Tá klassikarar gerast nútímans

– Minnist tú ‘Stýr tær’, ‘Turbo Petur’ og ‘Eitt forelskað par’? Hetta eru heitini á nøkrum av løg­unum á tón­leik­a­út­gáv­unum, sum Ráðið fyri Ferðsl­utrygd stóð fyri í 80- og 90-ár­u­num, spyr Ferðsl­u­trygd

 

Nú hava vit latið tón­leika­út­gáv­ur­nar í talgildan ham og gjørt tær at­kom­u­ligar hjá einum nýggj­um ættarliði. Frá 30. sep­tem­ber 2020 verða tón­leik­a­út­gáv­ur­nar ‘Stýr tær’ og ‘Síðsta skríggj’ sostatt tøkar á øllum tal­gildum pallum.

##med2##

Tónleikur sum amboð at tosa um ferðslutrygd

Í 1987 gav Ráðið fyri Ferðslutrygd út ka­settubandið ‘Stýr tær’. Á band­i­num vóru tíggju løg. Níggju teirra vóru kendir popp­sang­ir, sum vóru væl dámdir mill­um tey ungu. Meðan ný­skriv­aði sangurin ‘Stýr tær’ varð gjørd­ur til høvið. Johannus á Rógvi Joensen og Martin Jo­en­sen gjørdu lagið, meðan Joka fram­førdi. Bandið fekk sera nógva spælitíð í útvarpinum, og heilt víst eisini á mongum bil­túr­um, har bandspælarin koyrdi við full­ari styrki.

Júst tíggju ár seinni, í 1997, út­gav RFF aftur tónleik við ferðsl­u­trygg­um boðskapi. Kasettu­band­ið var skift út við fløguna, sum í 90árunum var síðsta skríggj, og tað bleiv eisini navnið á út­gávuni. 

Á ‘Síðsta skríggj’ vóru 13 ný­skriv­aði løg. Uni Arge átti orðini, með­an Johannus á Rógvi Jo­en­sen stóð fyri tónleikinum. Karl Mart­in Samuelsen, Malan Eyð­uns­dóttir og Rókur Jákupsson Jac­ob­sen eru nakrar av kendu rødd­u­num á útgávuni. 

Boðskapurin í sangunum er ferðslu­mentan í breiðari merk­ing og siga eina søgu um biltúrar, at koyra skjótt, rúskoyring, at ansa sær, og um at missa í ferðsl­uni. 

Ung fólk eru yvirumboðaði í hag­tøl­u­num fyri tey, sum doyggja, ella fáa álvarsligt mein í ferðsl­uni og tí vildi Ráðið fyri Ferðsl­u­trygd serliga røkka teim­um ungu við sínum átøkum. Hetta eru tónleikaútgávurnar dømi um. 

##med4##

Hóast ferðsluhagtølini eru betr­aði nógv, síðani ’Stýr tær’ kom út í 1987, eru ung enn yv­ir­um­boð­aði í ferðsluvanlukkunum og ov nógv ferð og rúskoyring eru enn ein avbjóðing fyri ferðsl­u­trygd­ina. Tí er boðskapurin hjá Ráð­num fyri Ferðslutrygd og sang­i­rnir á ‘Stýr tær’ og ‘Síðsta skríggj’ enn líka aktuellir.

##med3##

Kendir tónar – nýggjur miðil

Nú vit skriva 2020 hava flestu okk­ara skift fløgu- og band­spæl­ar­an út við talgildar miðlar. Vit stroyma og keypa tónleikin á teld­uni og á fartelefonini.

– Tí hava vit bustað dustið av gomlu útgávunum og latið tær í nýggj­an talgildan ham. Á henda hátt gerast sangirnir atkomuligir hjá ein­um nýggjum ættarliði, sum kanska ikki kennir sang­ir­nar – og hjá okkum, sum eru eitt sind­ur eldri, at endurhoyra gomlu klassikararnar, sigur Lov­isa Petersen Glerfoss, leiðari á Ráð­num fyri Ferðslutrygd.