Tøkniverkfall

Umleið 700 teknikarar og mekanikarar hjá finska flogfelagnum Finnair vóru í gjár í samhugaverkfalli fyri at stuðla teimum, sum arbeiða á pappírsvirinum Stora Enso, men sum hava fingið at vita, aqt tey missa arbeiðið. Stora Enso hevur gjørt av at lata trý pappírsvirkir aftur, og tað ger, at 985 fólk missa arbeiðið, skrivar FNB. Fleiri finsk fakfeløg hava mótmælt avgerðini hjá Stora Enso, og teir næstu dagarnar verða fleiri arbeiðspláss rakt av samhugaverkfalli.