Tølini eru einki at óttast

Havfrøðingur heldur ikki, at vit eiga at lata nýggjastu tølini um makrel og sild hótta okkum.

Makrelstovnurin er minkaður 40 prosent, norðhavssildin 24 prosent og svartkjafturin 11 prosent. Tað er niðurstøðan í árligu kanningini hjá útnorðurlondunum og Danmark, sum er gjørd í landnyrðingspartinum í Atlantshavinum frá 30. juni til 6. august.

 

Men Jan Arge Jacobsen, havfrøðingur, sigur, at hetta er ikki so dramatiskt sum tað ljóðar.

- Hetta eru vísitøl fyri stovnarnar og ikki sjálv stovnsstøddin. Niðurgongdin tykist ógvuslig, men hesar kanningarnar verða brúktar saman við veiðitølunum og øðrum kanningum. Tað verður so alt sett saman til eina stovnsmeting, sigur hann, og leggur afturat, at eingin orsøk er at fara í panikk.

 

- Tølini vísa kortini eina stóra niðurgongd fyri makrel og sild, kanska størri enn vit høvdu roknað við. Sildastovnurin hevur verið minkandi í nøkur ár, so hetta er væntandi, men kanska ikki so ógvusligt, sum hetta bendir á. Men aftur, hetta eru vísitøl og ikki endaliga stovnsmetingin, sigur hann.

 

Kanningin vísir annars, at minkingin í stóran mun er í grønlendskum sjógvi og eitt sindur minni í íslendskum sjógvi, meðan eystan fyri okkum og móti Noregi er minni broyting.

 

Júst hví sildastovnurin minkar er ikki heilt greitt, men í samrøðuni Jan Arge Jacobsen nevnir broytingar í sjóhita, í føðslu og ovurfisking sum møguligar frágreiðingar.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jan Arge Jacobsen á FM 1 í gjár.