Starvsfólk í Føroya Banka tóku í morgun forstjóran, Janus Petersen, á bóli, tá tey í loyndum høvdu skipað fyri einum drekkamunni í kantinuni í Føroya Banka á Húsagøtu. Janus Petersen fylti 50 ár fyrr í vikuni, og í morgun hildu starvsfólkini dagin saman við honum.
Janus Petersen segði nøkur orð, og takkaði fyri góðu tíðina, hann hevur havt saman við starvsfólkunum í Føroya Banka.
Janus Petersen hevur prógv í bæði løgfrøði og búskaparfrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn. Janus Petersen hevur 18 ára royndir við bankaarbeiði.
Áðrenn hann kom í Føroya Banka í 1994, var hann leiðari á kredittdeildini hjá Føroya Sparikassa. Eisini var hann í fýra ár deildarstjóri í BRF Kredit.
Janus Petersen er formaður í Trygd, Skyn og FB Holding og nevndarlimur í Elektron. Harumframt er hann formaður í Felagnum Peningastovnar og nevndarlimur í Arbeiðsgevarafelagnum Fyri Fíggjarstovnar.
-rn