Eiði:Tað fóru tólv børn í Eiðis Skúla fyri fyrstu ferð í gjár. Seks gentur og seks dreingir.
Flaggið var, sum vera man, vundið á stong, tá spentu næmingarnir í fyrsta flokki møttust á gongini í Eiðis Skúla. Uttan fyri dyrnar til floksrúmið stóð fyrstilærarin, Vagn Foldbo, saman við øðrum flokslæararanum, Hildibjartu Jacobsen, og tók í móti teimum. Tveir eru læraranir, fyrsti flokkur skal hava hetta fyrsta skúlaárið.
Jákup Andrias hevur riggað til í fleiri dagar. Nú er endiliga komið so langt, at dagurin er komin, tá hann skal í skúla fyrstu ferð. Vinmaðurin Hans, sum býr hinumegin vegin, skal eisini byrja í dag, so tað fer helst ikki at verða nakar trupulleiki at finna onkran at sita saman við.
Jákup Andrias var tíðliga uppi í morgun. Hann fór undir brúsuna og so beint í nýggju skúlaklæðini. Mamman hevði bundið troyggjuna.
»Og skógvarnir eru eisini nýggir«, er hann so øgiliga spentur at fortelja, tá blaðmaðurin kemur at vitja, áðrenn farið verður heiman hendan stóra dagin.
Hann hevur eisini fingið nýggja skúlatasku. Hon er blá og hevur fleiri lummar. Ein er til matpakkan, og ein er til mjólkarfløskuna.
»Og innan í er nógv«, greiðir hann frá. Har eru pennahús við pennum og blýantum. Viskileður er sjálvandi eisini. Har eru blokkar at tekna á, og hann hevur longu brúkt okkurt ark at tekna skip á. So eru tað teknibøkurnar og litblýantarnir. Tað er gott at hava soleiðis.
Jákup Andrias heldur, at rokning verður tað besta. Tølini eru so stuttlig, heldur hann, hóast hann eisini longu kennir allarflestu bókstavirnar.
Jú, hann er púra klárur at fara í skúla.
So koma tey eitt og eitt í fylgi við foreldrunum. Tað gongur bara ein lítil løta, frá tí tey fyrstu koma, til øll eru møtt. Og so verður farið inn.
Tað er skjótt, at øll hava funnið sær pláss. Og skilligt er, hvør kennir hvønn best.
Fyrstilærarin býður vælkomin og sigur frá, hvat fer at henda. Jú, tey lurta spent og hava helst líkasum fylgt við, hvussu eldri systkin gera, tá tey eru í skúla. Tí tá lærarin er liðugur, er onkur, sum ger vart við, at hann gloymdi at siga, nær tey skuldu svimja.
Ymiskt er, sum børnini fáa, nú tey fara í skúla fyrstu ferð. Húgvuna frá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd. Endurskin frá SEV. Blýantar og tímatalvur og so framvegis.
Tá alt hetta er býtt út, og stoltu foreldrini hava tikið nógvar myndir, fer Hildibjarta at fortelja næmingunum søgu. Hetta er fyrsta rættiliga uppgávan sum skúlanæmingar, tey hava. Og ikki bilar við at sita still, so tað man eisini fara at ganga seinni.og einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.
Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!
jh