví ein gerst so fjálturstungin beint áðrenn eina próvtøku.
? Próvtøkuótti er eitt løgið fyribrygdi. Nógv dugnalig fólk líða undir próvtøkuótta, og tað eru ikki altíð sibbarnir. Eg havi eisini merkt til tað sjálvur. Nú eri eg ikki nakað flogvit, men tað kemur fyri hjá øllum, sigur Eyðun Joensen.
Sálarfrøðingurin sigur, at tað skal so nógv afturat bara tí munnligu framløguni. Sjarma, hvussu væl tú dugir at tosa og føra teg fram, hvussu tú selur teg sjálvan og annað hevur nógv at siga.
Eyðun hevur sjálvur starvast sum lærari í fleiri ár. Bæði á HF og á Føroya Læraraskúla.
? Í míni tíð var tað nógv øðrvísi, tí tá skuldu næmingarnir bara sita niðri og lurta og tiga. Nú verða næmingarnir tiknir meira við í undirvísingina og skulu leggja fram, og haldi eg, at hetta hevur hjálpt nógv. Fyrireikingartíðin, sum tú fært beint áðrenn próvtøkuna, ger eisini nógvan mun, sigur Eyðun Joensen, sum fleiri ferðir hevur sitið hinumegin borðið - antin sum próvdómari ella próvhoyrari.
? Eg havi stóra virðing fyri próvtøkuóttanum. Tað er ein myta, at tað eru bara tey, sum klára seg illa, sum verða bangin. Tann óvanda støðan, har tú í tí dagliga ert vanur við at sita og lurta, og har tú síðani skal tosa fyri teg sjálvan.
At tað nú er vorðið lógarbundið, at næmingarnir skulu gera verkætlanir og leggja tær fram, heldur Eyðun verða serstakliga gott.
? Men tann víðagitni svarti klappurin fer ofta fyri, og tað er løgið. Fólkini duga síni ting í tí dagliga, men tá tey so skulu leggja alt fram fyri próvdómaranum og próvhoyraranum, fer tann svarti klappurin fyri, og so fær man eitt fimm tal, sigur sálarfrøðingurin.
Tað, sum tó eisini hevur nógv at siga er, at próvdómari og próvhoyrarin (lærarin), hava ein opnan hugburð til próvtøkuna tá hon byrjar. Kropsmál spælir ein týðandi leiklut. Og har liggur ein stór ábyrgd eisini á próvhoyraranum.
? Næmingurin hevur ikki bara skyldina. Tryggheitskenslan hevur nógv at siga. Eitt lítið nikk, tá næmingurin er komin í gongd og er á rættari leið ella okkurt annað hjálpir væl.
Men nakað heilt annað, sum eisini hevur týdning í próvtøkuni, er, at próvdómarin hevur gott orð á sær.
? Onkrir próvdómari verður kallaður "slaktarin" ella "bøðilin". Og tað hevur nógv at siga, tá ein skal upp. Um tað er ov ringt orð á dómaranum, so lættir tað ikki um nervarnar.
Men endaligu ráðini frá Eyðuni Joensen, sálarfrøðingi, eru, at lærarar og próvdómari skulu ikki leita eftir veikleikunum, men heldur tosa um tað, næmingurin veit og harvið minka um nervarnar.
? Eg havi roynt at viðgera próvtøkuótta onkuntíð. Tað eru nógv hondgreb, men onki av teimum kann brúkast til øll.