Tóku 25.300 tons í seinasta fjórðingsári

Í 2020 tók Bakkafrost tilsamans 50.700 tons av laksi í Føroyum og hjá SSC í Skotlandi, sum føroyski alarin eisini eigur, vórðu tikin tilsamans 35.000 tons.

 

iLaks veit í dag at siga, at Bakkafrost á Glyvrum tók 16.000 tons av laksi í Føroyum í seinasta fjórðingsári í 2020. Sambært heimasíðuni varð fiskurin tikin í aliøkinum Norður (6.500 tons), Vestur (7.000 tons) og Suður (2.500 tons).

Dóttirfelagið hjá Bakkafrosti í Skotlandi, The Scottish Salmon Company (SSC), tók tilsamans 9.300 tons í seinasta fjórðingsári í 2020.

Tilsamans tók Bakkafrost 50.700 tons av laksi í Føroyum í 2020, og hjá SSC í Skotlandi vórðu tikin tilsamans 35.000 tons.

iLaks leggur aftrat, at sølan av fiskafóðuri hjá Havsbrún, sum Bakkafrost eisini eigur, í seinasta fjórðingsári í 2020 var á 30.900 tons. Í sama fjórðingsári tók Havsbrún ímóti 73.900 tonsum av rávøru til sína fóðurframleiðslu.

Øll frágreiðingin hjá Bakkafrosti fyri seinasta fjórðingsár í 2020 verður sambært iLaks løgd fram hin 23. februar í ár.