Jens Martin Knudsen, sum er virkisleiðari á saltfiskavirkinum hjá Vaðhorn sigur, at virkið á Strondum arbeiðir eini 5.000-6.000 tons av fiski um árið, og eini 1700-1800 tons á Eiði, har Vaðhorn nú eisini hevur sítt virksemi.
- Vit keypa nógvan frystan fisk, og tí kunnu vit arbeiða hvønn dag. Vit fingu okkara fyrstu tiðningarskipan í 2007, og nú kunnu vit tiðna frystan fisk bæði á Strondum og á Eiði.
Hann sigur, at Vaðhorn keypir frystan fisk, sum føroysk skip koma við, og virkið keypir eisini frá norskum skipum, sum landa í Føroyum. Haraftrat keypa tey væl av frystum fiski úr Noregi, og hesin fiskurin kemur heim í frystibingjum.
Virkisleiðarin sigur, at størri helmingurin av rávøruni er toskur, og síðan er hin størri fjórðingurin, sum eftir er, longa – og hin minni fjórðingurin brosma.
- Vit eru rættiliga sterkir á marknaðinum við saltaðum fløkum, men vit flekja eisini eini 1000 tons um árið. Vit hava spesialiserað okkum í saltaðum fløkum, og sum heild gera vit tað, sum loysir seg best, og tað er at arbeiða við flaki.
Jens Martin Knudsen sigur, at tað var í 2007, at Vaðhorn Seafood fór at leggja seg eftir at arbeiða saltfisk burtur úr frystum fiski, og hetta hevur gjørt, at fiskaarbeiði í minni mun er tengt at, nær feskur fiskur er á marknaðinum.