Tað spardi (møguliga) danska statinum 200 mio krónur, um EIK fylgdi við dótturfelagnum EIK Bank Danmark undir avtøkufelagið Finansiel Stabilitet. So einføld og so syrgilig er søgan um gomlu føroysku Eikina, sum varð feld.
Landsstýrið hevur tvíhildið um, at tað var løgfrøðiliga ógjørligt at loysa EIK frá dótturfelagsveðhaldinum. Tí var eingin vegur uttanum. EIK mátti fylgja við til statspartafelagið, hvørs høvuðsuppgáva er at taka av vánaligar bankar, til tess at tryggja fíggjarligum støðufesti í Danmark. Føroyski EIK hevði allar møguleikar at klára seg, og nýggir íleggjarar stóðu til reiðar at seta hundraðtals milliónir í, at styrkja bankan. Men, teir fingu hurðarnar á nasarnar.
Undirritaða eftirlýsti í grein herfyri eina løgfrøðiliga útgreining av lagnutungu avgerðini at nokta, at bankarnir báðir vórðu loystir sundur. Danska Búskapar- og vinnumálaráðið skuldi lata Fíggjarmálaráðnum eitt slíkt notat “snarest”. Kringvarpið umrøddi í dag notatið, sum loksins er komið. Tað tók sostatt ministeriinum tríggjar mánaðir at orða útdýpandi frágreiðingina, sum landsstýrið sjálvandi átti at havt kent út í odd og egg, áðrenn ein høvuðsbanki í Føroyum glapp okkum av hondum.
Prísurin fyri føroyskt støðufesti
Hóast EIK enn ikki er seldur, hevur Búskaparmálaráðið roknað út, at tað hevði kostað danska statinum umleið 200 milliónir eyka, varð føroyski EIK ikki drigin við undir avtøkufelagið. Men, hvør hevur roknað upp á virðismissin av EIK av hesum, eitt nú hvussu nógv álitistap og kapitalflýggjan hevur máað av virði bankans?
Og merkir hetta so, at um landsstýrið hevði bjóðað danska statinum eitt garanti fyri tap upp á 200 milliónir, so var føroyska Eikin ikki fallin? Tí, so varð danski statskassin ikki verri stillaður. Tað er skjótt at rokna út, at tað hevði verið munandi bíligari enn at noyðast at keypa bankan aftur fyri kanska milliardina.
Og hvør metti um prísin fyri at tryggja fíggjarligt støðufesti í Føroyum, tá ein høvuðsbanki varð tikin av og túsundtals íleggjarar mistu hvørja krónu? Hvør vardi yvirhøvur okkara áhugamál?
Løgmaður og hansara lið, hava nógvar spurningar eftir at svara í hesum máli.