Tá landsnyrðingsfroðan um lonina lá

Í Toftalíð í Vági kláraðu eini hús ikki at veita skýli móti landsnyrðingi norði týsdagin. Yvirtromin reiv og gjørdi eitt sindur av skaða á nøkur grannahús

Tann bletturin, sum annars hevur veitt skýli í nógv ár, orkaði ikki meira seinnapartin tysdagin. Tá reiv í Toftalíð í Vági.

Sommer Joensen, sýslumaður í Suðuroy, sigur, at øll yvirtromin í sunnaru síðu á einum húsum í Vági fór í luftina og gjørdi eitt sindur av skaða á onkur grannahús. Eitt petti fór niður gjøgnum takið á einum øðrum húsum, meðan okkurt smávegis feyk á tøkini í grannalagnum.

Ættin var landnyrðingur norðan við rættiliga hørðum hvirlum, sigur sýslumaðurin. Upp í harðan storm. Og tað er ring ætt har, sum støðan eisini vísir. Talan er um betonghús, sum eru stoypt heilt upp í tróðrið. Men timbri í erva helt altso ikki. Har fóru bæði tak og sperrur og tað heila, sigur Sommer Joensen. Bjargingarfelagið plagar í slíkum førum at leggja prosendingar oman yvir, men har var eingin sperra eftir at hefta í, so neyðugt var bara at leggja trol fyri at verja fyri, at tað skuldi fúka meira.

Av øðrum var tíbetur einki hent í illveðrinum sigur sýslumaðurin. Hann leggur aftrat, at frá einum trolara, sum kom á Vág seinnapartin í týsdagin, hevði hann frætt, at teir ikki høvdu verið á sjógv í verri veðri enn tað sama.

Okkurt smávegis ferðsuóhapp hevur verið orsakað av hálkuni og tí, at ikki hevur verið grivið og saltað.

Í Vágum fóru tveir bilar út av vegnum mánakvøldið. Eingin skaði stóðst tó av.

Í gjáramorgunin fór ein bussur hjá Bygdaleiðum út av vegnum vestan fyri bergholsmunnan oman fyri Norðskála. Av politistøðini í Havn varð sagt, at bussurin hekk á búkinum í vegkantinum, men øll ferðafólkini vóru farin úr honum í øllum góðum. Tað hendi ongum teirra nakað sum helst.

Í aðrar mátar var rutukoyringin óreglulig í gjár. Úr Vágum kom eingin bussur tann fyrsta túrin, og Leið 400 úr Leirvík var seinkað eina løtu, tí Ternan hevði trupulleikar við at leggja at.

Annars varð sagt av politistøðini í Havn, at ein sjúkrabilur úr Vágum fekk hjálp frá eini maskinu hjá Landsverkfrøðinginum, so hann slapp til Havnar við einum sjúklingi, sum skuldi á Landssjúkrahúsið.