PERVASIVE COMPUTING
Fyrst var teldan. Síðan kom internetið. Og nú er triðja tøkniliga bylgjan á veg oman yvir okkum. Pervasive computing, kalla fakfólk tað.
Preben Mejer, sum er menningarstjóri hjá TDC í Danmark, fer at tosa um hetta hugtakið á KT-stevnuni í ár.
? Júst tí, at vit nú hava telduorku fyri ongan pening og samskiftið allastaðni, ið byggir á internetið, eru vit á veg yvir í ta triðju bylgjuna. Vit kalla hana pervasive computing. Kunningartøkni í øllum. Pervasive merkir "sum er allastaðni". Telduorka og samskifti fer at vera í einum stórum parti av teimum tólum, sum vit hava uttan um okkum hvønn dag, sigur hann.
Menningin fer at standa í fullum blóma umleið 2010, tá ið 500 milliónir tól, sum eru útgjørd við eftirgjørdum viti og evninum at samskifta, verða send á marknaðinum hvørt ár, metir Preben Mejer.
Tekniskur bókahandlari
Hann verður marknaðarførdur í Danmark sum tann besti telduheilin og KT-spámaður. Hann er útbúgvin bókahandlari, men einaferð í 80-árunum gjørdist hann greiður yvir, at tað var størri framtíð í at selja teldur.
Í 1983 byrjaði hann DanaData, ið gjørdist størsti IBM-handlari í Danmark, sum seldi flest teldur. DanaData gjørdist ein milliard-handil, sum Tele Danmark keypti í 1994. Hann varð settur menningarstjóri og stutt eftir setti hann á stovn TDC Internet, sum er størsti útbjóðari av interneti í dag við 1200 starvsfólkum.
Preben Mejer er fullkomiliga bitin av kunningartøkni, interneti og "pervasive computing". Hann hevur stovnað Innovation Lab Katrinebjerg, ið hevur sum mál at mynda menningina innan kunningartøkni í Danmark.
? Menningin gongur ótrúliga skjótt, og eingin tekin eru um, at ferðin verður sett niður. Tvørturímóti. Um nøkur fá ár fara vit hvønn dag at brúka tól, sum eingin ella heilt fá hava hugsað um í dag. Tað er serliga galdandi fyri KT-økið. Nýggj vitan og nýggj tøkni verður ment hvønn dag, og kend vitan verður sett í nýggjan samanhang. Stórir handilsligir møguleikar liggja í at hava rættin til sína vitan og ta tøkni, sum tú hevur ment, sigur Preben Mejer.
Internetið hvørvur
Áhugavert er at merkja sær, at internetið, sum í dag er allastaðni, fer at hvørva sum sjálvstøðugur miðil og partur av okkara hugaheimi um bert fá ár.
? Internetið hvørvur, tí tað verður eins sjálvsagt fyri okkum, sum 220 volt eru í dag. Vit hugsa ikki um, at vit hava streym í stikkdósunum. Á sama hátt fara vit at hava internet allastaðni uttan at tosa um tað. Vit fara í staðin at tosa um, hvat vit brúka tað til, sigur Preben Mejer.
Teldan, ið næstan finst í hvørjum heimi, fær eisini ein nýggjan leiklut. Teldan verður eitt bústaðarportur - "residental highway", kalla tey tað - sum situr við endan av okkara breiðbandsambandi inn í heimið.
? Vit fara at hava nógv tól í heiminum, sum samskifta gjøgnum hetta portrið. Onkur teirra fara at hava eginleikar, ið líkjast telduni, sum vit kenna hana í dag. Men tað fara at vera nógv onnur. Sjónvarpið hvørvur, og í staðin koma fleiri svartir kassar og flatir skíggjar, sum hanga ymsastaðni á veggjunum, sigur Preben Mejer.
Lættari lív
Við tøknini hangandi allastaðni kring okkum, slepst ikki undan at gerandislívið broytist. Spurningurin er bara, um tað fer at fremja tað góða lívið, sum øll søkja eftir.
- Vit fara at arbeiða smidligt, har tað er gagnligt. Í einum fundarhøli, á skrivstovu, í gongum, hjá kundum ella á kaffistovuni. Vit fara at hava ein dynamiskan gerandisdag, har vit eru í samband við hvønn annan allastaðni, tá ið tørvur er á tí. Allastaðni verða vit umgird av tólum við eftirgjørdum viti, sum hjálpa og stuðla okkum, uttan at vit merkja tað. Okkara lív verður á mangan hátt lættari. Men tað er ikki vist, at tað verður betri, sigur Preben Mejer.
Fyrilestur í Útvarpshøllini fríggjadagin 23. apríl kl. 14.30
BLÁBÓK
Preben Mejer er menningarstjóri í TDC. Hann var fyrsti danski IBM-forhandlari í 80-árunum og byrjaði størsta danska veitaran av borðteldum, DanaData. Fyri TDC byrjaði hann fyrstu og størstu internet-fyritøkuna í 90-árunum, TDC internet.